fríggjadagur 9. juni 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 9. juni 2006
Frítíðarskúlin í Stoffa
lág í Havn flytir til
Hoyvíkar. Hetta er
sum ætlað, men øvugt
av tí, sum foreldur,
børn og starvsfólk
hava fingið at vita, so
fylgja starvfólkini ikki
við av sær sjálvum,
men teimum stendur
frítt fyri at søkja starv
á nýggja stovninum.
Fleiri børn við
serligum tørvi, og sum
ikki hava gott av ov
nógvum broytingum,
eru á stovninum. For
eldrini eru skelkað
av møguligu broyt
ingunum
Frítíðarskúli
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
At Frítíðarskúlin í Stoffalág
60 flytir í nýggj høli við Hoy
víkar Skúla, er ikki nakað
nýtt, men ein løgd ætlan, ið
verður fylgd.
Og sum so er onki galið
í hesum.
Onnur boð
Hinvegin hava starvsfólk og
foreldur verið kunnað um
gongdina og fingið at vita, at
sjálvandi fylgja starvsfólkini
frá Stoffalág 60 við, tá flutt
verður; hetta hevur alla
tíðina ligið í kortunum.
Men hósdagin fingu tey
so onnur boð, sambært ein
um pápa, ið hevur barn á
stovninum.
Pápin, sum Sosialurin hev
ur tosað við, er skelkaður av
gongdini.
– Hósdagin fingu vit at
vita, at starvsfólkini kortini
ikki flyta við í flytingini av
sær sjálvum, men tey hava
sjálvandi møguleika at søkja
starv á nýggja stovninum.
Hetta er skelkandi, tí vit
hava verið í góðari trúgv, og
óivað starvsfólkini eisini,
sigur pápin.
–
Foreldrabólkurin
umrøddi støðuna hósmorg
unin og semja var um, at hetta
átti ikki at fara framvið uttan
átalu. Vit hava verið sera væl
nøgd við frítíðarskúlan og
starvsfólkini har, og hetta
hava tey ikki uppiborið.
Børn við
serligum tørvi
Orsøkin til, at tað er so um
ráðandi við somu starvsfólk
um er m.a., at fleiri børn við
serligum tørvi eru í frítíðar
skúlanum. Tey hava ikki gott
av ov ógvusligum broytingum,
so sum starvsfólkaskifti.
– Sum um tað ikki var nóg
mikið við tí, at tey skulu
flyta í nýggjar umstøður,
sigur pápin, sum er millum
teirra, ið hava barn við ser
ligum tørvi.
Hann metir handfaringina
av málinum at vera illa
umhugsaða.
– Hetta fer at geva órógv
í okkara heimi eftir summar
frítíðina, staðfestir óttafulli
pápin, sum hugsar um barn
sítt, ið ikki hevur óneyðuga
órogv í gerandisdegnum fyri
neyðini.
At barnið hevur fingið at
vita, at bert sjálvar hølisum
støðurnar verða broyttar,
men at nú eisini starvsfólk
kortini verða skift út, er als
ikki nøktnandi, sambært
pápanum, ið ásannar, at for
eldrini neyvan kunnu broyta
gongdina, men at neyðugt er
at gera vart við viðurskiftini.
Sosialurin ætlaði at fáa
eina viðmerking frá umsit
ingini hjá Tórshavnar Býráð
um viðurskiftini, men rætti
viðkomandi er ikki at hitta
hesa vikuna og er ikki aftur
fyrr enn í næstu viku.
Jens Guð er íslendsk
ur miðlamaður við
skili fyri tónleiki.
Hann hevur nú í
mong ár havt stóran
áhuga fyri føroyskum
tónleiki og hevur
stórt innlit og fylgir
væl við. Jens Guð er
heimmildarmaður hjá
Sosialinum í Íslandi
og hann hevði eisini
leitað sær á Asfalt at
hoyra nakað av tí, ið
fer fram á føroyska
tónleikapallinum
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Íslendski tónleikaserfrøðing
urin Jens Guð leitaði sær á
Asfalt seinasta vikuskifti.
Hann hevur seinnu árini ogn
að sær serkunnleika innan
føroyskan tónleik og hann
fylgir væl við.
Hann fegnast um tað hann
sá, men okkurt er eisini, ið
hann hevur hug at havast at.
Honum eydnaðist ikki
at hoyra fyrstu bólkarnar
fríggjadagin, men tað hann
hoyrdi, gjørdi hann fegnan
og bilsnan.
– Eg hoyrdi fyrstuferð
um Asfalt á Atlantic Music
Event í Reykjavík og tað
undraði meg, at tað ber til
at savna 60 føroyskar bólkar.
Hafnafjørður og Kópafjørður
svara til Føroyar í fólkatali,
men neyvan ber til at savna
meira einn 10-15 bólkar har.
Og í teimum mongu ymsu
plássunum kring Ísland til
samans ber neyvan til at
savna 60 íslendskar bólkar
til ein festival, tí í hvørjum
stað eru ofta ikki fleiri enn
ein ella tveir bólkar, sigur
Jens Guð
– Og so skal havast í huga,
at størstu nøvnini vóru ikki
við á Asfalt, so sum Eivør,
Týr, Teitur, Yggdrasil, GoGo
Blues og onnur, sigur Jens
Guð.
Men hóast hetta, so metir
hann ikki, at hetta merkti
festivalin, tí hann hoyrdi so
nógv áhugavert, at hann als
ikki eydnaðist at hoyra alt, ið
hann hevði settt sær fyri.
– Bólkarnir, ið eg hoyrdi,
vóru so áhugaverdir, at eg
kundi ikki fara frá teimum
fyri at lurta eftir onkrum
øðrum um somu tíð, greiðir
Jens Guð frá.
Makrel og Side Effect
– Eg kom nakað seint til
Havnar. Hetta var eg sjálvur
orsøk til, og eisini spældi tíð
armunurin millum Ísland og
Føroyar inn, men eg sá ikki
fyrstu bólkarnar, hóast fleiri
vóru, ið eg fegin vildi sæð.
Fyrsti bólkur eg hoyrdi var
Makrel. Tað merkir, at eittnú
Marius, Lena og Hanus
høvdu spælt og tey hevði eg
fegin viljað hoyrt. Eg havi
hoyrt tey øll í Íslandi og tey
eru øll góð á palli. Lena ger
góðar fløgur, men er framúr
góð á palli, sigur Jens Guð.
– Hetta var sjeynda ferð
in eg hoyrdi Makrel á palli
síðani 2002, og eg troyttist
ikki av teimum. Rasmus er
ein av mínum yndis solo
guitarleikarum, og tað er
ein frøi at uppliva, hvussu
hansara stílur er púra náttúr
ligur og heimahoyrandi hjá
honum, metir Jens.
– Side Effect havi eg ikki
upplivað áður. Onkur segði
mær tó, at teir spæla punk
rock og annar, at talan er
um techno. Bæði eru røtt,
tí talan er um techno punk.
Teirra orkumikli tónleikur
blásti meg púra burtur og tók
meg av fótum. Teir hugnaðu
sær og og høvdu so nógva
orku. Eg hugnaði mær og
mátti fáa hendur á nýggju
fløgu teirra, sum eg lurti
nógv eftir fyri tiðina, sigur
Jens Guð.
Fleiri góð.
– Eg fari ikki at reksa øll
nøvnini upp, tí so gerist
eg keðiligur og endurtakið
meg sjálvan. Eg hevði upp
livað 15 av nøvnunum á
Asfalt á palli áður og var
fegin at síggja tey aftur – og
sjálvandi keddur um tey, ið
eg ikki náddi at hoyra. Men
tað var gott eisini at hoyra
okkurt nýtt, sum Rókur t.d.,
ið eg upplivdi, tá eg legði
leiðina framvið Cippo, og
hann rúnarbant, so eg fór
ikki avstað aftur, greiðir
Jens frá.
– Eisini var gott at síggja
Anniku Hoydal á palli aftur.
Harkaliðið var væl umtókt í
Íslandi í sjeytiárunum, ella
kanska áðrenn tað. Hon
skuffaði ikki á palli. Góð
og livandi og við góðum
bólki. Stuttligt hjá mær at
uppliva Kaj, sum annað enn
trummuleikara, tí eg kenni
hansara góða trummuspæl
frá Taxi, sigur Jens Guð.
– Høgni er ein tónleikari
við eini enn betri framførslu
á palli, enn hansara annars
frálíku fløgur, tí hann hugnar
sær veruliga. Sum heild
var Asfalt perfekt. Mangir
bólkar á høgum støði. Eitt
minus var tó, at ov nógvir
áhugaverdir bólkar spældu
samstundis, men tað hjálpti,
at so nógv ymisk sløg av
tónleiki vóru. Og tað var væl
hugsað at hava alt tiltakið á
einum lítlum øki og veðrið
hepnaðist eisini væl, so eg
hevði góðar upplivingar og
gleði meg til næstu ferð,
sigur Jens Guð.
(Les í næstu viku; Jens
Guð um tað, at føroyskir
bólkar hava ensk nøvn og
syngja á enskum)
Jens Guð fegnast um Asfalt
Foreldur skelkað av hand-
faring av dagstovnaflyting
Tann 13.juni verður
skipað fyri ment
anartiltakið við gamla
kommunukontórið
í Vági. Húsini eru
gomul og verða tikin
niður dagin eftir
tiltakið, men fyrst
skal søgan minnast
Søga og mentan
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Gamla kommunukontórið í
Vági var einaferð stásiligt
hús og m.a. finst mynd,
har Margretha Drotning
sum smágenta stendur og
veitrar á altanuni á hesum
húsunum.
Ovast í einum skjøldri er
glaspláta, har vøkur slupp
er málað á. Tað var Moréll,
maður Ruth Smith, ið málaði
hetta. Og ætlanir eru um at
varðveita hetta vakra minni,
men restin av húsinum er
ikki til at bjarga.
Seinastu árini hevur Mið
námsskúlin nýtt bygningin
sum bókasavn og í nøkur ár
hevur Musikkskúlin eisini
nýtt hølini.
Søga
Men alt hetta gerst brátt
søga, tí mikudagin 14. juni
verða húsini tikin niður.
Tíðarinnar tonn er farin
við húsum, ið ikki standa
til at bjarga.
Men dagin fyri, tann 13.
juni, verður tiltak í hús
inum, har søgan verður í
hásæti, innan húsini falla.
Talan verður um tiltak
við røðum, gomlum mynd
um og tónleiki.
Titakið snýr seg í stuttum
um søguna frá 1930 og til
dagin í dag. Og so geva
ymisk eitt boð uppá, hvussu
tey ímynda sær seg sjálvan,
Vág og Suðuroynna um
30 ár, sigur Ulf Nordlund,
stigtakari.
Røðarar vera ymisk,
ið hava havt við húsið at
gera millum ár og dag
og tey, ið geva boð uppá
framtíðarútlit í Vági.
Røðarar eru Amy Eyst
berg, ið tænti í húsunum
í tríatiárunum, Torleif
Augustinussen, Jógvan
Krosslá, Torgerð Suðuroy,
Johan Dahl, Dennis Holm,
Christian Solberg og Egil
Steintórsson vegna VB og
Johild og Katrin vegna Mið
námsskúlan. Kirsten Strøm
Bech, borgarstjóri, endar
tiltakið.
Tónleikinum standa mus
ikkskúlanæmingar fyri,
eins og Niels Nolsøe spæl
ir klaver og Sigmundur
Olsen og Karin Brattaberg
syngja. Eisini luttaka trou
badourarnir Niels Petur
Nolsøe og Arnfinn Thom
assen.
Tiltakið byrjar klokkan
19:15.
Vágbingar
siga farvæl við
søguligt hús