hósdagur 8. juni 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 8. juni 2006
15
trupulleikanum um útlát
sum heild.
Framkomiligheit
Leila Solmunde, sum er for
maður í Meginfelag teirra
Brekaðu, vísti á visjónirnar
um framkomiligheit.
– Eg vildi ynskt, at visjónin
um atkomiligheit var meira
ítøkilig.
Í hesum sambandi nevndi
hon, at neyðugt er við design
fyri atkomu, um øll skulu
hava somu møguleikar.
Formaðurin í strategibólk
inum, Niels Winther, segði,
at bólkurin hevði havt eina
aðra orðing enn hana, sum
nú er feld niður í visjóns-
orðingina.
– Vit broyttu orðingina
til ”allir føroyingar”, men
henda orðing verður meira
ítøkilig, sum frá líður, legði
hann aftrat.
Olga Biskupstø, sum eisini
er limur í strategibólkinum
um infrakervið, helt, at
atkoman er ógvuliga týdn
ingarmikil.
Hon ásannaði tó, at tað
verður torført at veita øllum
føroyingum somu tænastu.
– Men endamálið við
visjónunum er at menna øll
økir í landinum.
Olga helt, at tað kemur
at hava búskaparligan týdn
ing fyri samfelagið, at fram
komiligheitin verður betur.
– Eg vænti, at vit fara at
fáa fleiri skjóttgangandi skip
til ferðafólkaflutning.
Hon segði seg annars vera
samda við løgmanni um, at
tað ongantíð kann vera ov
lætt at ferðast.
Bjarni Djurholm, landsstýr
ismaður, vísti á, at ógreiðir
spurningar eru á nógvum
økjum millum land og komm
unur um vegakervið.
Oyvindur Brimnes segði,
at Landsverk hevur roynt at
sloppið sær av við ávísar
vegir, sum hann tók til.
– Tá ið krøv koma um hesar
vegir, verður Landsverk
biðið um at gjalda, men eg
haldi, at tað er tann, sum
setir krøvini, sum eigur at
bera kostnaðin, segði hann.
Positivur dynamikkur
Niels Winther segði, at tað
fer at skapa ein positivan
dynamikk í samfelagnum,
um tað verður gjørt lættari
og skjótari at ferðast til og
úr Føroyum.
Kaj Leo Johannesen segði
seg vænta, at vit um eini
10 ár fara at hava flogvøll,
sum verður einar 1800-2000
metrar langur – líkamikið,
hvar í landinum hesin flog
vøllur tá liggur.
Olga Biskupstø vísti á, at
tørvirnir eru ymiskir.
– Summi hava tørv á at
ferðast millum Føroyar og
umheimin – og onnur hava
tørv á at ferðast millum
Mykines og Vágar, sum hon
tók til.
Jóannes Ejdesgaard man
eisini við trupulleikan, sum
undir verkfalli hevur staðist
av, at siglingin um eitt nú
Suðuroyarfjørð er vorðin
niðurløgd.
– Vandin er, at vinnan ikki
torir at etablera seg í økjum,
sum kunnu verða rakt undir
verkfalli, og tað er ógvuliga
óheppið.
Løgmaður segði, at ein
partur av visjónunum er at
tryggja, at samband altíð er
millum miðstaðarøkið og
útjaðaran.
Gunnleivur Dalsgarð,
formaður í Starvsmannafel
agnum, ásannaði, at hetta
er ein stórur og eymur
spurningur.
Hann legði aftrat, at
landsstýrið hevur boðsent
felagnum til fundar um hesi
viðurskifti.
m ikki hevði megnað trýstið
– Tað er bara í Havnini,
at vit høvdu fingið
kapasitetstrupulleikar á
vegunum, um øll koyring og
sigling var ókeypis. Aðrastaðni
hevði veganetið megnað
ferðsluna, sum hevði staðist
av hesum, sigur Oyvindur
Brimnes, stjóri í Landsverki
og limur í strategibólkinum
um infrakervið
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Tá ið Smyril siglir fullur hvønn túr, hevur Suðuroyggin einki ”problem” meira, sigur Kristian
Davidsen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins
Mynd: Vilmund Jacobsen