hósdagur 8. juni 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í longri tíð hava fólk innan Kollafjarðar
Ítróttarfelag, KFUM&K-skótarnar, onn
ur feløg og ein hópur av einstaklingum
fyrireikað Sundalagsstevnuna.
Nú er arbeiðið komið so mikið langt
at skráin hevur verið lýst her í blaðnum,
og longu í kvøld byrjar fyrsta tiltakið á
stevnuni.
Fólk eru sum vera man spent uppá
stevnuna, og skal ein ganga eftir skránni er
talan um eina rættiliga fjølbroytta skrá fyri
allar aldursbólkar.
Her verða bæði tiltøk til børnini, tey
ungu og tey vaksnu, soleiðis at øll kunnu
fáa okkurt burtur úr stevnuni í ár.
Bæði ítróttarfeløg, einstaklingar, sam
komur og mong onnur ynskja tí at bjóða
fólki vælkomin á stevnuna.
Serliga spennandi man tað vera fyri tey
ungu, sum leygarkvøldið sleppa at royna
ítróttarhøllina á fyrsta sinni, tá Showmenn
fara at spæla til dans.
Annars verður skúlin, skótahølini og
økið við missiónshúsið helst støðini, har
mesta fólkið fer at savnast. Men eisini á
Royndarstøðini.
Her fer ein nevniliga at hava djóra
framsýning og mong onnur tiltøk um viku
skiftið. Tá hetta tiltakið var á seinastu
stevnuni var sera væl undirtikið. Bilarnir
stóðu langt niðan móti tunnilsmunnanum
og hinumegin stóðu bilar langt niðan í
Kollfjarðardal.
So er bert eftir at vóna, at veðrið verður
fyrireikarum og luttakarum til fyrimuns.
Góða Sundalagsstevnu!
Í Sundalagnum ein stevnudag
2006
Sundalagsstevnan