fríggjadagur 9. juni 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 9. juni 2006
7
– Hóast torført er
at fylgja við øllum í
dag, nú alt gongur
so skjótt, er tað
hugaligt at síggja,
at tað eru fólk, sum
vilja royna – eisini í
hesum nýggju tíðum,
sigur Jógvan I. Olsen,
fyrrverandi skipari og
løgtingsmaður
Prát
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jógvan I. Olsen, fyrrverandi
skipari og løgtingsmaður,
er pápi Anfinn Olsen,
sum saman við konu síni,
Elisabeth Eldevig Olsen,
nú varða av heili átta skip
um í føroyska fiskiskipa
flotanum.
Jógvan var kendur sum
skipari, og mongu árini á
tingi gjørdu hann eisini
kendan í politikki, har
hann eitt skifti eisini var
landsstýrismaður í fiski
vinnumálum.
Pápi Elisabeth er heldur
ikki
hvør
sum
helst.
Ditleif Eldevig var í fleiri
ár stjóri á Fiskamarknaði
Føroya og var við til at
byggja upp eina føroyska
uppboðssøluskipan. Hann
hevur eisini verið við í
øðrum vinnulívi og var eitt
nú stjóri á Havsbrún í fleiri
ár, har hann var við til at
leggja lunnar undir felagið.
Mammurnar hjá Elisa
beth og Anfinni, Rosa
og Hildibjørg, eru ikki
umrøddar í hesum umfari,
men fyri tann skuld eru tær
ikki gloymdar.
Ein nýggj tíð
Jógvan I. Olsen sigur, at
nú hann ikki longur er við
í vinnulívi, men stendur
á síðulinjuni og fylgir
gongdini, fegnast hann um,
at tað eru fólk, sum vilja og
tora at taka tøk – eisini stór
tøk, sum tað er at gera so
stórar íløgur í vinnulív.
Sjálvur eigur Jógvan
enn ein minni part í línu
skipinum, Mascot, men
er annars leysur av øllum
vinnulívi.
– Jú, tað er so vist, at
váði er í slíkum íløgum,
men vit vóna øll, at hetta
eru góðar íløgur, sum verða
til gagns fyri felagið, ið
eigur íløgurnar, fiskimenn
og samfelagið sum heild.
Jógvan veit ikki, hvat tað
hevur kostað P/F Framherja
at keypa Krúnborg og tey
rættindi, skipið hevur, men
hann ivast onga løtu í, at
talan er um eina rættiliga
stóra íløgu, sum sonurin
og verdóttirin saman við
íslendingum hava gjørt.
– Vit, sum eru úr einum
øðrum ættarliði, duga ikki
rættiliga at ímynda okkum,
hvussu so stórar íløgur
skulu fáast at hanga saman.
Men her er ivaleyst talan
um framtíðaríløgu, har
nógv verður goldið fyri tey
veiðirættindi, sum skipið
hevur.
Jógvan vísir á, at soleið
is, sum gongdin við uppi
sjóvarfiski er í løtuni,
bendir mangt á, at hesin
fiskur veksur í virði – við
teimum møguleikum, sum
í dag vísa seg at vera við
meirvirking umborð.
– Við meirvirking kann
meira fáast burtur úr hvørj
um tonsi, og hetta merkir
so aftur, at kvoturnar gerast
meira verdar, sigur hann.
Jógvan I. Olsen ásannar
tó, at hetta er ein heilt onnur
tíð, har torført er hjá honum
og øðrum, sum áður hava
fingist við skiparakstur, at
fylgja við.
– Vit síggja jú, at fólk glað
beint seta pening í oljufeløg,
sum geva undirskot. Hetta
er nakað, sum vit, ið hoyra
til eitt annað ættarlið, ikki
rættiliga duga at skilja.
Nýggj tøkni
Hann vísir eisini á tøknina,
sum í hasara tíð var ein býur
í Kina, sum hann tekur til.
– Vit, sum eru komin upp
í árini, eru analfabetar, tá
ið ræður um tøkni. Eg vil
siga, at vit soleiðis eru sett
uttanfyri, sum Jógvan I.
Olsen málber seg.
Fyrrverandi skiparin og
løgtingsmaðurin
leggur
dent á, at tað, sum ikki
gongur frameftir, stagnerar
– og at enda gongur aftur
á.
– Tíðin gongur sína leið,
og inflatión er í tíðini.
Hinvegin kann vera rætt við
hvørt at stabilisera seg, sum
Jógvan I. Olsen tekur til.
Hann vísir á, at teir gomlu
skipararnir luktaðu, hugdu
og hoyrdu, og soleiðis
fingu teir eitt serstak innlit
í náttúruna.
– Í dag finnir nýggja ættar
liðið út av øllum hesum
við tøkni, sigur Jógvan I.
Olsen.
Eingin vil upplýsa
keypsprísin fyri
Krúnborg og tey
veiðirættindi, sum
skipið hevur, men
millum manna skilst,
at prísurin helst er
omanfyri 300 mió
krónur
Skipafloti
Vilmund Jacobsen
Myndir: Skipalistin
Við keypinum av kombiner
aða nóta-og trolskipinum,
Krúnborg, eiga feløgini, sum
hjúnini, Elisabeth Eldevig
Olsen og Anfinn Olsen
saman við íslendska stór
felagnum, Samherja, varða
av, nú tvey uppsjóvarskip,
ein flakatrolara, fýra ísfiska
trolarar og eitt línuskip.
Í felagnum Framherji, sum
varðar av størra helming
inum av partapeninginum,
eiga hjúnini hvør sín trið
ing, meðan íslenska felagið,
Samherji, eigur ein triðing.
Eingin prísur
Hvørki keypari ella seljari
vilja upplýsa prísin, sum
Krúnborg er seld fyri, men
millum manna sigst, at
talan er um størstu íløgu í
føroyskari fiskiskipasøgu.
Tøl sum meira 300
mió. krónur fyri skip og
veiðirættindi eru nevnd,
men eingin vil vátta hetta.
Upplýst er tó, at íslendingar
bjóðaðu 185 mió. krónur
fyri Krúnborg, men tá tóku
eigararnir ikki av.
Onkur hevur mett, at
keypsprísurin helst er einar
tvífalt so stórur, sum virðið
er á sjálvum skipinum.
Eingin ”sorg”
Tað var sorgardagur í Sør
vági, tá ið ein meiriluti
av partaeigarunum í P/F
Vesturvón avgjørdu at selja
flaggskipið í Vágum, men
nú Framherji eisini hevur
keypt flaggskipið í føroyska
uppsjóvarflotanum, hoyrist
einki um sorgardagar í
høvuðsstaðarøkinum.
Hetta er kanska heldur
ikki so undarligt, tí stórur
munur er á, hvønn týdning
Vesturvón hevði fyri Sør
vág í mun til týdningin,
Krúnborg hevur fyri høv
uðsstaðarøkið.
Átta skip
Skipini,
sum
hjúnini,
Elisabeth E. Olsen og
Annfinn
Olsen
saman
við
íslendingum
varða
av, eru nú átta í tali. Hesi
eru
pelagisku
skipini,
Krúnborg og Høgaberg,
flakatrolarin
Vesturvón,
ísfiskatrolararnir, Akranes,
Dragasund, Vesturleiki og
Vestursøki – og áttanda skip
ið er línuskipið, Stapin.
Fiskiskipaflotin hjá
hjúnunum, Elisabeth
og Anfinni Olsen
Kombineraða trol-og
nótaskipið, Krúnborg
(1999), er nýggjasta
fiskifarið hjá P/F Framherja
Vesturvón (1987) er flaka
trolari – og næstseinasta skip
ið, sum felagið hevur keypt
Akranes (1980) er ísfiska
trolari, fyrrverandi
Topas og Leivur í Hesti
Dragasund (1981) er
ísfiskatrolari, fyrrverandi
Sardis og Dragaberg
Høgaberg (1979)
var fyrsta pelagiska
skipið hjá felagnum
Jógvan I. Olsen:
– Ein onnur tíð
Vesturleiki (1990) er
ísfiskatrolari, fyrrverandi
Polarhav
Vestursøki (1990)
er ísfiskatrolari,
fyrrverandi Stjørnan
Stapin (1988) er
línuskip, fyrrverandi
Gandi (úr Íslandi)