hósdagur 8. juni 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 108 - 8. juni 2006
Menning og trivnaður
í Føroyum skulu ikki
avmarkast av forð
ingum fyri at flyta
seg stað úr staði.
Infrakervið skal verða
soleiðis háttað, at tað
er lætt, ferðslutrygt
og ódýrt hjá øllum
at flyta seg millum
ymisk støð, bæði
innanlands og millum
Føroyar og útheimin
Infrakervið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var Niels Winther, for
maður í strategibólkinum
um infrakervið, sum hevði
framløguna á visjónstorg
inum í síðstu viku.
Hann vísti á, at bólkurin
hevur orðað eina visjón, ið
fevnir um eitt høvuðsmál – og
trý atlit, sum hann tók til.
– Høvuðsmálið er fram
komiligheit og tey trý
atlitini eru 1) ferðslutrygd,
2) umhvørvi og 3) nyttuvirði
fyri samfelagið.
Samferðsluætlanin, sum
bólkurin hevur sett út í kort
ið, snýr seg um skip, vegir,
havnir og flogvallir – og
soleiðis er eisini ein ætlan
fyri fígging av hesum.
Niels Winther segði, at
høvuðsmálið við einum
góðum infrakervi er at betra
um framkomiligheitina.
– Men neyðug atlit mugu
samstundis takast til, hvussu
betrað framkomiligheit ávirk
ar ferðslutrygdina, umhvørvið
og samlaða nyttuvirðið
fyri samfelagið, legði hann
aftrat.
Innanlands
Um infrakervið innanlands,
sigur strategibólkurin, at
forðingarnar fyri at flyta seg
úr stað í stað alsamt skulu
minka hjá øllum – og í øllum
økjum landsins.
– Í 2015 skal samlaða
ferðatíðin úr øllum økjum
landsins til høvuðsstaðarøkið
í mesta lagi verða ein tíma
frá teimum støðum, har
landafast er – og í mesta
lagi hálvan triðja tíma, har
tað ikki er landafast.
Málið er, at flesibiliteturin
skal betrast, soleiðis at til ber
at ferðast, tá ið tørvur er á tí.
– Har tað er tekniskt gjør
ligt og búskaparliga skila
gott, eigur fast samband at
verða gjørt, og har ferju-og/
ella tyrlusamband er, eigur
títtleikin at økjast.
Strategibólkurin heldur, at
kollektiva ferðslan skal verða
soleiðis háttað, at gjørligt er
at nýta hana sum eitt reelt
alternativ til persónbilin,
tá ið ferðast verður millum
ymisku økini í landinum.
Uttanlands
Visjónin hjá strategibólkinum
er eisini, at ferðakostnaðurin
millum Føroyar og útheimin
alsamt skal minka, og so
leiðis skulu avgjøldini á utt
anlandsferðing verða burtur
í 2015.
– Flogvallarviðurskiftini
og flogferðsluviðurskiftini
skulu verða soleiðis háttað,
at tey stimbra smidligar og
ódýrar flutningsmøguleikar,
og møguleikar skulu verða
fyri kappingarførum loft
vegis farmaflutningi.
Strategibólkurin leggur
upp til, at havnakapasitetur
og umstøðurnar á havnunum
annars skulu vera soleiðis, at
ongar forðingar eru fyri inn-
og útflutningi av vørum.
– Hetta skal stimbra upp
undir møguleikarnar at
bjóða Føroyar fram sum
ein tilfeingismiðdepil, sigur
bólkurin.
Trygd og umhvørvi
Allar verkætlanir í infrakerv
inum skulu fremjast við
atliti til ferðslutrygdina, og
ferðslutrygdin skal soleiðis
eisini hugsast inn í design av
veganetinum.
Bólkurin miðjar eftir, at
talið á ferðsluóhappum við
persónsskaða í 2015 verður
minkað við 30% í mun til
talið í dag.
Væntandi er, at ferðslan i
hesum tíðarskeiði við nýggj
um sambindingum millum
oyggjar, eitt nú við undirsjóv
artunlum, fer at veksa eini
25-30%.
– So, hetta er eitt ambitiøst
mál at seta sær, heldur bólk
urin.
Á
umhvørvisøkinum
skulu atlit takast til náttúru,
mentanararv og estetikk, tá
ið infrakervið verður útbygt
ella broytt.
– Betrast skal um ferðaupp
livingina, og í 2015 skal ein
skipan við serligum ferða
fólkarutum og súkklurutum
verða virkin.
Bólkurin hevur eisini sett
sær fyri, at álvarsligastu
trupulleikarnir við óljóði
frá ferðsluni skulu loysast,
eins og globala ávirkanin
av útláti frá ferðsluni skal
minkast.
– Í 2015 skal útlátið av
vakstrarhúsgassum frá ferðsl
uni verða 10% minni enn í
dag, sigur bólkurin.
Nyttuvirði
Í visjónsætlanunum um
infrakervið hevur strategi
bólkurin sett sær fyri, at
íløgur í kervið sum høvuðs
regla bert skulu fremjast, um
fyrimunirnir fyri samfelagið
eru størri enn vansarnir,
herundir eisini kostnaðurin.
– Fíggingin av infra
kervinum skal skipast
soleiðis, at samfelagsbú
skaparliga úrslitið verður
tað best møguliga.
Strategibólkurin mælir til,
at ein greið raðfesting av
íløgum í infrakervið verður
gjørd.
- Arbeiðast skal effektivt
við verkætlanunum – og við
so lítlum samfelagsbúskap
arligum oyðsli sum gjørligt,
segði Niels Winther undir
framløguni.
Lættari at flyta seg
og minni kostnaður
- Í 2015 skal samlaða ferðatíðin úr øllum økjum landsins til høvuðsstaðarøkið í mesta lagi verða
ein tíma frá teimum støðum, har landafast er – og í mesta lagi hálvan triðja tíma, har tað ikki er
landafast. Tað sigur strategibólkurin, sum hevur sett sær visjónir um infrakervið
Infrakervið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í kjakinum eftir framløguna
hjá Niels Winther, formanni
í strategibólkinum um infra
kervið, helt Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í fíggjar
málum, at alt eigur at vera
við máta.
– Skal øll ferðing, bæði
á landi og á sjógvi, gerast
ókeypis, verður neyðugt við
nýggjum ferjum og víðari
tunlum.
Hann helt ikki, at veganetið
í Føroyum er útbygt til, at øll
ferðsla verður ókeypis, nú
vit hava fingið Vágatunnilin
og Norðoyatunnilin.
– Fløskuhálsar høvdu
ført til eykaútreiðslur fyri
samfelagið, helt Bárður
Nielsen.
Bert Havnin
Oyvindur Brimnes, stjóri á
Landsverki, sum er limur í
strategibólkinum um infra
kervið, var ikki samdur við
Bárði Nielsen.
– Tað er bara í Havnini, at
vit høvdu fingið kapasitets
trupulleikar á vegunum,
um øll koyring var ókeypis.
Aðrastaðni hevði veganetið
megnað ferðsluna, sum
hevði staðist av hesum, segði
hann.
Jóannes Ejdesgaard, løg
maður, var ikki samdur við
Bárði Nielsen.
Løgmaður helt tað ikki
vera skilagott at bremsa
mobilitetinum, sum hann
tók til.
– Eg haldi, at tess størri
mobiliteturin í samfelagnum
er, jú betri er tað.
Jóannes vísti á, at tá ið
tiltøk eitt nú eru í høvuðs
staðarøkinum, er rættiliga
ymiskt, hvussu nógv føroy
ingar, sum koma úr ymsum
heraðshornum, mugu gjalda
fyri at náa hesi tiltøk.
– Eg veit, at gjald fyri
koyring gjøgnum undir
sjóvartunlarnar var fyri
treytin fyri, at vit fingu hesar
nú.
Løgmaður segði seg annars
undrast yvir, at viðskiftafólk
hjá Strandfaraskipum Lands
ins, sum hava farmaflutning,
ikki kunnu bíleggja sær pláss
í góðari tíð.
– Hetta er mær vitandi
møguligt alla aðrastaðni í
heiminum, legði hann aftrat.
Kristian Davidsen, stjóri á
Strandfaraskipum Landsins,
vísti á, at nýggi Smyril er
ríkiliga stórur, um givið var
leyst fyri ókeypis flutningi
um land og hav.
– Í miðal brúkar Smyril
bert eini 10% av tí ferða
fólkakapasiteti, sum skipið
hevur. Við farminum er pros
entparturin nakað størri. Eg
dugi tó ikki at ímynda mær,
at Smyril hevði verið ov
lítil tey næstu árini, hóast
øll ferðing land-og sjóvegis
var ókeypis.
Kristian legði aftrat, at
gjørdist Smyril kortini ov lít
il, hevði Suðuroyggin í øllum
førum ikki havt nakað ”pro
blem”, sum hann tók til.
Óla Jákup í Dímun helt,
at ein gongd leið at útjavna
prísirnar á flutningi kanska
kundi verið ein meira
solidarisk skipan, har øll
gjalda tað sama – líkamikið,
um tey ferðast stuttan ella
langan veg.
Kai Leo Johannesen, løg
tingsmaður, nam við spurn
ingin, sum strategibólk
urin umrøður við atliti til
vakstrarhúsgass, ið stendst
av ferðsluni.
Løgtingsmaðurin undr
aðist yvir, at bólkurin bert
nevnir útlátið, sum stavar frá
ferðsluni.
Málið, sum bólkurin
hevur sett sær, er, at útlátið
av vakstrarhúsgassum frá
ferðsluni í 2015 skal verða
10% minni enn í dag.
– Men hvussu við útláti
frá skipum og øðrum, spurdi
Kaj Leo Johannesen.
Svarið, sum løgtings
maðurin fekk, var, at
strategibólkurin í hesum
førinum bert arbeiðir við
infrakervinum – og ikki við
Ókeypis koyring og sigling:
Bert Havnin sum
– Í miðal brúkar Smyril bert eini
10% av tí ferðafólkakapasiteti, sum
skipið hevur. Við farminum er
prosentparturin nakað størri. Eg dugi
tó ikki at ímynda mær, at Smyril hevði
verið ov lítil tey næstu árini, hóast øll
ferðing land-og sjóvegis var ókeypis,
sigur Kristian Davidsen, stjóri á
Strandfaraskipum Landsins
Í strategibólkinum um infrakervið eru hesi umboð:
Niels Winther, formaður
Olga Biskupstø
Oyvindur Brimnes
Kristian Davidsen
Kitty May Ellefsen
Randi Frederiksberg
Hjørdis Gaard
Joel Undir Leitinum
Finnbogi Niclasen
FAKTA