Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 108 - 8. juni 2006 “G! Festival setur met og verður útseldur um 1. juli” orðini eigur Jón Tyril fyriskipari av G!Festivalinum, og tað er ikki uttan orsøk, at hann tekur so dýran til Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo G! Festival hevur pr 1. juni selt helvtina av øllum atongumerkjunum í ár, hetta merkir at 3.000 fólk hava keypt atgongumerki. Umframt hesi 3.000 skulu roknast børn, tónleikarar, hjálparfólk og onnur, sum sleppa ókeypis. Gjørt upp í stykkjatali er hetta meir enn tvífalding av søluni samanborið við somu tíð í fjør og gjørt upp í pengum gerst mun­ urin enn størri tí G! Festival hevur longu selt fyri somu upphædd í at­gongu­ merkjum, sum selt var fyri tilsamans í fjør, ella seks ferðir so nógv sum um sama mundið í fjør. “Prísurin hækkar aftur 1. juli, og tað er mikið sannlíkt, at sølan fer at økjast aftur, so hvørt sum vit nærkast 1. juli.”, sigur Jón. Seinasta ár var útselt tíðliga fríggjakvøldið, sum G! var byrjað ”Men við søluni sum vit síggja í ár, verður væntandi útselt væl áðrenn tað, møguliga longu um mánaðarskiftið. Nú fólk eisini skulu hugsað um vandan við ikki at fáa atgongumerki, tí um tað er um at vera útselt fær helst ein sjálvstyrkjandi ávirk­ an, sum helst kann gera gravgangin enn størri”, sigur Jón at enda við planet. fo. At bæði G!Festivalurin og Summar Festivalurin selja 3000 atgongumerki og seta met, gleðist Jón almikið um. Hann sigur við Sosialin “Hetta merkir, at føroyingar so dyggiliga hava tikið ímóti festivalkonseptinum, soleiðis sum vit presenteraðu tað í 2002 og 2003 og sum síðan hevur ment seg og breitt seg til alt landið” Næstu vikurnar verður lagið Mind The Gap við Sigrey, spælt fyri fleiri milliónum av turkum yvir hundrað ferðir. Hetta kann gerast gjøgnumbrotið hjá føroysku songkvinnuni Sigrid Rasmussen, men eisini fyri mannin aftan fyri lagið Bárð Háberg TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Bárður Háberg hevur í nógv ár livað við dreyminum um eina tilveru sum lagasmiður, tónleikaframleiðari, ljóð­ blandstøkningur ella okk­ urt annað innan tónleika­ ídnaðin, og hóast hann hevur arbeitt miðvíst við hesum ætlanum og hevur sent hópin av demofløgum kring allan heimin, so er tað mest sum av tilvild, at lagið »Mind The Gap«, ið Bárður hevur skrivað saman við James Olsen, nú verður spælt í turkiskum útvarpi fyri milliónum av lurtarum í minsta lagi 4. hvønn tíma. Helt onkur gjørdi gjøldur Bárður sigur, at hann helt at tað var onkur, sum royndi at gera gjøldur við honum, tá DJ Olcay úr Capital Radio í Turkalandi setti seg í samband við hann og spurdi, um hann kundi spæla lagið hjá Bárði í Capital Radio, ið er ein av størstu útvarpsstøðunum í Turkalandi. Men Bárður játtaði sjálvandi. Hann var tó ikki heilt sannførdur, fyrr enn hann sjálvur hoyrdi lagið spælt á turkisku út­varpsstøðini, ið sendur á alnetinum umframt á bæði AM og FM bondunum. Ein risastórur marknaður Hetta er ein stór støð greiðir Bárður frá, og potentielt er talan um fleiri milliónir av lurtarum. Í Turkalandi búgva ikki færri enn 69 millónir fólk, so talan er um ein risa stóran marknað, ið lagið hevur fingið ein fót inn á. Týsdagin varð lagið spælt í turkiskum útvarpi fyrstu ferð, og tað er í løtuni í b-rotatión, ið merkir, at tað verður spælt í minsta lagi 4. hvønn tíma. Men frá næstu viku verður lagið flutt í a-rotatión, og verður tá spælt í minsta lagið annan hvønn tíma. DJ Olcay hevði funnið lagið á alnetinum og varð so bergtikin av tí, at hann setti seg í samband við Bárð. Heilt hvar á alnetinum Olcay hevði funnið lagið veit Bárður ikki, tí tað liggur bæði á myspace síðuni hjá Bárði og á heimasíðuni hjá felagnum hjá Bárði, broadrange.net. Sigrey syngur Lagið sjálvt er eitt væl fram­ leitt og fangandi popp­lag. Tað er Sigrið Rasmussen, ið syngur á lagnum, og hennara kunstnararnavn, Sigrey, ið verður nevnt, tá turkisku útvarpsvertirnir spæla lagið. So tað er eisini Sigrid, ið verður stjørna í Turkalandi, um lagið gerst eitt hitt. Men hetta tykist ikki at nerva Bárð, ið ynskir at virka aftan fyri leiktjøldini heldur enn framman fyri tey. Tað er sjálvandi sera gott fyri arbeiðsvónirnar sum sangskrivari, at hava skrivað eitt lag, ið gerst eitt hitt í onkrum landi. Bárður sigur, at honum dámar væl at arbeiða saman við Sigrid Rasmussen: Hon er øgiliga ambitiøs og dugnalig, sigur hann. Í samband við i-tunes Bárður hevur sent fløgur við Mind The Gap til nógv ymisk plátufeløg, tó uttan at nakað av hesum hevur latið frætt frá sær. Tí eru møguleikarnir fyri at fáa stakfløguna útgivna í Turkalandi beinanvegin eisini avmarkaðir. Men Bárður hevur sett seg í samband við alnetsølustaðið i-tunes, um at seta lagið til sølu har, men enn hevur hann ikki frætt aftur. i-tunes er ein sera ómaksleysur hátt­ ur at selja lagið og krevur ikki nakra størri fram­ leiðslu. Í løtuni er greitt, at lagið verður spælt á útvarps­ støðini yvir hundrað ferðir næstu tvær vikurnar, og so er at vóna, at hetta er nóg mikið til, at turkiski lurtarin verður fangaður av lagnum, og at tað verður liggjandi í a-rotatión eina tíð afturat. Bárður Háberg arbeiðir í løtuni við eini aðrari verkætlan, ið kann gerast minst líka áhugaverd. Saman við vinmanninum Óla Jógvansson er Bárður við at stovna Barioli Mucic, eitt felag, ið bjóðar sangir fram til listafólk . Í hesum sambandi hava teir spælt inn fimm løg við svensku songkvinnuni Nana Hedin. Hedin hevur áður sungið við m. ø. E-Type og Celine Dion. Tað er eingin loyna, at ambitiónirnar hjá Bárði eru stórar, og gerst lagið Mind The Gap eitt hitt í Turkalandi, kann dreymurin førka seg eitt sindur nærri. Turkiska útvarpsrásin hoyrist á www.capitalradio. com.tr/ og lagið Mind The Gap liggur m.a. á www.myspace.com/barhab Ein hin kendasti føroyski sangarin og tónasmiðurin, Hanus G. Johansen kem­ ur at spæla á Jóansøku­ festivalinum. Hanus hevur seinastu 15-20 árini havt óteljandi framúrskarandi og berg­ takandi framførslur, sum hava drigið til sín ein stóran skara av áskoðarum. Við sínum tulkingum av yrkingum hjá Poul F. hevur Hanus sungið seg inn í hjørtuni á ungum og gomlum, bæði í Føroyum og uttanlands. – Og við perlum sum Blóma mín, 18, Saknur, Á kundi á Tíðarhavi og óteljandi øðrum hevur hann laga varðar eftir seg, sum mong leggja leiðina framvið. Á Jóansøkufestivalinum verður so aftur høvi at hoyra og uppliva hendan frálíka føroyska trubadurin. nud Norðuri í Sundum 33 | 410 Kollafjørður | tlf. 421273 | fart. 211473 | judiholm@post.olivant.fo Tógvbiksin Sandnesgarn -20% Upprkriftir saman við garni kr. 25,00 Galdandi 8. juni 2006 SPAR kr 20,- Stevnutilboð OPIÐ ER mánadag - fríggjadag .......15.00 - 19.00 leygardag .........................10.00 - 14.00 Hanus G. Johansen á Jóansøkufestivalin G! Festivalurin hevur eisini selt 3000 atgongumerki Føroyskt lag kann gerast landaplága hjá 69 milliónum turkum Bárður Háberg er eitt vet tættari dreyminum um at liva av tónleiki.