fríggjadagur 9. juni 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 109 - 9. juni 2006
Dagurin
10. juni. Onuphrius, deyður umleið ár 400. Eftir halgisøguni var hann kongssonur av Blálondum, sum gjørdist kristin,
segði alt frá sær og livdi til sín doyggjandi dag sum einbúgvi í egyptisku oyðimørkini.
11. juni. Barnabas. Hann verður fleiri ferðir umtalaður í Ápostlasøguni, men so at siga altíð í sambandi við ápostulin
Paulus. Var við á fyrstu trúboðanarferðini hjá ápostlinum. Evangelisturin Markus og hann vóru systkinabørn. Halgisøgan
sigur, at hann á føðioynni Kýpros varð tikin av jødum og brendur á báli í árinum 62, halda teir. Í fornkirkjuni var hildið,
at hann skrivaði Hebrearabrævið
12. juni. Basilius. Helst til minnis um Basilius tann Stóra, sum var biskupur í Kesarea. Hann doyði í 379.
Sum ein gøta í greið er at ganga eftir,
sum ein varði í stinnur stendur og sum
ein viti ið lýsir bjart, so einki ilt skal
berast á. Soleiðis kunna vit lýsa teg,
góði babba.
Góði babba, abbi og verfaðir, hvat
vit sakna teg nógv, vit sum sita so
spyrjandi eftir. Tað vardi okkum
ikki, at tú so brádliga var tikin frá
okkum.
Altíð var tað so hugnaligt at koma
út til Nólsoyar at vitja teg og mammu.
Og síðstu jól og nýggjár, vit øll vóru
har, hugsaðu vit ikki at hetta var tín
síðsta høgtíð saman við okkum.
Altíð hevur tú verið har fyri okkum,
altíð klárur at hjálpa, tá á stóð, greiður
í tínum tingum, alt skuldi verða í
ordan. Men góði babba, her á fold
skulu vit ikki verða verandi og nú var
tín fjørður rógvin. Sjúkan plágaði teg
so nógv tað síðstu tíðina, og tú orkaði
ikki meir. Tú visti hvønn veg tað bar
og var ikki óttafullur. Tú visti, tú
skuldi til ein betri stað og møta tí Guði
tú hevði sett títt álit á her á foldum.
Gott er at vita, at ein dag møtast vit
aftur har eingin sorg og sjúka er.
Tú starvaðist nógv ár á Borðuni,
fyrst sum postmaður, síðani sum
vitapassari, og fekk tú eisini tann
heiður at fáa »Tjenestemedalje«. Tá
tú var spurdur, um tú mintist ávísar
hendingar, svaraði tú altíð at “tá var
eg á Borðuni”. Tað sigur nógv um,
hvussu trúfastur tú var við arbeiðspláss
títt. Mangan vóru vit bangnar, tá tú í
myrkri og vindi einsamallur kom til
gongu heim eftir oynni. Vit stóðu og
hugdu út á oynna, um vit ikki sóu
ljósi frá lyktini, tá tú kom oman av
oynni. Tá ein ljósglæma hómaðist,
vóru vit glaðar, tí nú kundu vit fylgja
við, so hvørt tú nærkaðist bygdini.
Tá tú so hoyrdist í kjallaranum var
gleðin enn størri, tí nú var tú heima
aftur hjá okkum.
At koma í Guds hús dámdi tær sera
væl. Í nógv ár var tú klokkari í kirkjuni,
eisini var tú í nógv ár í kirkjuráðnum,
hetta vóru eisini álitisstørv, sum tú
vardi um til fulnar.
At verða úti í náttúruni dámdi
tær sera væl. Dámdi so væl at
práta við fólk, visti nógv um alt,
hevði gott innlit í føroyskum og
útlendskum viðurskiftum. Fekk
heimaskiparaprógv og sigldi nógv í
ungum døgum við nógvum góðum
monnum. Stuttligt at hoyra teg práta
við fólk um tað og serliga tá tú so hitti
onkran av teimum aftur.
Tú lærdi okkum nógv, at vit skuldu
hava ordan í okkara tingum, vera álít
andi og passa alt okkara væl, tú var
glaður tá vit báðar yngru fingu prógv
í vetur. Lærdi okkum allar nógv um
veður, nær tað var best at sigla og
hvussu ættirnar og sjóvarfalli var á
fjørðinum.
Seyðurin ikki at gloyma, hann treivst
væl í tínum hondum. Eplir at velta, alt
var uppá sítt pláss. Ein álitismaður
var tú, dugdi væl til hendurnar. Visti
nógv góð fiskimið, kom altíð heim
av útróðri við nógvum fiski, greiddi
verstsyninum frá hvar var best at
sigla, tit sótu altíð og prátaðu í stovuni
um mangt og hvat, tað var altíð so
hugnaligt at lurta, hvussu tú lærdi teir.
Tú var ógvuliga góður við teir, hevði
nógva virðing fyri tí teir gjørdu og teir
virdu teg sera nógv, gott at teir kundu
verða hjá tær tað síðstu tíðina.
Húsini á Ryggi, har er so hugnaligt,
har dámdi tú sera væl. Gott, vit kundu
verða við tær at gera tey í stand, tí tað
vildi tú so gjarna.
Abbabørnini, tey var tú altíð klárur
at geva eitt klemm og nógv góð orð á
vegnum. Var glaður tá tær báðar elstu
abbadøturnar fingu studentsprógv
og tú kundi flagga fyri teimum, tað
gleddi teg. Beiggin, tá hann kom, tá
var tú ovurfegin, ja, hann skuldi eiga
bátin, tað segði tú sama dag, hann
var føddur. Uppkallaður, tað var ein
stoltur abbi at síggja, tá beiggi var
doyptur. 7 abbadøtur, tær var tú so
góður við, tá tú hugagóður fór eftir
einum oyra at geva teimum. Glaður
var tú á Ríkissjúkrahúsinum, tá tú
hoyrdi málið á abbabørnunum, tá
kom smílið fram.
Teir seinastu dagarnir á ríkissjúkra
húsinum, var tú sera ússaligur, men
tú vildi alla tíðina hava at vita um vit
øll høvdu tað gott, um alt var sum tað
skuldi verða. Gott at vit kundu verða
hjá tær, hjálpa tær, sum tú so mangan
hevur hjálpt okkum. Hav tað gott, tað
segði tú altíð við okkum.
Góða mamma, tómligt er tað hjá
tær nú, tú er vorðin einsamøll, men vit
eru her fyri teg, sum vit lovaðu babba.
Harrin styrki teg í hesi stóru sorg.
Mong og góð minnir eru um teg,
góði babba. Tíni spor eftir tí greiðu
gøtuni, sum møttu teimum stinnu
varðunum og út til vitan í lýsti bjart,
tey eru mong. Tey verða ikki stigin
av tær meir, men tey eru har. Nøkur
venda úteftir og nøkur venda heim
ímóti heimbygd tíni. Alt goyma vit í
okkara hjørtum, nú tú er farin heim til
tað fagra land sum hesi vøkru ørindi
siga:
Hoyr nú, hitt fagra ljóð,
sólin rísur, morgun er,
dagarnir ganga, tíðin fer
lívið styttist, altíð á ferð.
Til eitt annað land, langt, langt burtur,
har er gleði, sorg fána burtur,
eingin grátur har er at hoyra,
bert gleðirómur fellur tær í oyra.
Tann dagur kemur tá vit øll skula
fara,
burt í annan heim, gott skal tað verða,
har finna vit frið við hansara lið
og gleðitár fylgja tá við.
Til eitt annað land, langt, langt burtur,
har er gleði, sorg fána burtur,
eingin grátur har er at hoyra,
bert gleðirómur fellur tær í oyra.
Fríður verði við minninum um teg,
góði babba.
Vit fara altíð at minnast teg. Hvíl í
friði.
Heinina, Elisabeth og Sólbjørg
við familju
Minningarorð um okkara góða pápa, abba og verfaðir
Svenning Holm Lindenskov, vitapassara, Nólsoy
føddur 25. 07. 36 - deyður 07. 02. 06
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, ið mintust meg við
vitjanum, gávum, blómum, telegrammum
og telefonsamrøðum á 90 ára degi mínum
21. mai.
Hjartaliga takk øll somul.
Kærar heilsanir
Nikal Thomsen
Føðingar
25. mai fingu Beinta Anthoniussen og Sonnie Joensen,
Toftir, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3800
gr.
31. mai fingu Maiken og Annfinn Dam, Norðskála, ein
son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3100 gr.
1. juni fingu Marta og Harald Dam, Vágur, eina dóttur.
Hon var 60 cm. long og vigaði 4860 gr.
2. juni fingu Anna Borg Dahl og John Eystberg, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4000 gr.
2. juni fingu Louisa P. Jacobsen og Gunnar Johansen,
Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4000
gr.
3. juni fingu Herborg Líggjasardóttir Johannesen og Rúni
Magnus Johannesen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52
cm. long og vigaði 3240 gr.
3. juni fingu Nikolina Jóhannessen og Hanus Gregersen,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði
2950 gr.
5. juni fingu Anna Marita Pállson og Jens Andrias
Vinther, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 58 cm. long og
vigaði 4350 gr.
5. juni fingu Sóley og Jógvan Sigurd Hórðara, Vestmanna,
eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3950 gr.
6. juni fingu Elisabeth og Eiler Hansen, Leirvík, eina
dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4600 gr.
7. juni fingu Elin Hammer og Jákup Vágsheyg, Runavík,
eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3075 gr.
Brúdleyp
Leygardagin 10. juni kl. 15.00 giftast í Hvalvíkar kirkju
Gunnvá Svartá, Hvalvík og Martin Wennerström,
Tórshavn.
Leygardagin 10. juni giftast Unn Thomsen, Tórshavn og
Andrija Ilic, Beograd. Brúdleypsadr.: Tadeusa Koscuskog
58, 2. hædd, íbúð 17, 11000 Beograd, Serbia.
Leygardagin 10. juni kl. 14.00 giftast í Betania í Porkeri
Sigrid í Skemmuni og Gimme Andreasen.
Leygardagin 10. juni giftast Elsa Lamhauge, Søldarfjørður
og Hugo Leo, Leirvík. Vígslan verður í Leirvíkar kirkju
kl. 15.00 og veitslan verður í Bygdarhúsinum kl. 18.30
fyri innbodnum.