Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 8. juni 2006 19 Í gjár kunngjørdi MjúS at Bonnie Tyler verður millum nøvnini á festivalinum á Sandi. Hása songkvinnan úr Wales hevur hitta ið løgum sum ”Lost in France”, ”It´s a heartache” og risahittinum”Total eclipse of the Heart”. ið lá nummar eitt í fleiri vikur um allan heim. Í ár hevur Bonnie givið út fløguna Celebrate, sum eitt hátíðarhald av 30 fantastiskum árum við tónleiki. Seinasta nummar eitt-lag hennara var ein endurinnspæling av ”Total eclipse of the Heart” á fronskum. Lagið lá í 2004 nummar eitt í trimum evropeiskum londum Hása røddin hjá Bonnie Tyler er hennara vørumerki. Sambært henni sjálvari kom røddin av, at hon í ungum aldri fekk knútar á raddarbondini, og mátti hava eina skurðviðger. Hon skuldi síðan halda seg í róð, og bert samskifta við penni og pappíri. Ein dagin fóru henda tigandi Bonnie og mamman at vitja beiggja hennara, sum lá sjúkur. Tær ætlaðu at hava jarðber við til hansara, men gloymdu tey, tá skríggjaði Bonnie, og gjørdist hás restina av lívínum. nud 9 ídnaðartekno løg spæld og av Føroya fremsta bólki innan hesa tónleikagrein, er í stuttum tað í sjálvnevnda fløgan hjá Side Effect er. Fløguútgáva Niels Uni Dam nielsuni@sosialiurin.fo Fríggjakvøldið á Asfalt skilti breiða fjøldin í Føroyum endiliga, tað ið nøkur hava vitað í fleiri ár, at Side Effect er ein framúrskarandi konsertbólkur, ið kann fáa alt upp á kók, og mánadagin varð konsert gjøgnumbrotið fylgt upp við eini fløgu útgávu. Fløgan Side Effect hevur 8 heimagjørd løg: Smiling Mask, Kaos!, Qnt, Burn, Fake Orgasm, Listen 2 My Sound, KillKill, No Way Back og eitt goymt lánilag Murder One hjá MC-Hár. Tónleikin hevur Brynjolfur á Heygum skrivað, meðan Ludvík Breckmann eigur orðini. Fløgan er innspæld lutvíst í Føroyum og Danmark av Side Effect, ið eru Ludvík Breckmann, Brynjolfur á Heygum og Rúni Christiansen. Tað er Brynjolfur á Heygum, ið sjálvur hevur ljóðblandað fløguna, ið verður útgivin av TUTL. Heiðrikur á Heygum  hevur gjørt húsan í samstarvi við Side Effect. Tað ljóðaði longu í fjør summar, at hendan fløga var liðugt innspæld, og nógv graml hevur verið frammi um, at okkurt útlendskt plátufelag hevði áhuga í Side Effect, men tað gjørdist, at enda TUTL, ið fekk møguleikan at geva hesa fløgu út, ið kann gerast ein varði í føroyskari tónleikasøgu. Bonnie Tyler á MjúS Jens Petur Jensen frá Nordcar handar Ásu Davidsen, økisleiðara hjá Heimarøktini Sandoyar øki, nýggja Fiat Ducato bussin Mynd: Jens Kristian Vang Hósdagin 8. juni fekk Heimarøktin Sandoyar øki ein nýggjan 8 persóna buss, ein Fiat Ducato. Bussurin skal nýtast til koyring millum røktarheimið á Sandi og sambýlini í Skopun og Skálavík. Eisini til at koyra brúkararnar til lækna, tannlækna og onnur tiltøk. Bussurin, sum vanliga hevur átta sitipláss, er liðiliga innrættaður og kann taka upp til 6 koyristólar, um setur vera tikin út. Bussurin kemur væl við, bæði hjá búfólkunum og hjá starvsfólkunum sum hvørt hálvár sjálvboðin skipa fyri tiltøkum fyri brúkararnar, sigur Ása Davidsen, økisleiðari hjá Heimarøktini Sandoyar øki, sum leggur afturat, at eingin handikapp-transportur finst á Sandoynni, tí hava vit verið noydd at leiga buss aðrastaðni frá í landinum. Heimarøktin á Sandi nýggjan buss Side Effect endiliga á fløgu Páll Finnur Páll royndarkoyrir í Cippo Leygarkvøldið spæla Páll Finnur Páll í dansistaðnum Cippo. Umframt tað gamla verður spildurnýtt tilfar at hoyra Tíðindaskriv Páll Finnur Páll er nú av álvara farin at brynja seg til summarið. Bólkurin, sum framførdi á Asfalt seinasta vikuskiftið, skal spæla bæði á Jóansøkufestivalinum, G! Festivalinum og á Summarfestivalinum; men skráin fyri summarið fevnir um annað enn festivalar. Leygarkvøldið spælir Páll Finnur Páll í dansistaðnum Cippo í Havn, og tað verður nógv nýtt á skránni. Fríggjadagin fer bólkurin nevniliga á venjingarlegu í Leynum at venja nýggju løgini, sum verða við á triðju fløguni, ið kemur út seinni í summar, og endaliðurin í venjingarleguni er Cippo, har hesi løg - eins og gomlu slagararnir - verða framførd. Fólk kunnu sostatt vænta bæði fúl, fitt og spildurnýggj løg frá Páll Finnur Páll, tá manningin fer á pall leygarkvøldið, sum nærmast er ein generalroynd upp á summarið. Nýtt anlegg Karmarnir fyri konsertini í Cippo skuldu verið í lagi. Og meir enn so. Spælistaðið í Havn hevur nevniliga investerað í dýrt ljóðanlegg, sum fyrstu ferð verður royndarkoyrt hetta leygarkvøldið, tá Páll Finnur Páll farmføra. Nýggja anleggið er ein roynd at víðka um mentanarliga útboðið í Cippo - frá at verða ein matstova, ein ítróttarbarrr og eitt DJ-show - til at vera eitt stað, har góður livandi tónleikur verður settur í fokus. Umframt Páll Finnur Páll er avtalað gjørd við aðrar góðar konsertbólkar, so sum All That Rain og Showmenn um at spæla har í summar.