hósdagur 8. juni 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 8. juni 2006
31
15 ára gamla
Mathilda Follend
skal halda røðu undir
midnáttarsamkomuni
á Sundalagsstevnuni í
Kollafirði.
– Eg helt fyrst at talan
var um skemt, tá tey
bóðu meg halda hesa
røðuna, sigur hon.
Men tað var tað altso
ikki!
Midnáttarrøðan
Orð/mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kollafjørður:
Mathilda
Follend hevur úr at gera í
hesum døgum.
Í fyrsta lagi gongur hon
til munnliga roynd í 9.
flokki á Eysturskúlanum í
Havn.
Týsdagin var hon uppi í
føroyskum og fekk eitt 11-
tal, og í morgin skal hon
aftur til munnliga roynd.
Tað er kortini neyvan
hetta sum man fylla huga
og tíð hennara mest: Tað
man heldur vera tann røð
an, sum hon skal halda á
midnátt leygarkvøldið, tá
midnáttarsamkoma er á
skránni.
Í slíkum førum eru altíð
nógv evni at røða um,
men Mathilda var næstan
beinanvegin greið yvir,
hvat hennara evni skuldi
vera: Um skótaarbeiðið
og stovnara tess, Baden
Powell.
– Eg vil gjarna vísa á,
hvat skótaarbeiðið er. Og
bara sláa fast, at skótalívið,
tað er tað besta man kann
uppliva, sigur Mathilda
avgjørd.
Eftir at hava verið til
roynd týsdagin settist hon
seinnapartin henda dagin at
skriva taluna lidna – fyrst
við hond, og seinni helst
við telduni.
Leygarkvøldið kl. 23:30
skal so slagið standa, tá
henda samkoman verður á
skránni. Her verður felags
sangur, bál verður tendrað
og aftaná verður føroyskur
dansur, – og røðan hjá
Mathildu.
Í skótabúna
Tað munnu vera einir
tveir mánaðir síðani at
Mathilda varð uppringd
av Miriam Dam, sum er
við í stuðulsbólkinum hjá
KFUM&K-skótunum
í
Kollafirði.
Tá Miriam ringdi hevði
Mathilda ilt við at taka hana
í álvara beinanvegin.
– Tað eru jú vanliga bara
vaksin fólk, ið halda hesar
røður. Og nú var tað altso
ein ung genta!
– Men tað var álvari í tí.
Og tá Miriam spurdi meg
segði eg ja beinanvegin,
sigur Mathilda.
Hví tey spurdu júst hana,
veit Mathilda sum vera man
ikki. Men helst er tað tí, at
ein ynskti at varpa ljós á
arbeiðið hjá skótunum.
– Hetta er eitt arbeiði,
sum mær dámar sera væl.
Og tí verði eg sjálvandi í
skótabúna, tá røðan skal
haldast, sigur Mathilda,
sum hevur verið skóti í sam
full níggju ár.
Nørdar og vanlig fólk
Mathilda er nærum fødd
inn í skótarørsluna, og tí er
hetta nakað sum hon veit
nógv um.
Nakað av hesum ætlar hon
at deila við tey, sum fara á
hesa midnáttarsamkomuna
leygarkvøldið.
Tá slíkar røður verða hild
nar eru evnini ofta politikkur
ella um náttúruna, men hes
um evnum ætlar hon sær
ikki at tosa nakað um.
– Eg ætli mær bara at
vísa fólkinum á, hvat tað
er at vera skóti, hvørji vit
eru og hvat vit gera sum
skótar.
– So vil eg eisini fegin
heita á fólk um at koma við
í skótarørsluna. Tí, satt at
siga, so er tað sera gott at
vera skóti, sigur Mathilda.
Hon vísir á, at øll kunnu
vera við her, óansæð hvør tú
er, – um tú ert ein vanligur
persónur, nørdur ella hvat
tað skal vera. Hjá skótunum
verður ikki munur gjørdur á
fólki.
Hinvegin kann Mathilda
staðfesta, at talið á skótum
í Kollafirði er í minking.
Fyrr vóru tey eini 30 í tali,
men í dag er talið nærum
farið niður í helvt.
– Eg vóni, at fleiri fara at
gerast skótar. Hetta er snøgt
sagt tað besta man kann
uppliva!
Vísa álit
Mathilda var sjálvandi bilsin
av at vera biðin sum røðari
á midnáttarsamkomuni.
Men hvat mundu vinfólk
og floksfelagar hennara
siga til tað?
– Jú, tey vóru eisini bils
in. Men tey søgdu øll, at
hetta var í fínasta slag, og
at eg fór at klára hetta sum
einki!
– Eg havi í veruleikanum
ikki hugsað um annað
líka síðani, sigur ungi mid
náttarrøðarin.
Tá vit hittu Mathildu
týsdagin var talan komin
undir land, men var ikki
heilt liðug enn.
– Eg havi ikki tikið tíð,
hvussu long hon verður.
Men eg ætli mær ikki at
troytta nakran, og tí rokni
eg ikki við, at hon verður
meiri enn einar fimm
minuttir til longdar.
Stovnarin av skótarørsl
uni, Baden Powell segði
einaferð:
“Vís
teimum
ungu álit, so liva tey upp
til tað!”.
Hetta álitið fer Mathilda
Follend at liva upp til leygar
kvøldið!
Ein skóti er
skóti allan dagin
Talan hjá Mathildu Follend er nærum liðug. – Eg ætli mær at vísa á, hvussu gott skótaarbeiðið
er, sigur hon