hósdagur 8. juni 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 8. juni 2006
17
UTTAN ÚR HEIMI
Stutt sagt
Fyri fyrstu ferð vísa norsk
hagtøl, at útflutningsvirðið
á alifiski og vørum úr
aldum fiski er størri
enn útflutningsvirðið á
úrdráttum úr villum fiski.
Frá 1. januar til 31. mai
útflutti Noreg fisk og
fiskavørur fyri 13,5 milli
ardir norskar krónur. Av
hesum stavaðu 6,9 milliardir
krónur fyri alifiski og vørum
úr aldum fiski, meðan 6,6
milliardir krónur stavaðu frá
úrdráttum úr villum fiski,
skrivar Sunnmørsposten.
Sambært blaðnum var
útflutningsvirðið fimm
teir fyrstu mánaðarnar tað
størsta nakrantíð hendan
partin av árinum. Eitt nú var
virðið 1,6 milliard krónur
ella 13,5 prosent størri enn
í sama tíðarskeiði í fjør.
Tað er serliga tann góði
laksaprísurin, sum hevur
givið tey stóru tølini, men
veksandi eftirspurningur
eftir saltfiski og klippfiski
munar eisini væl. Av ES-
londunum eru tað serliga
Frakland, Bretland, Spania
og Póland, sum keypa
nógvar fiskavørur úr Noregi,
og Frakland er tað størsta
keyparalandið. Men USA og
Russland hava eisini keypt
meiri fiskavørur úr Noregi,
og klippfiskamarknaðurin
í Brasil er størri enn
nakrantíð.
Alifiskurin gav meiri
enn villi fiskurin
Fyrrverandi sovjetski for
setin Mikhail Gorbatjov
ávarar bretska forsætis
ráðharran, Tony Blair,
ímóti at nøkta orkutørvin
í Bretlandi við at byggja
fleiri kjarnorkuverk aftur
at, skrivar blaðið The Guar
dian í dag.
– Kjarnorka loysir hvørki
nútíðar orkutrupulleikarnar
ella
avbjóðingarnar
í
sambandi við veðurlags
broytingarnar, skrivar Gor
batjov í brævinum til Blair.
Ávaringin hevur samband
við eina frágreiðing, sum
fyri einum mánað síðani
staðfesti, at Bretland
fer at hava stóran tørv á
orku í komandi árum. Tá
segði Blair, at hann fer at
seta kjarnorkuna aftur á
dagsskránna.
Í Letlandi hevur tjóðartingið
samtykt eina lóg, sum ger,
at myndugleikarnir kunnu
avdúka nøvnini á 4.500
agentum, sum arbeiddu
fyri loyniligu sovjetsku løg
regluna KGB. Men forsetin
er ímóti at seta lógina í
gildi, tí hann ber ótta fyri, at
hon fer at elva til spjaðing
í samfelagnum, og at fleiri,
sum verða avdúkað, seinni
kunnu vísa seg at vera ósek.
Forsetin hevur í hvussu er
partvíst rætt, tí fleiri, sum
hava verið undir illgruna,
hava verið før fyri at prógva,
at tey eru ósek, skrivar AP.
Letland var undir sovj
etskari herseting í næstan
50 ár, og í hesum árunum
arbeiddu nógvir letlendingar
hjá KGB. Umleið 24.000
letlendingar vóru agentar
hjá KGB, men russar tóku
at kalla øll skjøl við sær, tá
teir tóku seg úr landinum
í 1992. Eftir eru skjøl við
nøvnunum á umleið 4.500
persónum, sum arbeiddu
fyri KGB í 1992, og hesi
nøvnini ætlar tjóðartingið
at kunngera í almenna kunn
gerðarblaðnum í heyst.
Tað kann fáa avleiðingar
fyri fleiri, tí eftir galdandi
lóg kunnu fólk, sum hava
havt tilknýti til KGB, ikki
sita í almennum størvum í
Letlandi.
Í Filipsoyggjunum hava
myndugleikarnir biðið fólk
nærhendis gosfjallinum
Bulusan vera á varðhaldi,
tí vandi er fyri, at fjallið fer
at goysa. Gosfjallið, sum
er miðskeiðis í landinum,
hevur seinastu dagarnar
goyst øsku einar tveir kilo
metrar upp í luftina.
Jarðfrøðistovnurin
í
Manila sigur, at jarðfrøð
ingar hava staðfest fleiri
spreingingar inni í fjallinum,
og at tær gerast altsamt títtari.
Tær fyrstu spreingingarnar
vóru longu í mars, og tá
ávaraðu myndugleikarnir
fólk ímóti at koma fjallinum
ov nær. Síðani hevur fjallið
sent stór roykskýggj upp í
luftina minst fimm ferðir,
seinast í gjár.
Bulusan er eitt tað mest
virkna gosfjallið í Filips
oyggjunum. Í grannaland
inum Indonesia hevur gos
fjallið Merapi gjørt vart
við í seinastuni, men jarð
frøðingarnir hara halda, at
tað er minni vandi fyri gosi
nú, tí tað hevur verið rættiliga
friðarligt inni í fjallinum teir
seinastu dagarnar.
Gorbatjov ávarar Blair
Avdúka KGB-agentar
Vænta gos
Abu Musab al-
Zarqawi byrjaði sítt
stríð ímóti russum
og endaði tað ímóti
amerikanarunum
Zarqawi
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Longu sum hálvvaksin var
hann ofta uppi í bardøgum
og lógloysi í jordanska
heimbýnum Zarqa, og sum
22 ára gamal endaði hann
í fongsli, tí hann hevði
brúkt knív. Her kom hann
í samband við víðgongdar
islamistar, og eftir ráðum
frá teimum fór hann til
Afghanistan at berjast ímóti
russum, so skjótt hann slapp
úr fongslinum.
Í 1992 kom hann aftur
til Jordan, men longu stutt
eftir heimkomuna bleiv
hann tikin, tí løgreglan hevði
funnið vápn og lóður í íbúð
hansara. Hann varð dømdur
15 ára fongsul, tí sambært
ákæruvaldinum hevði hann
lagt ætlanir um at koyra
kongsvaldið frá.
Í fongslinum fekk al-Zar
qawi støðu sum politiskur
fangi. Í 1999 bleiv hann latin
leysur, tá Abdullah kongur
gjørdi av at geva fangum
grið í sambandi við, at hann
tók við trúnuni.
Úr Jordan fór al-Zaeqawi
til Pakistan, men longu í 2000
vildi jordanska løgreglan
aftur hava fatur á honum,
tí hon hevði illgruna um, at
hann hevði lagt eina ætlan
um at bumba gistingarhús í
Jordan.
Úr Pakistan fór al-Zarqawi
aftur til Afghanistan, har
hann eftir øllum at døma
kom í samband við Osama
bin Laden, og við loyvi frá
honum skipaði hann eina
venjingarlegu hjá heilagum
stríðsmonnum.
Hildið verður, at hann
flýddi til Irak í 2001, eftir at
amerikanarar høvdu bumbað
venjingarlegu hansara. Undir
hesum álopinum misti hann
annað beinið. Amerikanska
fregnartænastan vil vera við,
at hann fjaldi seg í Norðurirak
ta fyrstu tíðina, til bin Laden
tilnevndi hann leiðara fyri tí
heilaga krígnum í Irak.
Eingin veit við vissu,
hvussu mong mannalív al-
Zarqawi og hansara avgerðir
hava týnt. Hildið verður
fyri vist, at tað var hann,
sum skipaði fyri einari røð
av atsóknum í Casablanca
og Turkalandi í 2003, har
108 fólk doyðu. Tað verður
eisini hildið, at tað var hann,
sum gav boð um at myrða
Ayatollah al-Hakim í Irak,
tá 51 fólk doyðu. Í einum
brævi, sum amerikanararnir
fingu hendur á, segði hann
seg hava skipað fyri umleið
25 sokallaðum pínslarváttar
atsóknum í Irak.
Jordansku myndugleik
arnir halda fyri vist, at
tað var al-Zarqawi, sum
gav boð um at myrða
amerikanska diplomatin
Laurence Foley í Amman í
oktober í 2002, og í Spania
hava myndugleikarnir havt
illgruna um, at hann hevði
samband við bumburnar í
Madrid fyri góðum tveimum
árum síðani.
Maðurin, sum
sambært amerikanar
unum hevur staðið
fyri yvirganginum í
Irak, er nú deyður
Zarqawi
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Eg kann vátta, at Abu
Musab al-Zarqawi er deyður
í einum amerikonskum
bumbuálopi norðan fyri
Bagdad, segði ein fegin
irakskur forsætisráðharri
við tíðindafólk í morgun.
Hann var ikki tann einasti,
sum var fegin um tíðindini,
tí lógvabrestirnir rungaðu
leingi aftan á orð hansara.
– Hetta er samstundis
ein boðskapur um, at vit og
okkara trygdardeildir fara at
halda fram við bardaganum
ímóti yvirgangi, segði Nuri
al-Maliki, forsætisráðharri.
– Hetta var gott, og hetta
er ein góður dagur fyri
Amerika, segði amerikanski
sendiharrin í Bagdad.
Sambært amerikonsku her
leiðsluni doyði al-Zaeqawi,
tá amerikanskar tyrlur skutu
eftir einum húsum einar 50
kilometrar í landnyrðing
úr Bagdad. Generalurin
Casy segði, at amerikanski
herurin hevði staðfest, at
talan var um al-Zarqawi, tí
herurin hevði fingramerki
hansara.
Hetta er annars ikki
fyrstu ferð, at tað hevur
ljóðað, at tann illa gitni yvir
gangsleiðarin er tikin ella
deyður, men hetta er fyrstu
ferð, at so týðandi keldur
hava váttað tað.
Amerikanska herleiðslan
hevur leingi hildið uppá,
at tað var al-Zarqawi, sum
skipaði fyri mótstøðuni í
Irak, og USA hevði lovað
25 milliónir dollarar í finn
ingarløn, bleiv hann funn
in. Í fjør avdúkaði irakski
innanríkisráðharrin,
at
irakskir trygdarhermenn
tóku al-Zarqawi í 2004,
men at teir lótu hann
sleppa leysan, tí teir kendu
hann ikki. Tá kom fram,
at al-Zarqawi hevði fingið
sær skegg, og at hann var
fitnaður nógv.
Ein blóðug lívsleið endað
Al-Zarqawi deyður