Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 9. juni 2006 5 Løgtingið átti at rinda fyri, at onnur enn parlamentarikarar sluppu við á kvinnuráðstevnuna í Grønlandi, sigur Kári á Rógvu, løgfrøðingur og formaður í Javnstøðunevndini Javnstøða Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í Sosialinum í gjár hevði Rúna Sivertsen úr Fólkaflokkinum viðmerking, har hon sigur, at løgtingsumsitingin arbeiðir ímóti samtyktum. Málið snýr seg um, at løgtingsskivstovustjórin Súsanna Danielsen, avráddi, at bert kvinnur, sum eru parlamentarikarar sluppu á kvinnupolitiska ráðstevnu í Grønlandi. Men Rúna Sivertsen førir fram, at tað ikki var rætt at tulka tilráðingina frá Útnorðurráðnum soleiðis, tí í tilráðingini, sum løgtingið hevur samtykt, stendur: ”Vestnordisk Råd godkender den fremlagte rekommandation om at Rådet henstiller til Altinget, Landstinget og Lagtinget, at der afholdes seminarer for kvindelige parlamentarikere i de vestnordiske lande, samt repræsentanter for ligestillingsudvalg/råd, kvindeorganisationer og evt. andre, der beskæftiger sig med ligestilling. Seminarerne bør have som formål at kvindelige politikere kan udveksle idéer og erfaringer og styrke samarbejdet. Seminarerne skal holdes hvert andet år på skift i de tre lande. Finansiering skal afsættes på finansloven til udgifterne i forbindelse med seminarerne i de respektive landi.” Rúna Sivertsen sigur, at eingin ivi er um at ráðstevnan er ætlað kvinnuligar tinglimir, umframt umboð fyri javnstøðunevnd, kvinnu- felagsskapir og møguliga øðrum, sum arbeiða við javnstøðu og at fígging skal setast av á fíggjarlógunum hjá hvørjum landi sær. Kári samdur við Rúnu Kári á Rógvu, løgfrøð- ingur, er formaður í Javn- støðunevndini. Hann er samdur við Rúnu Sivertsen, um at løgtingið átti at rinda fyri, at onnur enn bert parlamentarikarar sluppu at taka lut á ráðstevnuni og ikki bert fyri parlamentarikarar. Kári á Rógvu sigur, at tað er ikki ókeypis at binda Føroyar í altjóða høpi. – Bæði í sambandi við kvinnupolitisku nevndina og kvinnupolitiska fundin annaðhvørt ár er samtykt, at vit skulu binda okkum at fremja ávís tiltøk, umframt at játta neyðugu miðlarnar til tess. Hetta má fylgjast upp við samskipan og játtanum, sigur Kári á Rógvu, sum hevur sent løg- tingsskrivstovuni skriv, har hann ger vart við, at løgtingið hevur samtykt at taka undir við Útnorðurráðnum at stuðla kvinnupolitiskum fundum. Breiður skari Kári á Rógvu sigur, at í samtyktini binda almennu Føroyar seg til, at fíggingin “skal afsættes på finansloven til udgifterne i forbindelse med seminarerne i de respektive lande.” – Løgtingið má tí finna fram til, hvussu hetta verður gjørt, um hetta skal játtast sum ein samla konto, ella játtast á ymsum konti til teir ymsu stovnar, ið skulu vera við, sigur Kári á Rógvu, sum heldur, at løgtingið ikki kann sleppa undan at játta pengar uttan at seta sína egnu samtykt, tilráðingina frá útnorðurráðnum og harvið okkara skyldur mótvegis øðrum londum til viks. – Tað, sum løgtingið má játta ella brúka av verandi játtan til er: “kvindelige parlamentarikere i de vestnordiske lande, samt repræsentanter for ligestillingsudvalg/råd, kvindeorganisationer og evt. andre, der beskæftiger sig med ligestilling”, sigur Kári á Rógvu, sum tulkar hendan setning soleiðis: – Hetta merkir greitt, at fevndi skarin er sera breiður, bæði tingfólk, javnstøðufólk og eisini onnur, ið fáast við javnstøðu, sigur Kári á Rógvu. Og hann greiðir víðari frá, at um so var, at løgtingsskrivstovan virkaði samsvarandi samtykt løgtingsins, so vóru pengar brúktir í øllum førum til at gjalda fyri, at javnstøðunevndin og nevndin fyri øktum leikluti fyri kvinnum í politikki sluppu við í hetta samstarvið. Stýrisskipanin brotin Og Kári á Rógvu rør framundir, at § 55 í stýris- skipanarlógni er brotin, tá hann sigur, at um játtanarskipanin verður hildin vera nøkur forðing, so má hon víkja, tí sjálvt løgtingslógir mugu, sambært stýrisskipanarlógini § 55, víkja fyri altjóða skyldum okkara. Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstovuni, sigur, at játtanin til løgtingið ikki kann brúkast til onnur enn parlamentarikarar Javnstøða Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, sigur við Sosialin, at hon er púra ósamd við tulkingina hjá Kára á Rógvu, formann í Javnstøðunevndini, og hon nevnir upp til fleiri grundgevingar fyri, hví løgtingsumsitingin bert valdi at rinda fyri parlamentarikarar og ikki fyri hini, sum eisini vera nevnd í tilráðingini hjá Útnorðurráðnum, sum løgtingið hevur samtykt. – Í fyrsta umfari má eg siga, at eg als ikki skilji, hvussu Kári á Rógvu kemur fram til, at vit hava avrátt nakað í stríð við stýrisskipanarlógina, sigur Súsanna Danielsen, sum greiðir frá, at ongin føroysk lóg er í ósamsvar við tilráðingina hjá Útnorðurráðnum. – Hetta er ongin altjóða sáttmáli og skal ikki tulkast soleiðis heldur, sigur Súsanna Danielsen. Feilur fyrstu ferð Og løgtingsstjórin greiðir víðari frá, at tá ráðstevnan var í Føroyum í 2004 setti løgtingið 60.000,- kr. av til ráðstevnuna, fundir, mat, útferðir og líknandi. Tá vóru eisini boðin fólk við, sum arbeiða við javnstøðu í Føroyum, eitt nú umboð fyri kvinnufeløg og javnstøðunevndina. Súsanna Danielsen viðgongur, at tað helst var ein feilur, at loyva øðrum við fyrstu ferð, tí tað hevur fingið fólk at halda, at allar útreiðslur skulu takast av játtanini hjá løgtininum. – Hesaferð avráddu vit at seta pening av til at senda kvinnuligar parlamentarikarar til Grønlands tí tað er ikki meiningin, at vit skulu rinda ferð og uppihald fyri ymisk fólk, sum fáast við javnstøðu, fyri javnstøðunevndina og fyri kvinnur sum eru varakvinnur hjá løgtingsmonnum. Tað hava vit snøgt sagt ikki fíggjarligu orku ella heimild til, sigur Súsanna Danilensen. Og hon nevnir, at tað so mangan kemur fyri, at løgtingið samtykkir eina tilráðing, men at tað ikki merkir, at slíkar tilráðingar skulu rindast av umsitingarkontoini hjá løgtinginum. Uppgáva fyri Javnstøðunevndina – Her hevði tað kanska júst verið upplagt at Kári á Rógvu og Javnstøðunevndin tóku málið upp, og syrgdu fyri, at tey, sum kunnu hugsast at hava gagn av at luttaka, fáa fígging til tað onkursvegna. Eitt nú kundi nevndin sent eina umsókn til Bjarna Djurholm, sum varðar av javnstøðumálinum, og heitt á hann um at seta pening av til ráðstevnuna, tá hon verður í Íslandi í 2008. Kvinnusamskipanin kundi eisini sent eina umsókn til landsstýrið og um onkur metir, at varakvinnur á tingi áttu at tikið lut, so kundu flokkarnir søkt um at fáa fígging til tess, sigur Súsanna Danielsen, løgtingsskrivstovustjóri. Og hon slær enn einaferð fast, at løgtingsskrivstovan kann ikki veita stuðul til onnur enn løgtingslimir, umframt, at fyri tey er talan í hesum førinum um eitt forum, har løgtingslimir samstarva á parlamentariskum støði. Fáið fígging til 2008 – Men alt hetta ger sjálvsagt ikki, at fleiri umboð ikki kunnu sendast til ráðstevnuna, sum verður í Íslandi í 2008, sigur Súsanna Danielsen, sum heldur tað vera upplagt, at Kári á Rógvu tekur málið upp í sambandi við fyrireikingarnar til komandi fíggjalóg. – Sum nú er, er vandi fyri at alt bara dettur niðurfyri vegna klandur og balladu, sigur Súsanna Danielsen at enda við Sosialin. Tað kostar at binda seg til altjóða samstarv Tað hevur verið upplagt, at Kári á Rógvu og Javnstøðunevndin tóku málið upp, so fígging fæst til vega til næstu ráðstevnu, sigur Súsanna Danielsen. Kári á Rógvi hevur sent løgtingsskrivstovuni skriv, har hann ger vart við, at løgtingið hevur samtykt at taka undir við Útnorðurráðnum at stuðla kvinnupolitiskum fundum. Kári á Rógvu: Løgtingið rindar bert fyri løgtingslimir