Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 109 - 9. juni 2006 Seinnapartin í dag byrjar HM-endaspælið í fótbólti. Hóast Føroyar – kanska sjálvsagt – ikki eru partur av fína selskapinum, sum spælir í Týsklandi, so er einki at ivast í, at stórur partur av landinum fer at sita við skíggjan, hóast fagrasta summarveður til tíðir kann vera uttanfyri. Ella kanska verður sjónvarpið bara drigið út í tún onkr­ an dagin. Tí hvussu víkir og vendir, so hevur fót­ bólturin seinnu árini ment seg til at verða størsti undirhaldsídnaðurin í heiminum. At kalla øll hava eina meining um, hvørt talan var um brotsspark ella. Hvør spælari skaraði framúr í einum dysti, ella hvussu tann og tann dómarin dømdi. Hetta eru alt lutir, sum kunnu fáa sinnini í kók til tíðir, men júst tí er týdningarmikið at minnast til, at fótbóltur í veruleikanum er undirhald. Talan er um eitt spæl, sum allur heimurin er follin fyri, og tí er sjálv­ andi altavgerandi, at spælið sjálvt verður hildið í hásæti. Tað kunnu vit í Føroyum kanska ikki gera so nógv við, tá fremstu fótbóltstjóðirnar dystast í Týsklandi. Men hetta er tó nakað, sum vit øll eiga at leggja okkum geyma. Ikki minst, nú heimliga kappingin tykist hava fingið hópin av negativari umtalu fyrstu umførini umførini í ár. Negativa umtalan hevur sjálvandi sínar orsøkir, men vit øll – spælarar, dómarar, leiðarar og áskoðarar – eiga øll at geva okkara íkast til, at hetta ikki fær gróðrarfesti. Og tað gerst bert við at vísa góðar tankar og føgur orð í verki. Gott fótbóltssummar! DAGSINS MEINING Sosialurin Summar á skíggjanum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Viðmerkingar til Danjal Petur Højgaard, kommunulækna Danjal Petur Højgaard (DPH) hevur í bløðunum nú um dagarnar áhugaverda grein undir yvirskriftini “Komm­unulæknar í Før­ oyum eftirbátar”, har hann m.a. kemur inn á ar­beiðið hjá Almanna- og heilsumálaráðnum við­víkj­ andi EPJ (tað sum vit kalla Talgilda heilsuskipan, stytt THS). Vit í Almanna- og heils­u­ mál­a­ráðnum kenna til menn­ ing­ararbeiðið og tær visjónir, DPH hevur viðvíkjandi tal­ gild­ing av føroyska heils­u­ verk­inum, og meta vit hesar verða rættuliga framskygdar og fult í tráð við tað skipan, sum AHR er í ferð við seta í verk. DPH metur, at byrjanin av verkætlanini varð skeiv við tað, at hetta varð frá­boð­að sum ein skipan fyri sjúkr­a­ húsverkið, men at komm­un­ u­læknarnir vóru væl­komn­ir við um teir ynsktu tað. Tað kann vera, at útmeldingin ikki hevur verið nóg beinrakin. Men grundin til hetta er, at AHR ikki metti seg kunna seta sum krav at kommunulæknarnir eru við, av tí at tað eru komm­un­ur­ nar sum gjalda KT-í­løg­ur­ nar og raksturin fyri komm­ unulæknarnar. Hin­vegin mettu vit og meta vit, at hetta er ein skipan, sum hevur so stórar fyrimunir, serliga fyri borgararnar, men eisini fyri kommunulæknarnar, og at hetta verður eitt “must” í heilsuverkinum. Til dømis eru 60-70% av øll­um blóðroyndum og rønt­ gen­kann­ingum bílagdar av komm­unulæknum Vit hava frá byrjan av havt komm­un­u­lækn­ar­nar við í verkætlanini, bæði í stýrisbólki og í pro­jekt­bólk­ um, og umboð fyri báð­ar komm­un­u­fe­l­ags­skap­ir­­nar hava eisini verið við í stýr­is­ bólk­inum. Tann kritikkur komm­un­ u­læknarnir í Tórshavn føra fram, er at hetta ikki er ein skræddaraseymað skip­an til kommunulæknarnar, at fak­t­ureringsfunkan ikki er nóg smidlig, og at skipanin ar­beiðir ov seint. Vit vilja føra fram, at skipanin ikki er skræddaraseymað til á­vísar starvs­bólkar, men til føroyska sjúkl­ing­in. Við­víkjandi fak­tur­er­ings­ loys­n­ini eru vit samd við kommunulæknarnar um, at hendan er ov stirvin. Tí hava vit tikið stig til at fáa broytt hesa loysn soleiðis at hon er í tráð við ynskini hjá kommunulæknunum. Trup­ ul­leikin við skjótleikanum er longu loystur. DPH vísir á, at trygdin í skipanini eisini er ábyrgdin hjá kommunulæknunum. Her kunnu vit ikki vera ann­ að enn samd, at tað serliga er upp til brúkaran av skip­ an­ini (kommunulæknar, sjúkr­a­húslæknar og onnur heils­u­starvsfólk) at vísa neyð­ug fyrilit fyri trygdini hjá borgaranum, bæði tá tað ræður um at tryggja trúnaðin og tá tað ræður um at fáa atgongd til dáta. Tað er m.a. hetta, ið liggur í hugtakinum “informeret samtykke”, sum er gjøgnumgangandi hugtak í lóggávuni á økinum, “Lov om patienters retstilling”. “In­formeret samtykke” í hes­um sambandi merkir í stuttum ein skylda hjá heils­ustarvsfólki at kunna sjúkl­ingin og innheinta sam­tykki um sjúklingadata skulu latast víðari til onnur heilsustarvsfólk. DPH eftirlýsir ein­um meiri virknum kommu­nu­ lækna leikluti í Talgildu verk­ætl­anini, og tí kunnu vit ikki annað enn taka und­ ir við, og skipa vit fegin fyri einum innleiðandi fundi hesum viðvíkjandi. Tað er enn ikki ov seint at fáa tillaga skipanina so­leiðis, at hon gerst eitt enn betri amboð, eisini hjá kommunulæknunum. Har­ aft­urat er ein tílíkur fund­ur eitt gott høvi hjá komm­un­u­ læknunum at gera vart við seg og hjá okk­um at rudda møguligar mis­skiljingar av vegnum, m. a. um trygdarviðurskifti í skip­an­ ini. Um talgilda heilsuskipan til føroyska heilsuverkið landsstýrismaður Hans Pauli Strøm Tórshavnar býráð hevur tikið av einum tilboði um at grava oman av økinum á Hálsi í Havn, ið skal gerast til rennibreyt, og fyrsti spakin verður settur í fyri summarfrítíðina RENNIBREYT Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Arbeiðið at gera renn­i­breyt­ ina á Hálsi í Havn, ið skal hava seks geirar og ein fót­ bólts­vøll inni í miðjuni, verð­ur nú av álvara sett í gongd. Talan er um eitt arbeiði, ið skal gerast í trimum stig­ um, og farið verður longu fyri summarfrítíðina í holt við fyrsta stigið, sum er at grava oman av økinum. - Tá grivið er omanav, sæst betur, hvussu nógv grót skal beinast burtur í øðr­um stigi og hvat annars er at gera á økinum, áðrenn farast kann víðari til triðja stig, sum er at planera alt økið, sigur Heðin Mort­en­ sen, borgarstjóri. Tórshavnar komm­una hev­ur fingið tvey til­boð upp á arbeiðið at grava om­an av, og tikið er av til­boði frá Maskingrav­ing við Karl Patursson, ið kann gera tað arbeiðið fyri smáar 1,2 milliónir krónur. Málið varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu. Nú verður spakin settur í til rennibreyt í Havn Modell av rennibreytini, sum verður gjørd í Havn Mynd: Munin