fríggjadagur 9. juni 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 109 - 9. juni 2006
Stutt sagt
Norkur country sangari
vitjar í september
Tað er kanska góð tíð
enn, men tey sum dáma
væl countrytónleik og –
dans, kunnu longu nú
byrja at gleða seg til árli-
ga country-dansin, sum
AB skipar fyri.
Í ár verður hesin hildin
ann 16. september, og
verður tað aftur í ár
Ítróttarhøllin á Hálsi í
Havn, sum verður kar-
mur um tiltakið.
Høvuðsnavnið er nor-
ski Ove Støylen, sum
hevur verið sera vælum-
tóktur, og afturat sær
hevur hann Twilight, so
keðiligt verður tað undir
ongum umstøðum.
AB-stuðlarnir siga frá,
at forsølan til dansin
verður lýst nærri innan
alt ov langa tíð.
-mørk
Læra at seyma skinn í Vági
Í døgunum 29. juni til 6.
juli verður skeið í at
seyma skinn. Hetta er
ein máti at seyma skinn
saman, sum norðmenn
hava gjørt í øldir. Tað er
Sirri í Vági, sum stendur
fyri skeiðnum, og hava
tey fingið Ingrid Strand
úr Noreg at halda skeið
ið.
Ingrid er væl kend í
Noreg, har hon í drúgva
tíð hevur arbeitt við ald
argamla siðnum. Um
framt skeiðið, verður
talan eisini um áhugaver-
dan fyrilestur, har ríka
søgan handan skinnfell
eisini verður verður lýst.
-mørk
Føroysk listainnrás í Íslandi
Verk hjá ikki færri enn 33 føroyskum listhandverksfólkum eru í løtuni á
veg til Íslands, har tey skulu sýnast fram á Listasavninum í Hveragerði
Tær liggja ikki á tí latu
síðuni, tær báðar Randi S.
Vang og Jónhild Johanne
sen, sum vit serliga kenna
frá afturvendandi listhand
verkstevnuni Gluggaglæma
seinnu árini. Í gjár stóðu
tær klárar á Eystaru Bryggju
í Havn at taka ímóti, tá verk
hjá ikki færri enn 33 før
oyskum listhandverkarum
skuldu fáast upp á plass í
eini stórari bingju, sum nú
er á veg til Íslands.
“Grannagróður”
Í Íslandi verða verkini part
ur av íslendskt/føroysku
framsýningini “Grannagróð
ur” á Listasavninum Árnes
inga í Hveragerði. Fram
sýningin er komin í lag,
eftir at stjórin á savninum,
Birna Kristiansdóttir, hevði
hoyrt um føroysku fram
sýningina Upprák, ið Randi
og Jónhild skipaðu fyri í
Norðurlandahúsinum
og
Müllers Pakkhúsi í fjør.
Birna Kristiansdóttir ferðast
javnan runt í Norðurlondum
at kunna seg um lokalt
listhandverk, og eftir at
hava sæð Upprák bjóðaði
hon Randi og Jónhild at
skipa fyri framsýning í
Hveragerði.
Tær báðar hava síðani
sett seg í samband við 33
føroysk listafólk, ið tær
saman halda umboða før
oyskt listhandverk serliga
væl – bæði hvat viðvíkur
dygd og fjølbroytni. Við á
framsýningini verða sostatt
dømi um sniðgeving, bind
ing, tøving, videolist, grót
list, møbilsnið, leirlist,
seyming, bein/hornlist,
myndlist og veving. Flestu
av listafólkunum hava fleiri
verk við, ið eru gjørd serliga
til hesa framsýningini. Í
næstu viku fara Jonhild og
Randi so til Íslands, har tær
skulu standa fyri stóru
avbjóðingini at seta óvan
liga fjøltáttaðu framsýn
ingina saman.
Íblástur til umstøður
Í Íslandi fara Jónhild og
Randi eisini at kunna seg
um, hvussu lista- og hand
verks verkætlanir sum eitt
nú Gluggaglæma verða
skipaðar har. Til dømis tók
íslendska Forsetamálaráðið
í 1994 stig til stóru verk
ætlanina
Handverk
og
Hönnum, sum verður fíggj
að av Forseta-, Almanna-
og
Vinnumálaráðunum.
Birna Kristiansdóttir er í
løtuni nevndarformaður í
verkætlanini, ið hevur til
endamáls at stimbra ís
lendskt listhandverk, skapa
útbúgvingarmøguleikar og
sum heild økja um tilvit
anina um týdningin av
íslendskum listhandverki –
bæði sum partur av landsins
mentanararvi og sum týð
andi partur av modernaðum
íslendsku vinnulívi.
Randi og Jónhild dylja
ikki yvir, at tær kundu ynskt
sær eina líkandi skipan at
virka undir í Føroyum. At
áhugin bæði uttanlands og
millum listafólk herheima
fyri føroyskum listhand
verki bara veksur er hendan
framsýningin
í
Íslandi
kanska besta dømi um. Men
eftirhondini sum arbeiðið
við hesum verkætlanum
hevur vundið uppá seg, er
tað eisini vorðið munandi
meir orkukrevjandi. Tí
hevði tað verið ynskiligt, at
játtan var sett av, so
umstøður og arbeiðsfriður
varð at skipa hetta arbeiðið
meir miðvíst og saman
hangandi, siga tær báðar.
Listhandverk
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyska listhandverksframsýningin »Grannagróður«
verður at síggja á listasavninum Árnesinga í Hveragerði í
tíðarskeiðinum 24. juni til 30. juli. Í oktober verður høvi at
síggja framsýningin í Norðurlandahúsinum.
Við á framsýningini verða:
Torkil Vilhelmsen, (møbilsnið); Poulina Jóanesardóttir
og Tita Winther, (veving); Oddny í Lon, Marita Guttesen,
Arndis Lindberg, Tóra Bærentsen, Poulina av Steinum, Wanja
Petersen og Gisley Bonde (binding); Jóna Dalsgarð, Guðrið
í Stórustovu, Malan á Lofti, Inga Maria Vang, Katrina í Geil,
Berit Heinesen, Randi Olsen, Anna Kristin Bæk, Jóhanna
Reginsdóttir av Steinum og Dania Danilesen (snið); Ása
Hátún, Hanne Lisa Falk, Maria Mørkøre, Astrid Andreassen og
Guðrun Elttør (tøving og tekstil); Marita S. Sigurðardóttir og
Beinta Vilhelmsen (seyming); Daniel P. Lamhauge (smykkur);
Eyðun Dal-Christiansen (grótlist); Guðrið Poulsen (leirlist);
Oggy Lamhauge og Jóna Rasmussen (grafikk) og Martin
Mohr Olsen (videolist)
FAKTA
Tað tók eina løtu hjá teimum báðum Randi S. Vang og Jónhild Johannesen at fylla bingjuna, sum nú er á veg til Íslands, á tremur
við føroyskum listhandverki
Nýggja barnaverndarlógin
á breddan
Týskvøldið kl. 19:00
skipar Føroya Pedagog
felag fyri almennum
fundi í Miðlahúsinum í
Vágsbotni. Evnið hesa
ferð er nýggja barna
verndarlógin, sum byrj
aði at virka í 2006
Fyrilestrar og kjak
Fyrilestararhaldarar á
fundinum verða Birita L.
Poulsen og Anna Dam. Á
fundinum fara tær báðar
at greiða frá høvuðsin-
nihaldinum í barnavern-
dinalógini, har dentur
verður lagdur á, hvørjar
fyriskipanir kunnu setast
í verk eftir lógini. Eisini
verður komið inn á frá
boðanarskylduna hjá fak
fólki.
Birita L. Poulsen, løg
frøðingur, arbeiðir hjá
Løgtingsins
Umboðs
manni. Birita hevur áður
starvast á Almanna- og
Heilsumálaráðnum, har
hon m.a. hevur verið við
til at tilevna nýggu barna
verndalógina.
Anna Dam, advokatur,
er leiðari á Barnavernd
arstovu Føroya, og fer
hon at greiða frá virk
seminum
higartil
á
nýggja felagskommunala
stovninum.
Fundurirn varir í um
leið 2 tímar. Møguleiki
verður eisini at seta fyri
lestrarhaldarunum spurn
ingar, samstundis sum at
lagt verður upp til kjak.
Fundur