hósdagur 8. juni 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 108 - 8. juni 2006
Er tað nakað, sum
teimum báðum Iris
og Eyðrið í Kollafirði
dáma so er tað alt
sum hevur við hestar
at gera.
– Vit vilja fegnar eiga
ein hest. Men tað má
altso bara bíða, siga
tær. Ímeðan mugu
báðir lesihestarnir
bara lesa bøkur um
teir!
Bøkur
Orð/myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kollafjørður: Tað hoyrist
ikki eitt ljóð her inni í gong
ini. Ein skuldi ikki trúð
at her var talan um ein
skúla við stórum tali av
næmingum.
Tað fyrsta ein møtir er
bókasavnið. Her eigur frið
ur at valda, og her valdar
eisini friður. Man nakar
vera her?
Jú, mín sann. Væl krógv
aðar aftanfyri ein tjúkkan
vegg av bókum ganga tvær
gentur og leita sær eftir
onkrum bókum.
Talan er um tær báðar 11
ára gomlu genturnar, Iris
Kirke og Eyðrið Egholm
Hansen, sum báðar ganga
í 5. flokki í Kollfjarðar
skúla.
Felags fyri tær báðar er,
at tær eru aktivar á mangan
hátt, bæði í skúlanum og í
frítíðini, har tær spæla nógv
saman. Tær venja eisini
flogbólt á sama liði.
Eitt annað, sum teimum
báðum dáma væl er at lesa
bøkur, bæði føroyskar og
danskar.
– Jú, vit klára eisini væl
at lesa tær donsku bøkurnar,
sigur Iris, sum fylti 12 ár í
gjár.
Júst hesa ferð leitaðu
tær mest eftir bókum um
hestar.
Hestabøkur
Týsmorgunin stóð annars
lærugreinin danskt á tíma
talvuni. Men lærari teirra
var aðrastaðni, og tí var
eingin undirvísing beint tá.
Hesar báðar lesihugaðu
kollfjarðargenturnar ynsktu
tó at brúka tíðina til okkurt
skilagott virksemi ístaðin.
Hví ikki leita sær oman
í vælútgjørda bókasavnið
á skúlanum? Sum sagt, so
gjørt. Teimum á baki ynsktu
eisini hinir næmingarnir
í flokkinum at gera tað
sama.
Bæði Iris og Eyðrið hava
stóran áhuga fyri hestum.
Nú var so eitt høvi at læra
meiri um hetta vakra og
spennandi djórið.
Iris leitaði í einum horni,
men í morgun bar ikki so
væl til.
– Eg hevði ætlað mær at
finna eina ávísa bók um
hestar, men hon var ikki
har. Eg royni bara at finna
mær onkra aðra, sigur hon.
Eiga bøkur, men ongan
hest
Eyðrið
hinvegin
var
meiri heppin. Hon ynskti at
fáa fatur á einari bók, sum
hevði við fyl at gera. Hon
hevði lisið hana áður, men
hon var helst so mikið góð,
at hon toldi at verða lisin
einaferð enn.
– Annars lesi eg beint nú
eina tjúkka bók um hestar.
Har stendur alt sum neyðugt
er at vita um hestar í hesi
bókini. Hygg, eg skal fara
eftir henni!, sigur Eyðrið.
Hon skundar sær niðan
í flokshølið og kemur løtu
seinni aftur við eini tjúkk
ari bók í fanginum. Hon
blaðar beinanvegin upp á
síðurnar, sum snúgva seg
um tað evnið, hon mestan
áhugan hevur fyir beint
nú – nevniliga dressur av
hestum.
– Eg hevði so fegin viljað
átt ein hest, sigur Eyðrið. Og
Iris nikkar samtykkjandi.
Lesihestar
Støðan hjá teimum báðum
vinkonunum er tann sama
– tær vilja báðar eiga ein
hest, men eiga ongan!
Hinvegin so var Eyðrið
heppin, tí eitt skifti hevði
systir hennara hestar, ikki
bara ein, men tveir.
– Eg slapp onkutíð at
ríða, og tað var ordiliga
skeg. Eg ætli mær at fáa
ein hest, aftaná at eg eri
konfirmerað, sigur hon.
Hon er onkutíð yviri á
Oyrareingjum,
har
ein
bóndi hevur eitt fjós við
neytum og hestum. Har
plagar hon at hjálpa til við
røktini av hestunum, m.a.
við striglingini og at reinsa
básarnar.
Nú kemur ein av floks
felagunum Iris til hjálpar.
Hon hevur funnið ta hesta
bókina, sum hon leitaði
eftir.
Báðar setast tær so huga
góðar at lesa í hvør síni bók
um hestar. Av sonnum tveir
lesihestar!
Súkkling og flogbóltur
Tær báðar Iris og Eyðrið
ganga sum longu nevnt í 5.
flokki og eru tískil saman
allan skúladagin. Í frítíðini
eru tær eisini saman.
Tá finna tær uppá mang
og hvat saman, bæði tá
veðrið gevur møguleika til
virksemi uttandura og tá
tær spæla inni.
Tær plaga at súkkla og
annað tílíkt, og møtast so
eisini, tá venjing og dystir
eru í flogbólti. Tær eru
nevniliga á flogbóltsliði
saman.
Hetta er ein ítróttur sum
bert verður spældur um
veturin. Tí eru eingir dystir
í løtuni og heldur eingir
flogbóltsdystir, nú stevnan
stendur fyri framman.
Seinasta vetur gjørdust
tær ikki FM-vinnarar, men
sum tær báðar siga:
– Vit eru nokkso góðar
allíkavæl!
– Mín hestur, mín saðil – og bók
Eyðrið lesur eina tjúkka bók um hestar, meðan Iris situr og blaðar í eini bók, sum eisini snýr seg
um hestar
Teimum báðum, Eyðrið og Iris, dáma væl at lesa bøkur um hestar. Kanska tær einaferð seinni fáa sín egna hest