hósdagur 8. juni 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 8. juni 2006
27
– Skal eg siga sum er,
hava vit so nógv at
gera at vit hava ikki
fyri neyðini at lýsa.
Faktiskt hava vit ov
nógv at gera, sigur
Tróndur Simonsen,
súkkluhandlari í
Kollafirði
Handil
Orð/myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kollafjørður: Tey fara sús
andi framvið bygdini í bil
um sínum.
Men tey flestu munnu kort
ini leggja merki til skeltið
Norðuri í Sundum, sum
vísir til súkkluhandilin á
staðnum.
Tey flestu leggja helst
bert merki til sjálvt skeltið,
men ein hópur av teimum
leggja tó eisini leiðina inn í
súkkluhandilin.
– Vit hava úr at gera, siga
tey bæði Tróndur og Una
Simonsen. Hon tekur sær
av søluni, meðan hann í
størstan mun tekur sær av
at umvæla súkklurnar, tey
sjálvi hava selt.
Tey byrjaðu fyri nøkrum
árum síðani, men tá sølan
bara vaks og vaks komu
tey at standa í eini løgnari
støðu: Annaðhvørt at gevast
ella halda fram undir betri
umstøðum.
Tey valdu tað seinna, og
í desember mánaði í 2004
lat Súkkluhandilin upp í
snotiligum hølum norðar
laga í Kollafirði.
Sannar súkklubygdir
Tey bæði í Súkkluhandlin
um hava við frøi staðfest,
at føroyingar eru farnir at
súkkla meiri og meiri.
Fyri nakað nógvum árum
síðani var tað ein serrættur
og gav støðu í samfelagnum
at eiga eina súkklu. Tá fóru
menn í fín klæðir, tá teir
fóru við súkkluni.
Í dag er støðan hinvegin
hon, at tað at eiga ein
súkklu er vorðið meiri og
meiri vanligt.
Serliga á ávísum økjum
ella bygdum eru súkklur
at finna í hópatali. Tey
hava selt súkklur í suður
og norður, til Mykinesar,
Húsar – ja, í roynd og veru
allastaðni.
Millum tey áðurnevndu
støðini við nógvum súkkl
um eru t.d. heimstaðið
Kollafjørður, men eisini
Sandur, Eiði og Vestmanna
eru áhugaðar bygdir, tá talan
er um talið av súkklum.
Talan er í roynd og veru um
sannar súkklubygdir, sum
tey taka til.
Vandamikið ítriv
Eitt er at eiga eina súkklu,
meðan eitt heilt annað er
at brúka tær. Trupulleikin
er bert tann, at nógvastaðni
tora fólk – og serliga børnini
– illa at brúka súkkluna.
Orsøkin til hetta er hin
einfalda,
at
umstøður
als ikki eru til súkkling á
alfaravegi. Í veruleikanum
er bert eitt einstakt strekki í
øllum landinum, har hesar
umstøður eru fyrstafloks
– tað er teinurin av Norðasta
Horni og oman móti býnum.
Tey bæði í Súkkluhandl
inum er kortini samd um, at
tað er ikki nøkur stór íløga
at betra hesar umstøðurnar:
Tað skal ikki meiri til enn
at ein ger eina eyka breyt
við síðuna av vegnum, tá
vegastrekki verða gjørd ella
breiðkað kring landið.
– Vit hava verið í samband
við løgreglu og aðrar mynd
ugleikar fyri at vísa á hesi
viðurskiftini. Men enn er
so einki ítøkiligt hent, siga
Tróndur og Una.
At súkkla
úti er in
Í handlinum finnast ein hópur av smærri og størri súkklum,
– og so henda heldur sjáldsama súkklan, sum Tróndur nýtir av
og á, hesaferð til æru fyri myndamannin
Tróndur hevur úr at gera á verkstaðnum – í roynd og veru so nógv, at honum ikki nýtist
at lýsa í bløðunum
Børn og vaksin
við árarnar
Kappróður: Eftir at hava
roynt megi móti hvørjum
øðrum á Norðoyastevnu
fyri tveimum vikum síð
ani, er tíðin komin til
næsta dystin.
Leygardagin
verður
sum vanligt er róð kapp
á
Sundalagsstevnuni.
Og eins og vanligt hevur
verið byrja FM-róðrarnir
kl. 15.
Ætlanin er tó eisini,
at børnini og teir gomlu
bátarnir skulu sleppa at
royna seg.
Kappróðurin byrjar tí
kl. 13:30 við at børnini
fara at rógva kapp og síð
ani kl. 14:30, tá gomul
seksmannafør fara at
rógva móti hvørjum øðr
um.
Aftaná róðrarnar verða
steypini handað av Jákup
Suna Joensen.
So er bert eftir at vóna,
at veðrið verður róð
rarfólkunum til vildar!
sb.
Djórini
í hásætið
Royndarstøðin: Tey, ið
hava áhuga fyri djórum og
djórahaldi eiga at steðga
á við Royndarstøðina í
Kollfjarðardali.
Undir allari stevnuni
verður nevniliga skipað
soleiðis fyri, at djórini
koma í hásætið. Byrjað
verður longu fríggja
kvøldið
kl.
18
við
framsýning av alskyns
djórum.
Sum skilst var ætlanin
at hava ein heldur forvitn
isligan part í hesum tiltak
inum, við at læna nakrar
av geitunum, sum ganga
nærhendis Rituvík. Men
neyðug loyvi til flutning
av geitum millum oyggj
ar fekst ikki, og tí verða
tær ikki við.
Á
Royndarstøðini
verður somuleiðis møgu
leiki at síggja, hvussu
løgreglumenn
kunnu
fáa hundar sínar at vísa
ymisk kynstur, og seinni
aðrir luttakarar við seyða
hundum sínum. Hunda
eigarafelagið fer eisini
at vitja her við hundum
sínum.
At enda kann verða
nevnt, at børnini fáa
møguleika at ríða við
hestum á stevnuni.
sb.
Stutt sagt