Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-08, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2006síða 48

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 108 - 8. juni 2006 Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt sam­ starvsavtalu við heim­sins størsta bilrútaumvælara, Car­glass, so eitt rútaóhapp á uttanlandsferð skjótt og væl kann verða umvælt, so ferðin kann halda fram. Á bilferð uttanlands er umráðandi at vera væl tryggjaður, umframt at hava Reyða og/ella Grøna kortið við, skuldi okkurt óhapp hent. Tað ræður um at binda um heilan fingur, so einki óhapp kemur so óvart á, at ráð ikki eru fyri tí. Tá ferðast verður við bili uttanlands, ræður um at ansa sær, so bilurin ikki stendur sum ein beinleiðis innbjóðing til bil- og innbrotstjóvar. Sjálvandi ber ikki til at krógva nummarplátuna, ið fortelur, at her er talan um fremmand ferðandi, men onkur ráð eru til at taka kortini. Til dømis er altíð skilagott at ansa eftir, at bilurin ikki er ov stúvaður og viðførið er so lítið sjónligt, tí tað kann virka sum ein beinleiðisn innbjóðing til innbrot. Endin verður ofta, at ein rútur verður knústur, eins og eisini aðrar orsøkir kunnu vera til eitt rútaóhapp, ið krevur umvæling og hjálp sum skjótast, so ferðin kann halda fram. Hjálpin er nær Skuldi hent seg, at óhappið er úti og ein rútur onkursvegna er farin, er hjálpin nú nærri enn nakrantíð, tí Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt samstarvsavtalu við heimsins størsta bilrútaumvælara, Carglass. Henda avtala tryggjar, at kundar hjá Trygg­ ingarfelagnum Føroyar ikki nýtast at stúra fyri, hvussu ferðast skal víðari við brotnum rúti, tí hesum tekur Carglass sær av. Carglass hevur egna umboðan og sam­ starvs­felagar í flestu londum í Europa, so hendir óhappið, er bert at seta seg í samband við Carglass í Danmark á telefonnummari +45 70 11 99 11, so verður beinanvegin ávíst til eitt Carglass-verkstað nærhendis. Teleon teirra svarar alt samdøgrið. Samstarvsavtalan merkir, at umvælingin verður gjørd og at Carglass avroknar bein­ leiðis við Tryggingarfelagið Føroyar, so tann ferðandi einki skal hava at hugsa um. Sostatt er eingin orsøk til at stúra fyri, at ein knústur bilrútur skal merkja eina knústa uttanlandsferð, um bert trygg­ingar­ viðurskiftini eru í lagi. Á ferð? Tá ferðast verður í útlondum, er bilurin altíð ein freisting hjá innbrotstjóvum, tí nummarplátan avdúkar, at talan er um fremmand ferðandi. Serliga eru teir stúvaðu bilarnir lokkandi. Um rúturin er knústur, so kann hann verða skiftur skjótt, og enntá kann hetta gerast uttan fyri hotell, tjaldingarpláss ella hvar tú ert staddur. Carglass er heimsins størsti bilrútaumvælari og hevur alla serfrøði á økinum. Í fl estu londum kring Europa hevur Carglass feløg ella samstarvsfelagar, so hjálpin er í nánd, tá óhappið rakar. Ring beinleiðis til Carglass í Danmark á telefonnummar + 45 70 11 99 11, sum svarar alt samdøgrið So avgreiðir Carglass neyðugu umvælingina og avroknar við okkum. Um neyðugt, seta vit okkum í samband við teg, tá tú ert komin heimaftur. Goym hetta saman við Reyða og/ella Grøna kortinum, ið tú eisini skalt hava við tær á ferð uttanlands í bili. F12, 03-2005.04.04 Tíðindaskriv frá Tryggingarfelagnum Føroyum: Knústir bilrútur merkir ikki knúst uttanlandsferð www.klaksvik.fo H E I M A S Í Ð A N H J Á K L A K S V Í K A R K O M M U N U Býurin, har mentanar- og vinnulívið ganga lið við lið Skapið framtíðina saman við okkum... til 1. juni 2006