hósdagur 8. juni 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 8. juni 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Kjúrtin Borð
oy fer úr Christianskirkjuni
í Klaksvík leygardagin kl.
13.30. Sungið verður úr
Sálmabókini.
Øssur Viberg Morten
sen fer til gravar leygar
dagin 10. juni, kl. 13.30
úr Tvøroyrar kirkju.
Hilda
Christiansen,
Klaksvík, andaðist í
heiminum mikudagin 7.
juni, 72 ár. Jarðarferðin
verður kunngjørd seinni.
Kistan við Gunnar Gutte
sen fer úr Landssjúkra
húskapellinum heim í
Ebenezer fríggjakvøldið
kl. 18. Jarðarferðin verður
úr Ebenezer leygardagin
kl. 13.
Kistan við Meinhard
Augustinussen fer av
kapellinum á Suðuroyar
sjúkrahúsið fríggjadagin
9. juni kl. 17. Jarðarferðin
verður úr Vágs Kirkju
leygardagin kl. 13.
Kistan við Mariu Vang
fer av kapellinum á Lands
sjúkrahúsinum hósdagin
8. juni kl. 18. Jarðarferðin
verður úr Havnar Kirkju
fríggjadagin kl. 13.
Mogens Rasmussen, ætt
aður av Skála, búsitandi
í Thyborøn í Danmark,
andaðist 3 juni 61 ára
gamal. Jarðarferðin var
úr Thyborøn kirkju.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
okkara kæri pápi
Øssur Viberg Mortensen
andaðist 1. juni í Keypmannahavn, 58 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju leygardagin
10. juni kl. 13.30. Sálmabókin verður nýtt.
Familjunnar vegna
Laila og Cecilia
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
kæri maður, pápi, verfaðir, og abbi okkara
Gunnar Guttesen
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum 6. juni,
68 ára gomal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum heim í
Ebenezer fríggjadagin 9. juni kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
leygardagin 10. juni kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Ragnfríð og børnini
Tey, sum vilja minnast Gunnar, kunnu lata eina peningagávu til
Akurin. Konta í peningastovnunum
Mikudagin 7. juni var
móttøka á nýggja hot
ellinum, Hotel Streym,
yviri við Strond í
Havn. Bygningurin
er upprunaliga ein
skrivstovubygningur,
ið varð keyptur síðst
í 2005 og er síðan
bygdur um til hotell
Móttøka
Myndir: Jens Kritsian Vang
Hotel Streym eitur nýggjasta
hotellið í høvuðsstaðnum.
Talan er um eitt stásilig og
nýinnrættað hotell við 14
rúmum og 26 seingjaplássum.
Øll hotellrúmini hava sjón
varp, telefon, internet við
breiðbandi, wc og bað.
Dagligi leiðarin á Hotel
Streym, Jens Tummas Næss,
sigur, at ferðavinnan er næst
størsta vinna í Føroyum og
er í stórum vøkstri. Hotellið
hevur longu fingið nógvar
bíleggingar, áðrenn vit lata
upp fríggjadagin 9. juni.
Hotellið er avgjørt kapp
ingarført í prísi og fasilit
etirnir eru á sera høgum
støði.
Við í prísinum fyri gisting
er eisini morgunmatur. Hot
ellið liggur eisini væl fyri í
býnum, sigur Jens Tummas
Næss.
Hotel Streym:
Nýtt hotell í høvuðsstaðnum
Jens Tummas Næss, leiðari á Hotel Streym yviri við Strond
Maria Ellefsen Næss og vermóðurin Margretha Næss
Svend Åge Ellefsen við eini abbadóttir
Hotellið hevur 14 rúm og 26 seingjaplássum. Øll hotellrúmini
hava sjónvarp, telefon, internet við breiðbandi, wc og bað