fríggjadagur 9. juni 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 109 - 9. juni 2006
– Tann føroyski bát
urin er gjørdur serstakt
til okkara farvatn.
Hann verður ikki tikin,
sigur Terje Reinert Jac
obsen, bátasmiður í
Kollafirði.
Higartil hevur hann
latið sjey føroyskar
bátar úr hondum.
Bátasmíð
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kollafjørður: – Eg eri
beint nú í ferð við at leggja
stiklarnar, sigur Terje.
Hann er í løtuni í ferð við at
smíða eitt nýtt seksmannafar
til ein mann í Leynum.
Tá stiklarnir eru lagdir,
skulu bondini fellast í, og
síðani verða bekkir, tollar
og annað sum hoyrir til gjørt
liðugt.
– Gongur tað soleiðis sum
tað ger beint nú, verði eg
liðugur við bátin um einar
tríggjar vikur, sigur Terje.
Hetta verður ein bátur sum
skal hava páhangsmotor,
men uttan stýrihús. Eitt
slíkt arbeiði tekur vanliga
7-8 vikur í arbeiðstíð.
Eftir hetta standa tríggir
bátar og bíða eftir at verða
umvældir av Terja. Talan er
um ein seksæring, eitt átta
mannafar og eitt fýramanna
far. Líkt er til, at hann verður
ikki arbeiðsleysur við tað
fyrsta!
– Einki er tó so spennandi
sum at byggja ein nýggjan
føroyskan bát, sigur báta
smiðurin, sum hevur arbeiðs
stað sítt í sethúsunum á Kjal
nesi.
Tann føroyski er best
Hóast honum dámar best at
smíða teir føroysku bátarnar,
tekur hann sum vera man
fegin við tilboðnum um at
umvæla bátar.
Terje er tó fult greiður um,
at tað helst altíð verða fleiri
umvælingar enn nýbygningar
frá hansara síðu.
Eins og aðrir føroyskir
bátasmiðir kann Terje bara
staðfesta tann veruleikan, at
plastbátarnir og bátarnir úr
glasfipri eru vaksandi í tali.
– Men, sigur Terje. – Vit
hava kortini brúk fyri tí
føroyska bátinum.
– Tann føroyski báturin
er nógv róligari í sjónum og
so er hann tryggari eisini.
Hann er gjørdur til okkara
farvatn, meðan hinir ikki eru
eins sjógóðir sum hann, slær
hann fast.
Sjódygdin er eitt, men
kostnaðurin er eisini ein
partur av málinum um tann
føroyska bátin.
– Bæði tann føroyski bát
urin og glasfipurbáturin
skulu jú haldast viðlíka. Og
tja, eg veit ikki, men tað er
ein spurningur um ikki tann
føroyski báturin er bíligari,
tá samanum kemur.
Góðan lærumeistara
Terje er útlærdur húsasmiður,
men hevur altíð havt stóran
áhuga fyri tí gamla hand
verkinum, og herundir eisini
føroyskt bátasmíð.
Hann var í læru hjá einum
av teimum góðu og gomlu
føroysku bátasmiðunum,
Símun Johan Wolles.
– Símun Johan, – ja, hann
dugdi sítt fak. Tað er eingin
ivi um tað. Eg kundi neyvan
fingið betri lærumeistara
enn hann, slær Terje fast.
Terja dámdi sera væl tey
modellini, sum lærumeistari
hansara nýtti til sítt arbeiði.
Og tað eru tí eisini hesi sum
eru grundarlag undir teimum
bátunum, sum í dag verða
smíðaðir á Kjalnesi.
Síðani Terje av álvara byrj
aði at smíða føroyskar bátar
eru sjey latnir frá hansara
hond, meðan tann áttandi í
løtuni stendur í gerð.
Seinasti
nýbygningur
hansara er tann báturin, sum
Kiwanis-felagsskapurin fer at
burturluta á ólavsøku í ár.
– Í løtuni havi eg onga
bílegging uppá nakran nýggj
an bát. Men tað fer vónandi
at koma, sigur Terje.
– Einki er
sum tann
føroyski
báturin
Hetta seksmannafarið er áttandi nýbygningurin
hjá Terja. Enn hevur hann ikki smíðað nakran
kappróðrarbát. Teir verða gjørdir øðrvísi enn ein
vanligur føroyskur bátur
Mynd: Jens Kr. Vang