Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-08, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 108 - 8. juni 2006 Borgarstjórin heldur røðu Setanin: Fyrstu tiltøkini á Sundalagsstevnuni verða longu í kvøld. Kl. 19 verð­ur stórt stevnubingo hjá Bjarg­ ingarfelagnum í Arbeiðs­ manna­felagshúsinum. Á annaðkvøld held­ur stevn­­an fram, tá djóra­fram­ sýningin verður á Roynd­ar­ støðini frá kl. 18. Klokkan 20 verður sjálv stevn­an sett í fim­leik­ar­høll­ ini. Tað verður borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, sum Kollafjørður eisini er partur av, Heðin Mortensen sum setir stevnuna. Við hetta høvið syngur Kristiliga Sang­kórið. Beint eftir hetta verður stevnuteitið framført í Ar­ beiðs­manna­felags­húsin­um. Fimleikarhøllin: Tey ið hava hug at njóta ein kaffi­ munn við fjølbroyttum lokal­ um sangi aftur­við, fáa ríki­ lig høvi til hetta bæði leyg­ ardagin og sunnudagin. Skráin fyri stevnuna kom at liggja soleiðis fyri, at fimleikarhøllin var tøk báð­ ar dagarnar. Og tá fyrireik­ ararnir samstundis ynsktu at hava okkurt serliga lokalt við í skránni, kom hugskotið at hava eina tónleika-café á hesum staði. Tað hevur eydnast fyri­ reikarunum at fáa fatur á fleiri lokalum kreftum, umframt fólki aðrastaðni frá. Men tað eru kollfirðingar sum fara at seta sín dám á hetta tiltakið. Skipað er soleiðis fyri, at hvør einstakur bólkur fær høvið at spæla í ein tíma ella so, áðrenn næsti luttakari sleppur framat. Neyðugt er ikki at brúka fullan tíma, men helst verð­ ur tað so, at tá ein fyrst er komin í gongd, er lætt at fylla ein tíma út. Byrjað verður leygar­dag­in kl. 18 tá kendi bygdar­maðurin og tónleikarin, Jens Marni Hansen fer at spæla í ein slakan tíma. Honum á baki koma síðani Sølva Ford og Herluf Lütz­en framat. Síðani spæla Martin Joensen, Durita Djurhuus og endað verður kl. 22 við at fimm mans fara at framføra sítt tilfar. Hesir menninir eru Allan Davidsen, Henning Jensen, Jákup Lützen, Bartal Læarsson og Sigurd Justinussen. Sunnudagin verður tiltak­ ið uppafturtikið kl. 16, tá ung úr Musikkskúlanum fara at spæla tann fyrsta tíman. Her er talan um Hallu og tóka Hansen, klaver; Jógvan Follend, klaver; Mathildu Follend á floytu og tónleikalæraranum Anki á klaveri. Kl. 17 fara nakrir menn aftur at taka seg saman og fara á pall. Hesir seks menninir eru Terji Davidsen, Kári Djurhuus, Hjørleif Gaard, Dávur Thomassen, Arnbjørn Kristiansen og Marner Tjørnudal. Tiltakið sunnudagin end­ ar kl. 20, men áðrenn tað skulu Ása Dam og Ólavur Olsen somuleiðis framføra nakað av tí, sum liggur teimum á hjarta. Ætlanin er at geva tiltak­ inum ein hugnaligan dám við borðum, palli, dúkum og vakurt prýddum borðum. Tað fer at kosta at koma til hetta tiltakið. Hetta verð­ ur gjørt av teirri einfaldu orsøk, at hetta fer at skapa størri virðing fyri tiltakin­ um, og fyri tí og teimum, sum skulu framføra hesar báðar dagarnar. Av tí at talan er um eitt lokalt tiltak verður væntað at nógv fólk fara at leita sær í fimleikarhøllina. sb. Tiltøk úti og inni Samkomur: Eisini sam­ kom­urnar í Kollafirði fara at spenna seg út á stevnuni. Sum vanligt er verður guds­tænasta sunnudagin kl. 11 í kirkjuni, har sóknar­ presturin Marjum Bæk fer at prædika. Í og við missiónshúsið verða somuleiðis fleiri til­ tøk, tað fyrsta eitt útimøti leygarkvøldið kl. 21. Aftaná verður opið hús. Sunnudagin verða tvey tiltøk í missiónshúsinum – kl. 14 sunnudagsskúli og kl. 18 møti, har sangbólkurin Miktam luttekur. sb. Vestsalmon ynskir øllum eina góða sundalagssteVnu! FO-410 Kollafjørður · Faroe Islands · Tel +298 477 000 · Fax +298 477 001 · vestlax@vestlax.fo Lokalur tónleikur