hósdagur 8. juni 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 108 - 8. juni 2006
Dagurin í morgin
9. juni. Primus, deyður umleið ár 300. Hann var rómverji. Hann og bróðir hansara
Felicianus vórðu illa píndir og tiknir av døgum. Primus merkir tann fyrsti.
Fimeleikafelagið
Ljósið verður aftur
í ár í miðbýnum við
sínum hugnaliga
familjutiltaki, nevni
liga leygardagin 10.
juni kl. 10.00-16.00.
Tíðindaskriv
Nógv teir flestu limir felags
ins teljast millum børnini, og
royna vit eins og undanfarin
ár at seta tey í miðdepilin
við at hava tilboð, ið fyrst
og fremst eru ætlað teimum,
t.d. “káti køkurin”, har tú
fært eitt smáting aftur fyri
at knúsa okkurt postalín,
“gloyp við glúpi”, har tú
sleppur at glúpa teg til eina
gávu í ordiligum vatni, kasta
við vatnbumbum eftir klovni,
andlitsmáling, tombola og
ymiskt annað.
Fimleikur er okkara fremsta
endamál, og vilja vit bæði
eggja til rørslu og vísa eitt
sindur av tí felagið stendur
fyri, og verður tað gjørt við,
at íðkarar felagsins framføra
can-can, hipp-hopp, meðan
FM-vinnarar í amboðum
sýna brøgd. Harafturat
sleppa børnini at royna
nýggju luftbreytina, ið verður
kristnað leygardagin, - hon
er 14m long og júst komin
til landið. Tað er kanska
eisini akkurát hóskandi hjá
Ljósinum, ið framvegis ikki
hevur mannsømiligt innivist
nakrastaðni, at vit júst taka
okkara stásiliga amboð í
nýtslu undir bláloftum! Í
øllum førum gleða vit okkum
og vóna, at fleiri eru áhugað
at koma oman í gongugøtuna
at gleðast saman við okkum
og hoppa og leypa eina rúgvu
á breytini.
(GG!
næstan
allir
aktivitetirnir leggja upp til
kropsligar førleikar sosum
at kasta, medda, koordinera
og leypa)
Familjuhugni
Umframt at børnini hugna
sær og garta, kunnu fólk
eisini seta seg niður at fáa
ein drekkamunn við vaflum,
gera sær sneisabreyð á
grúgvu, fáa sunkist og
annars njóta undirhaldið,
ið ungu fólkini í Ljósinum
við jøvnum millumbilum
framføra.
Konfirmantarnir 5. oktober
1902. 26 konfirmantar blivu
fermdir í Havnar kirkju tann
5. oktober 1902, 14 dreingir
og 12 gentur. Á myndini eru
13 dreingir og 12 gentur,
t.v.s. at á myndini manglar
ein drongur. Av teimum 6
dreingjunum sum standa
aftast, kenna vit bert nr. 1 og
2, teir eru: Rubek Rubeksen
(Havn), og Hans Christoffer
Müller (Havn).
Teir 7 sum standa næst
aftast: ókendur, ókendur,
Johan Hans Jacob Niclasen
(Hestur), Herluf Lützen
(Havn), ókendur, Emil
Wejhe (Havn) og ókendur.
Av teimum 8 gentunum,
sum sita næstfremst, kenna
vit onga, og av teimum 4
gentunum, sum sita fremst,
kenna vit bert gentuna uttast
t.h., tað er Sigga Marie Dani
elsen (Hestur).
Gentukonfirmantarnir, vit
mangla at navngeva, eru:
Anna Christine Christiansen,
Jensine Frederikke Gjoveraa,
Juliane Jacobine Hansen,
Anna Magdalene Diana Han
sen, Jensine Lovise Hansen,
Sigrid Torbjørg Mohr, Mary
Mohr, Jacobine Sofie Pouline
Jacobsen Mikkelsen, Mikala
Poula Maria Poulsen, allar úr
Havn, og Hansine Johanne
Petra Holm (Nólsoy) og
Frederikke Johanne Samu
elsen (Kirkjubøur).
Dreingjakonfirmantarnir
eru: Jakob Christiansen,
Johan Sofus Christiansen,
Christian Sofus Johan Hel
enices Danielsen, Carl
Daniel Pauli Egholm,
Svend Stefanus Ferdinand
Svendsen, allir úr Havn.
Síðani koma: Johannes
Jakob Jakobsen (Nólsoy),
Bertel Jakobsen (Kaldbak),
Hans Joen Henrik Torbak
(Nólsoy) og Ole Theodorius
Reinert (Norðradalur).
Vit heita á lesararnar
um at siga frá um tit kenna
onkran av konfirmantunum.
Vinarliga
ringið
tel.
314647 ella 214647. Birgar
Johannessen.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tórshavnar alfrøði:
Konfirmantarnir í 1902
Ljósið í miðbýnum:
Børn, fimleikur og rørslur í hásæti
Í sambandi við, at
vit týsdagin skrivaðu
um 60 km/t skelting,
hevur lesari vent sær
til blaðið og spyr,
hvat er galdandi, tá
komið er út um aftur
fjølbygt øki
Ferðslutrygd
Í sambandi við, at vit týs
dagin greiddu frá týdn
inginum av føstu 60 km/t
skeltunum, ið fyri stuttum
vórðu sett upp við Gøtu
gjógv, í Søldarfirði, á
Skipanesi og í Sandavági,
hevur blaðið fingið hendan
fyrispurning:
Hvør ferð er galdandi,
tá komið er út aftur um
fjølbygda økið?
Svarið er, at tá tú kemur
út um skeltið „fjølbygt end
ar“ kanst tú aftur koyra við
vanligari ferð upp til 80 km/
t. Tað vil siga, at 60 km/t
bert er galdandi, tá tú koyrir
inn ímóti fjølbygdum øki.
Set ferðina niður
Endamálið við niðurskelt
ingini er at fáa ferðina
nakað niður, áðrenn koyrt
verður inn í bygda økið.
Hetta er ikki neyðugt, tá
koyrt verður úr fjølbygda
økinum, og tí er tá loyvt
beinanvegin at fara upp á
80 km/t.
Í fjølbygdum øki er 50
km/t ferð altíð galdandi,
um ikki onnur ferð er ásett
við skeltum.
60 km/t skeltini eru ein
niðurskelting á 80 km/t
økinum, sum eisini verð
ur nýtt aðrastaðni, har
stórar ferðsluæðrar ganga
ígjøgnum bygd økir, og
trupult er at fáa tey ferðandi
at virða ferðmørkini.
Ansa eftir
koyrikortinum
Vit vilja eisini enn einaferð
minna lesaran á, at koyrir
tú skjótari enn 80 km/t á
strekkjunum, har 60 km/t
er ásett, sleppir tú ikki við
eini bót, men skalt upp til
nýggja koyriroynd, áðrenn
3 mánaðir eru farnir - og tú
missir koyrikortið treytað
í 3 ár.
Tað er nevniliga so, at
har tað við skelti er ásett at
vera lægri ferð, enn vanliga
galdandi hámarkferðin,
skalt tú bara koyra 20 km/t
ov skjótt fyri at nevndu
avleiðingar gerast virknar
– og ikki 30 km/t, sum van
ligt er.
Misskilja 60 km/t skeltini