fríggjadagur 9. juni 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 9. juni 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan
við
Oluffu
Majer fer úr kapellinum
á Suðuroyar Sjúkrahúsi
leygardagin kl. 17.
Jarðarferðin
verður
úr Tvøroyrar kirkju
sunnudagin kl. 13. Tey,
ið vilja minnast Oluffu,
kunnu lata Suðuroyar
Ellis- og Røktarheimi
eina peningagávu. Konto
í peningastovunum.
Maria Johannesen,
fødd
Abrahamsen,
ættað av Strondum,
búsitandi í Tórshavn,
andaðist í heiminum
hósdagin 8. juni, 82
ára gomul. Jarðarferðin
verður úr Vesturkirkjuni
sunnudagin kl. 14.
Kistan við Hildu Christi
ansen, Klaksvík, fer
úr kapellinum leygar
dagin kl. 18 heim í
Kristianskirkjuna. Jarðar
ferðin verður sunnu
dagin kl. 13.30. Tey,
ið vilja minnast Hildu
kunnu lata Javna eina
peningagávu. Konto í
peningastovnunum.
Per Juul Thomsen, Tórs
havn, andaðist á Ríkis
sjúkrahúsinum hósdagin
8 juni, 62 ára gamal.
Kistan kemur í Havnar
Kirkju leygardagin kl.
11.30. Jarðarferðin verð
ur úr Havnar Kirkju
sunnudagin kl. 16.
Tey, ið vilja minnast
Per kunna lata Føroya
felag móti Krabbameini
eina gávu. Konto í
peningastovnunum.
Kistan við Gunnar Gutte
sen fer úr Landsssjúkra
húskapellinum heim í
Ebenezer fríggjakvøldið
kl. 18. Jarðarferðin verður
úr Ebenezer leygardagin
kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Gunnar, kunnu
lata eina peningagávu
til Akurin; konta í
peningastovninum.
Øssur Viberg Morten
sen fer til gravar leygar
dagin 10. juni, kl 13.30 úr
Tvøroyrar kirkju. Sungið
verður úr Sálmabókini.
av kapellinum á Suður
oyar sjúkrahúsið friggja
dagin 9. juni kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr
Vágs Kirkju leygardagin
kl. 13.00.
Meinhard Augustinus
sen, Vágur, andaðist á
Suðuroyðar sjúkrahúsi
týsdagin 6. juni, 75 ára
gamal.
Jarðarferðin
verður lýst seinni.w
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Øllum tykkum mongu, sum á ymsan hátt sýndu
samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaða kona
mín, góða mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Karolina Clementsen
av Sandi
andaðist og varð jarðað, takka vit hjartaliga.
Takk til tykkum, sum vitjaðu inn á gólvið, og til
tykkum, sum ringdu til okkara.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og
gávur til Missiónshúsið.
Takk til kommunulæknar, sjúkrasystrar og
heimahjálpir, sum vóru um hana til tað síðsta.
Takk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til við
jarðarferðini og ervinum og til tykkum øll, ið
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Herman,
Lis, Eyðbjørn og Eyðfinn v/familju
Sum var vorðin 90 ára gomul
hvítusunnudag, 4. juni
Tað kennist heldur tómligt hjá okkum
á Argjum, síðani Maja varð tikin heim
til Frelsaran í august í fjør.
Vit vóru 12 systkin á Geil, 9 brøður
og 3 systrar. Elstur var Palli, nevndur
Argja Palli. So kom Bette, sum sum
19 ára gomul giftist Johan Kjærbo í
Sumba. Síðan komu 4 brøður: Niels
Holm, Martin, Richard og Johannes.
Síðani Maja. Aftaná komu 4 brøður
aftrat: Frits, Ole Jacob, Pole og Sverri,
og at enda triðja systirin, Dus, sum
16 ára gomul fór til Danmarkar og
giftist har.
Maja kom soleiðis at vera tann, sum
frá ungum árum saman við mammu
okkara og viðhvørt einari arbeiðs
gentu helt hús. Aftrat øllum vanligum
húsligum arbeiði skuldu skipsklæðir
gerast klár til brøðurnar, sum teir
flestu, eins og pápi og flestu dreingir
tá, fóru til skips. Samstundis arbeiddi
Maja á spinnaríðnum, meðan vit
flestu brøður arbeiddu fisk á Gamla
Rundingi. Sum kunnugt, vórðu
klæðini tá vaskað í ánni, og við so
nógvum húsfólki var tað eitt stórt tak.
Aftrat okkum búðu í húsunum á Geil
eisini abbi, Gamli Palli, og omma,
Marianna, ættað frá Gjógv.
Í 1934 bleiv mamma okkara lamm
að av bloðtøppi í heilanum, og tók
Maja húsið á seg. Hon var tá 18 ára
gomul. Tað var ikki óvanligt at ung
fólk fingu stóra ábyrgd, von sum
tey vóru við arbeiði. Tað var eingin
spurningur, um ein vildi ella ikki,
tað var bara so. Maja gjørdi hetta við
góðum sinni og megnaði tað væl,
dugnalig og nærløgd sum hon var.
21. mei 1936 giftist Maja Valbjørn
av Velbastað. Tey giftust inn á Geil,
fluttu seinni í endan av húsunum hjá
Niels Holm og í egin hús, tá Valbjørn
í 1946 var liðugur at byggja á Bakka
gøtu. Tá vóru øll systkinini flutt av
Geil, einasti sum kom aftur var yngsti
beiggin, Sverri, sum tá langabbi doyði,
yvirtók húsini. Maja og Valbjørn fingu
5 børn: Sigrid, Mortan, Jóannes, Rakul
og Betty.
Maja kom at vera tann av systk
inunum, sum samlaði familjuna. Hjá
henni var altíð umsorgan, tíð og rúm
fyri øllum, og er tað hjá okkum stórur
saknur ikki longur at kunna fara oman
á gólvið hjá Maju.
Heilt til sín deyðadag varðveitti hon
áhugan fyri tí einstaka, hóast hennara
egna familja var vorðin fjølment.
Nú eru vit bert 3 eftir av systkinunum
á Geil á Argjum. Dus býr á Sjællandi,
gjørdist einkja í vár og er 83 ára gom
ul. Vit báðir brøðurnir, Sverri og
Johannes eru báðir einkjumenn, búgva
á Argjum 84 og 91 ára gamlir.
Við takksemi hugsa vit um Maju,
systir og fastir okkara, um alt tað hon
var og gav!
Gud vælsigni tykkum, eftirkomarar
hennara!
Johannes og Sólbjørg
Til minnis um systir og fastir okkara
Maju Dalsgarð
Maja á 88 ára degnum saman við brøðrunum Johannesi og Sverra
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
kæra móðir, vermóðir, omma og langomma okkara
Maria Johannesen
ættað av Strondum, búsitandi í Tórshavn
andaðist í heiminum hósdagin 8. juni, 82 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
sunnudagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Bjarki, Ninna, Ása, Torkil og Jón
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður mín
Per Juul Thomsen
ættaður úr Tórshavn, búsitandi á Signabø
andaðist á Ríkissjúkrahúsinum hósdagin 8. juni,
62 ára gamal.
Kistan kemur í Havnar kirkju leygardagin kl. 11.30.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
sunnudagin kl. 16.00
Familjunnar vegna
Martina
Tey, ið ynskja at minnast Per kunna lata eina gávu til
Krabbameinsfelagið á konto í peningastovnunum.