hósdagur 8. juni 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 108 - 8. juni 2006
Onkur vil kanska siga,
at vit í Føroyum bara
hava eina einstaka
árstíð – regn, vind og
kulda, og kanska eitt
kalt summar.
Men fyri børnini í
barnagørðunum í
Kollafirði er eingin ivi
um, at árið hevur fýra
árstíðir: Vár, summar,
heyst og vetur
Barnatekningar
Orð/myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kollafjørður: Hetta evn
ið við árstíðunum hava
tey arbeitt við í eina tíð,
og tað ikki uttan orsøk.
Tey skulu nevniliga lýsa
hesar fýra árstíðirnar á
Sundalagsstevnuni.
Sambært skránni verður
nevniliga ein serstøk fram
sýning av tí, tey hava latið
úr hondum, – ikki bara ein
einstøk framsýning, men
báðar stevnudagarnar.
Frá kl. 16 til 20 hava
nevniliga børn og foreldur
og onnur áhugað møguleika
at vitja inn í Skótahúsið,
sum til høvið er umskapað
til eitt lítið listasavn við
stórum úrvali. Eitt listasavn
við myndum og verkum,
sum børnini í bygdini hava
lagt til rættis.
Evnið fyri hesa framsýn
ingina er árstíðirnar. Og við
ríkum íblástri úr tí heimliga
umhvørvinum í Kollafirði
og bygdunum har í nánd,
hevur tað eydnast børnunum
at siga sína hugsan um árs
tíðirnar.
Tað er helst so sum eitt av
børnunum í barnagarðinum
Millum bóla tók til, tá vit
vitjaðu her týsdagin:
– Hvat ein árstíð er? Tað
eru smálombini og várið!
Einki spart uppá
hugflogið
Børnini í barnagarðinum
Millum Bóla hava verið sera
spent til hesa stevnuna.
Henda týsdagin vóru tey
úti og spældu í garðinum,
nú sólin kagaði fram eina
løtu. Annars hava tey íði
liga arbeitt fram móti hesi
framsýningini.
Tey hava nevniliga júst
lagt seinastu hendurnar á
fýra vøkur og forvitnislig
verk, sum skulu ímynda tær
fýra árstíðirnar.
Tilfarið til myndirnar
hava tær fingið úr ymiskum
lutum: Littum fjaðrum, vatti,
svávulpinnum, kjarnum og
mongum øðrum, sum eftir
teirra hugsan er ein árstíð.
Alt hetta hava tey fest
á eina plátu, sum lýsir
tað sum sermerkir hvørja
einstaka árstíð. Her er einki
spart uppá hugflogið.
Í dag liggja tí fýra sera
vakrar myndir savnaðar
saman á einum staði, klárar
at flyta yvir í Skótahúsið
ein av fyrstu døgunum.
Hesi elstu børnini í barna
garðinum Millum Bóla
hava lagt stóran dent á at
gera sítt arbeiði til fulnar.
Tað hava tey yngru børnini
eisini, eins og børnini í
hinum barnagarðinum í
bygdini,
barnagarðinum
við Botnánna.
Sólin og blómurnar
Tey hava alla tíðina vitað,
at tey máttu skunda sær
eitt sindur, men kortini
gera sær ómak. Talan er jú
um eina framsýning, ikki
sannheit!
Líkt er til at várið hev
ur eitt serstakt pláss á
hjartanum á hesum ungu
kollfirðingunum.
Henda
myndin sum skal ímynda
várið er sera vøkur á at
líta.
– Ja, hygg her. Sært tú ikki
sólina, djórini, blómurnar
og fuglarnar, greiða børnini
íðin frá.
Tað er lætt at lata seg
sannføra at hesum ídnu
børnunum.
– Og her, her uppi. Her er
ein flúgvari, sigur tann eini
drongurin.
Fyri tey hoyra várið og
góðveðri saman við tí, at
fólk fara at ferðast út í
heim!
Ein rakett til stevnuna
Hinvegin so vísir myndin av
heystinum at bløðini falla til
jarðar, og á vetrarmyndini
sæst rættiliga nógv vatt,
sum eitt greitt tekin um
kava og hegling.
Summarmyndin er eisini
vakurt prýdd við øllum tí,
sum hoyrir til hesa árstíð
ina.
Her hevur sólin ein stóran
leiklut, og blómurnar og
fuglarnir sum vera man
eisini.
Men hvat í víðu verð ger
ein rakett á vakra summar
himmalinum?
Tey hyggja uppá blað
mannin við spyrjandi eyg
um. Spyr býtt! Skilir tú ikki
tað?!
– Rakettirnar – tað er
fýrverkarí’ið á Kollfjarðars
tevnuni!
Í Kollafirði hava tey fýra
Tey hugna sær uttanfyri í góðveðrinum. Reiggjurnar eru altíð hepnar ein slíkan dag
Tey hava stóra orku í at fáa
myndirnar so góðar sum gjørligt.
Tað ber úrslitið eisini boð um
Tey átta børnini eru liðug við sínar fýra m