Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 9. juni 2006 11 Føroya Banki boðaði á tíðindafundi á Hotel Føroyum í gjár, at teir eru vorðnir partur av ICEX, og Virðisbrævamarknaði Føroya. Hetta er eitt stórt stig í at nútímansgera bankan og ein styrkur um útboðið av tænastum hjá bankanum FØROYA BANKI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í gjár kl. 16 bjóðaði Føroya Banki til tíðindafund á Hotel Føroyum, har Janus Petersen, forstjóri, boðaði frá, at teir nú eru partur av Virðisbrævamarknaði Føroya, VMF, og Kaupøll Íslands, ICEX. Tá Janus Petersen hevði bjóðað øllum at vera væl­ kom­num, var tað sjálv undir­ skrivanin av sátt­­málanum, sum var á skránni. Tað vóru tey bæði Janus Petersen úr Føroya Banka og Guðriður Ásgeirsdóttir frá ICEX, sum undirskrivaðu sáttmálan. Aftaná segði Janus Peter­ sen, at tað er hansara vón at hetta skal vera eitt av týdningarmestu økj­un­ um hjá bankanum. – Vit vóna eisini, at fleiri før­ oysk partabrøv koma á virð­is­bræva­markn­aðin, og so­leiðis sum tað sær út nú, verður tað helst eisini so, segði for­stjórin mill­um annað, beint eftir at sátt­ málin var undirskrivaður. Hann vísti eisini á, at gongdin í løtuni er tann, at flestar framkomnar fyri­ tøkur í vøkstri, ynskja at verða partur av virðis­bræva­ marknaðinum. Síðani greiddi Guðriður Ágeirsdóttir frá gongdin hjá ICEX og hvussu tey hevur gingist teimum síðani 1985. Aftaná var Wilhelm Peter­sen, stjóri í Atlantic Petroleum, frammi, og greiddi frá teirra royndum á virðisbrævamarknaðinum. Hann tosaði nógv um til­ gongdina og øktu krøvini. Eisini hevði hann onkur dømi um fráboðanir hjá teimum og so tosaði hann eisini um kursgongdina. At enda á fundinum kom Súni Schwarts Jacob­ sen, stjóri, og greiddi frá, at hetta er ein partur av virkisætlanini hjá bank­an­ um, um at vaksa seg stór­ar og størri enn í dag eisini. Limaskapurin hjá Føroya Banka í ICEX merkir, at teir kunnu fara inn og gera beinleiðis meklaravirksemi. Men skal ein fyritøka virka sum meklari á virðis­ b r æ va m a r k n a ð i n u m , má hon hava góðkendar handlarar, sum kunnu handla við virðisbrøvum á SAXESS-handilsskipanini. Og tað hevur Føroya Banki nú, tá fleiri av starvsfólkum bankans í vár hava tikið prógv sum handlarar á hesi skipan. John Rajani nýggjur leiðari Sum eitt tað síðsta á fundinum í gjár, var av­dúkað at John Rajani er settur í starv í Føroya Banka sum leiðari fyri nýggja Corporate Finance-virkirøkinum hjá bankanum. John Ra­jani byrjar í nýggja starvinum 15. august, og er í løtuni deildarstjóri í Tinganesi. Corporate Finance er ráðgeving í samband við keyp og sølu av virkjum, og John Rajani fer at hava beinleiðis tilvísing til stjóran og leiðaran í vinnukundadeild bank­ ans, Súna Schwartz Ja­cobsen. – Nógvar fyritøkur eru keyptar og seldar í Føroyum í seinastuni, og nú fleiri fyritøkur eisini skulu leggja skrásetast á ”Nógvar fyritøkur eru keyptar og seldar í Føroyum í seinastuni, og nú fleiri fyritøkur eisini skulu skrásetast á virðis­ bræva­marknaðinum, halda vit, at tørvur er á, at Før­oya Banki sum fyrsti før­oyski pen­inga­ stovnurin miðvíst fer at leggja dent á hetta virkisøkið”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka, í tíð­indaskrivi. RWD Føroya Banki limur í ICEX og VMF Tango stendur ovarlaga á skránni hjá Summartónum í ár, og hesum fer nógv rósti bólkurin Athelas at taka sær av. Við tónleiki og filmi verða áhoyrararnir tiknir við á ferð gjøgnum tangosøguna, har m.o. Páll Danielsen fara at greiða frá Summartónar Tíðindaskriv Ein tann mest spennandi bólkurin á Summartónum í ár er Athelas Sinfonietta Copenhagen, sum er eitt ensembli, ið seinastu árini rættiliga hevur gjørt vart við seg í fremstu røð innan nýskrivaðan tónleik í norðurlondum. Tey hava luttikið í konsertrøðum, operum, festivalum, al­tjóða framførslum og fløgu­upp­ tøkum, har ummælini hava verið sera góð. Tey samstarva við eina ørgrynnu av norður­ lendskum tónaskøld­um sum t.d. Rolf Wallin, Atli Heimir Sveinsson, Per Nørgård og Poul Ruders. Av tí at tey hava ognað meginpartin av síni tíð til nýggjan tónleik, vórðu tey útnevnd til “ensemble in residence” hjá Danmarks Radio (1997- 99) og og fingu heitið “Dansk Statsensemble” – ein leiklutur, sum m.a. var við til, at heitt varð á tey um at umboða danska statin og kongshúsið til ymisk høvi. Bólkurin hev­ ur verið innstillaður til Tónleikavirðisløn Norður­ landaráðsins. Í fjør vár avgjørdi bólk­urin at seta tango á ovast á breddan, og tað er serliga hetta, sum kemur at merkja teirra framførslur á Summartónum í ár. Tango hevur við sínum tølandi rútmum og úttrykki altíð verið lokkandi hjá komponistum at fara í holt við. Dømi um hetta eru m.o. Stravinsky, Weill, Nørgård og Gade. Hví so er, eru helst fleiri enn ein meining um, men nøkur boð upp á hetta kunnu vera melankoliin, álvarin, freistingarnar og sensualiteturin í tango, sum lokka. Á ferð gjøgnum tangosøguna Tað er m.a. hetta, sum Athelas fer at viðgera í tónum og myndum á Summartónum. Fram­førsl­ urnar eru ætlaðar sum ein heildarlýsing av tango gjøgnum ymisk tíðarskeið, og hvussu ymisk listafólk hava fingið íblástur frá tango. Ætlanin er tí at lýsa søguna hjá tango við modernaðum eygum. Til at fáa alt hetta at ganga upp í eina hægri eind hevur Athelas avgjørt at fáa ein pallstjóra at samansjóða tiltakið og geva tí tað flow’ið, ið krevst, tá fleiri listafólk arbeiða saman. Hesa uppgávuna hava tey tí litið Zachariasi Guttesen í hendi, sum er royndur á hesum økinum. Filmarnir, sum verða vístir, eru tann oscar­virðis­ lønti “Tango” frá 1982 eftir Zbigniew Rybczynski og “Past Bedtime” frá í fjør eftir ta norsku Kristin Hauksdottir. Men tað er kortini ikki bara við filmi, at biograf­ árinið skal merkjast á tangoframførsluni hjá Athelas. Sjálv konsertin verður eisini eitt slag av stumfilmskonsert, har filmurin “Don Q, Son of Zorro” frá 1925 verður vístur á hvíta tjaldinum, meðan Athelas spælir. Í hesum sambandi fara tónleikarar úr Athelas at lata seg í meira tangokend klæði og keppar og saman við danska jazzklaverúrmælinginum Carsten Dahl at syrgja fyri, at tann heimskenda “Tango Jalousi” eftir Jacob Gade aftur kann hoyrast í sinum upprunaliga umhvørvi. Gade skrivaði nevniliga “Tango Jalousi” til tær fyrstu fram­førslurnar av hesum filminum í Danmark. Sjálv stumfilmskonsertin hjá Athelas verður í Norðurlandahúsinum tann 23. juni, og kvøldið eftir kallast konsertin “Tango Absolut!”, har m.o. Páll Danielsen fer at leiða áhoyrararnar gjøgnum tango søguna við filmi og tónum. Athelas verður eis­ini at hoyra í Norður­landa­ húsinum sunnudagin 25. juni. Tá verður tó ikki tango á skránni, men kamar­ konsert við verkum eftir føroysk tónaskøld sum Sunleif Rasmussen, Kristian Blak, Trónd Bogason, Kára Bæk og Atla Petersen. Athelas við tølandi tango á Summartónum Guðriður Ásgeirsdóttir og Janus Petersen skriva her undir avtaluna um limaskap í ICEX (Mynd: Álvur Haraldsen)