hósdagur 8. juni 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 108 - 8. juni 2006
Stutt sagt
Móti ICEX-
toppinum
Atlantic Petroleum
stendur á gáttini at
gerast partur av tí
sonevnda ICEX15-
vísitalinum
yvir partabrøv í
teimum leiðandi
fyritøkunum
á íslendska
virðisbræva-
marknaðinum.
Á íslendska virðisbræva-
marknaðinum eru 15
tær leiðandi, skrásettu
fyritøkurnar skipaðar í
hitt sonevnda ICEX15-
vísitalið. Hetta er eitt
úrval av fyritøkum, sum
ganga á odda á virðis-
brævamarknaðinum í
Íslandi. Virðisbræva-
marknaðurin
sjálvur
nevnir
ICEX15
sítt
“úrvalsvísital”, og tað
kann sammetast við
OMXC20-vísitalið hjá
Københavns Fondsbørs.
Tað, sum við føroyskum
eygum er áhugavert við
ICEX15, er, at føroyska
oljufelagið,
Atlantic
Petroleum, helst stendur
á gáttini at gerast partur
úrvalsvísitalinum. Við
øðrum orðum er fyritøkan
um at gerast ein av teimum
leiðandi á ICEX. Tað
skrivar Føroya Sparikassi
á heimasíðu síni.
Íslendska vinnulívs-
blaðið, Viðskiftablaðið,
skrivar við einum av stóru
íslendsku
bankunum
sum keldu, at Atlantic
Petroleum helst kemur
upp í ICEX15 longu í
morgin, fríggjadagin 9.
juni, tá vísitalið verður
dagført. Hesar dagføringar
verða gjørdar tvær ferðir
árliga.
-fartekst
Kemur
væl við
Tíðindini
um
góða
skoðsmálið hjá Atlantic
Petroleum kemur helst væl
við hjá felagnum. Í øllum
førum stendur felagið nú
fyri eini kapitalhækkan.
Prísurin á partabrøvunum
er ásettur til kurs 550,
sum er nakað niðanfyri
marknaðarvirðið.
Ætlaða
hækkanin
verður onkra staðni
millum 5,5 og 37 mió kr.
nominelt. Hetta svarar til
eina samlaða upphædd,
sum fer at liggja millum
37 og 200 mió kr.
Endamálið
við
at
hækka partapeningin er
fyrst og fremst lutvíst
at fíggja menningina
av oljuøkinum Ettrick.
Í
øðrum
lagi
skal
kapitalhækkingin fíggja
nýggj keyp hjá Atlantic
Petroleum. -mørk
Skulu vit veru-
leikagera dreymin
at verða eitt vitanar-
samfelag, er neyðugt
at leggja orku í
útbúgvingar, sum
menna vitan, ið
brúk er fyri. Pisa
kanningin setti eitt
stórt spurnaðartekin
við hvar vit eru í hesi
menning
Útbúgvingar
Bogi Eliasen, cand.scient.pol
Tað eru ikki bara Føroyar,
sum fokuserar á vitan og hava
2015 mál. Millum annað alt
ES og OECD- londini leggja
eisini stóran dent á vitan
sum framtíðar tilfeingi. Nú
er tað fólkaskúlin, sum er
í fokus, men neyðugt er tó
at hugsa um annað enn bert
fólkaskúlan.
Útbúgvingarpolitikkur
Nógvir
tættir
eru
í
vitan, vitanarbygnaði og
vitanarsamfelagi. Tí er
eisini neyðugt at hava ein
breiðan og langskygdan
útbúgvingarpolitikk eins
og t.d. vinnupolitikk. Tað
krevur bæði eina raðfesting
av hvørjar eftirgymnasialar
útbúgvingar skulu vera í
Føroyum, hvussu vit fáa
fólk at taka útbúgvingar
sum landið hevur tørv á,
hvussu vit fáa fólk út í
heim at taka útbúgving
og ikki minst hvussu vit
syrgja fyri at fólkaskúlin
gevur næmingunum grund-
leggjandi førleikarnar at
klára seg í arbeiði ella
útbúgving.
Hvørjar
Ein útbúgvingarpolitikkur
setir mál fyri hvørjum
útbúgvingum
føroyska
samfelagið hevur tørv á.
Síðan má hugsast um,
hvussu skipast kann fyri
at fólk okkara taka hesar
útbúgvingar og antin koma
heimaftur ella verða verðandi
aftaná lokna útbúgving. Tað
krevur eisini, at mál verða
sett fyri hvat fyri samfelag
vit ynskja, tí annars er
torført stinga út í kortið hvør
útbúgvingartørvurin er.
Innflyting
Hin leisturin er at hava nakrar
útbúgvingar, sum tørvur er
á. Síðan má samfelagið laga
seg eftir teim útbúgvingum
sum eru. Neyðturviligir
førleikar, sum fólk so ikki
hava, mugu síðan flytast til
landi.
Tølini siga at nærum
helmingurin av føroyingum,
ið taka eftirgymnasialar
útbúgvingar, gera tað í
Føroyum. Meðan størsti
parturin av teimun, sum taka
útbúgving uttanlands, gera
tað í Danmark. Harafturat
er at siga, at størsti
parturin av teum í taka
universitetsútbúgvingar,
gera tað uttanfyri Føroyar
Á talvuni niðanfyri síggja
vit, at 110 taka hægri
útbúgving uttanfyri Norðan-
lond. At eitt javnt býti er
í at 30% náttúruvísind,
30% humaniora og 40%
samfelagsvísind.
Tað
sæst at nógv tann størsti
parturin,
nemur
sær
kunnleika í enskttalandi
londum. Vit eru eisini tað
landið av norðurlondum,
sum lutfallsliga senda nógv
flest lesandi av landinum at
nema sær útbúgving, tá er
Danmark rokna við. Í vikuni
verður ein samanberandi
kanning av londunum
almannakunngjørd og gevur
hetta okkum eisini tøl at
arbeiða við.
Tað er givið, at visjón
2015 arbeiði tekur útbúg-
vingarspurningin um í
fleiri høpum. Men vit
skulu eisini taka støðu
til hvussu nágreiniligur
politikkurin skal verða, tí
vit kunnu ikki stýra talið
á útbúnum á stovnum,
sum ikki eru í Føroyum.
Tvs. eftirspurningurin í
Føroyum hevur onga ávirkan
á stovnarnar sum veita
útbúgvingarnar. Ein stórur
partur av okkara lesandi
nema sær henda kunnleika
í Danmark og so nøkur
aðarastaðir. Vit kunnu tí í
nógv minni mun enn flestu
størru lond stýra hvørjar
útbúgvingar eru møguligar.
Hinvegin er hetta ein partur
av alheims bygdini, sum
ger at størri lond, í størri
ella minni mun, eisini fara
at missa stýringina. Tí kunnu
vit longu nú leggja okkum at
verða fremst at finna loysnir
á hesum trupulleikum.
Hinvegin so verða umleið
helvtin av eftirgymnasialu
útbúgvingunum tiknar í
Føroyum, so her er meira at
arbeiða við enn vit vanliga
geva okkum far um.
Neyvt ella leyst
Grundleggjandi má tí støða
takast til um vit neyvt vilja
tryggja, ella royna at bera so
í bandi, at føroyingar taka
útbúgvingar sum landið
hevur tørv á; ella at tey
ungu púra frælst velja og
samfelagið so lagar seg eftir
tí og innflytir teir førleikar,
vit ikki sjálvi klára at veita.
Men hesin bygnaður byrjar
longu tá børnini byrja á
ansingarstovni og skulu
fyrireikast til skúlagongd.
Fólkaskúlin skal tí skipast
eftir um vit ynskja at
menna
ávísar
partar,
ella tað skal verða breitt
grundleggjandi, soleiðis at
tey ungu, í princippinum,
eru líka væl fyri í øllum.
Tann nágreiniligi ella
leysi parturin hevur tí
stóra ávirkan á, hvussu
fólkaskúlin skal skipast.
Vinnan
Tað er eisini alneyðugt, at
serliga vinnan, men eisini
tað almenna ger vart við hvør
tørvurin er, og hvønn tørv
man sær kemur í framtíðini.
Tað merkir eisini at vinnan
í størri mun skal verða við,
t.d. í gransking og menning.
At vinnan er við at seta upp
skipanir á hesum øki, men
eisini at verða meira við í
tilgongdina at menna alla
útbúgvingarskipanina og
hvørjar eginleikar, umframt
fakliga
vitan,
vinnan
hevur tørv á og tí eisini
eftirspurning á.
Tí er tað altavgerðandi, at
semja fæst um hvønn leist
okkara útbúgvingarskipan
skal hava. Tað er lítið at
ivast í, at vit eisini skulu
ansa eftir, at vit ikki bert
gera eina skipan íð leggur
seg eftir at skora á Pisa
skalanum. Skúlin er ikki nóg
góður, men vit skulu heldur
ikki jarðleggja hann. Tey
arbeiðir eitt vitanarsamfelag
krevur er kreativitetur, og vit
skulu ansa eftir at tað eisini
kemur við.
Vit byrja nú at síggja hagtøl
um føroysk lesandi, ella í
hvussu so er tey sum fáa
lestrarstuðul og vit hava góða
vitan um tey sum brúka Úsun
skipanina. T.d. í Úsun síggja
vi eitt javnt býti millum
samfelagsfak, náttúruvísind
og humaniora. Men vit
síggja eisini, at tey alraflestu
lesa í ensktalandi londum.
Og tað er ein spurningur
um tað er nøktandi, um
vit skulu verða ein vinnari
í altjóðagjørdum Føroyum
í einum alheimsgjørdum
heimi. Men tíðin er komin
til at privatu partarnir taka
meira ábyrgd á økinum.
Ein tøkk til Holger Arnbjerg
frá Altjóða Skrivsstovuni
og Terja á Lakjuni frá
Stuðulsstovninum fyri at
leita fram upplýsingar.
Útbúgvingarbygnaður og avbjóðingar
Uppgerð av ÚSUN-arum pr. 1. november 2004
Hvar ?
Hvussu nógv ?
%
Skotland
25
28%
England
41
46%
Wales
2
2%
Írland
1
1%
USA
6
7%
Canada
2
2%
Australia
4
4%
New Zeland
1
1%
Spania
1
1%
Frankaríki
1
1%
Holland
1
1%
Belgien
1
1%
Italien
2
2%
Ecuador
1
1%
Tilsamans
89
100%
Uppgerð pr. 1. november 2004
Skotland
England
Wales
Írland
USA
Canada
Australia
New Zeland
Spania
Frankaríki
Holland
Belgien
Italien
Ecuador
Tilsamans
Skulu vit leggja dent á ávísar lærugreinar ella breitt og høgt grundstøði