hósdagur 8. juni 2006síða 47
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 8. juni 2006
53
Puntur nr. 8
Båtservice hevur sein
astu 59 árini bjóða
ferðafólki í Oslo
útferðir við báti, og
tað, ið byrjaði sum
marknaðarføring av
verksmiðjuni, er nú
nógv tann størsti part
urin av virkseminum
hjá Båtservice
Ferðing
Ein partur av gerandismynd
ini í havnalagnum í Oslo er
bátarnir hjá Båtservice, ið
sigla við ferðafólki. Felagið
hevur 3 sightseeing bátar
og 2 ferjur, umframt eitt
seglskip og buss ar.
Båtservice bjóðar nógv
ar ymiskar veitingar til
ferðafólk, frá túrum við
báti á firðinum til longri
ferðir við bæði báti, buss i,
ferjum og seglskipi. Millum
túrarnar er “Grand Cruise
av Oslo”, har tú í samfullar
7 tímar sleppir at uppliva
fjørðin, býin, ymisk søvn og
sleppur at royna ta tiltikna
kalda rækjuborðið umborð
á seglskipinum, ella “Eitt
kvøld á firðinum” har tú í
lítlum seglskipi siglur mill
um oyggjarnar í 3-4 tímar,
meðan tú sleppur at njóta
kalda rækjuborðið, ella bara
tann stutta túrin í báti út til
innaru oyggjarnar.
Felagið er 60 ár í ár
og byrjaði sum bátaverk
smiðja. Frá byrjanini var
avgerð tikin um, at felagið
skuldi vera sjónligt í havna
lagnum, og keypti tí tveir
sleipibátar, ið togaðu bátar á
verksmiðjuna, til regattaðir
o.a. Lønsemið í hesum
var tó ikki nøktandi, og
hetta virksemið var tí skjótt
slept. Men fyri enn at vera
sjónligt í umhvørvinum
kring havnina, var neyðugt
at finna aðra loysn. Tí varð
avgjørt at fara undir at
sigla við ferðafólki. Sleipi
bátarnir vóru tí skiftir út
við meira hóskandi bátar,
ið kundu nýtast til ferða
fólkaflutning. Á heysti í
1947 byrjaði fyrsti báturin at
sigla sokallaðar sightseeing
túrar. Hóast fyrsti báturin
einans tók 15 fólk, var hetta
eitt sera væleydnað tiltak, ið
alsamt er voksið sum árini
eru fráliðin. Hetta hóast
Oslo ikki hevur kanalir og
annað, ið plagar at vera
karmur um tílíka sigling í
øðrum stórbýum.
Longu sama vetur var ein
28 fóts bátur keyptur og
umbygdur til at taka 28
ferðafólk, og í 1949 bygdi
felagið fyrsta serbygda bátin
til sightseeing, hesin tók
40 ferðafólk. Við árunum
hevur Båtservice bygt fleiri
og størri bátar, og virksemið
er alsamt voksið. Longu í
1954 hevði Båtservice bygt
tríggjar bátar afturat, ið tóku
92, 93 og 100 ferðafólk
hvør. Felagið fór eisini
seinni undir at skipa fyri
buss ferðum. Buss ferðirnar
vóru av fyrstan tíð, fyri
at hava okkurt at bjóða
ferðafólki, tá veðrið ikki
var til vildar til at fara í
báti.
Båtservice byrjaði sum
bátaverksmiðja og hetta
arbeiðið røkir Båtservice
enn, m.a. verða allir bátar
nir, seglskipið og ferjurnar
hildnar viðlíka av teirra
egnu verksmiðju. Dentur
verður lagdur á, at bátarnir
altíð eru í so góðum standi
sum til ber, tí hetta er teirra
upprunaliga handverk, og
nakað í Båtservice veruliga
setur æru í.
Útferð í Oslo við báti