fríggjadagur 9. juni 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 109 - 9. juni 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Á høvuðsstýrisfundi miku
dagin 7. juni 2006 varð
Thomas Dam á Toftum
valdur til nýggjan formann
í Heimamissiónini.
Í apríl mánað boðaði for
maðurin seinastu 5 árini,
Bergur D. Joensen frá, at
hann fór úr høvuðsstýrinum
1. juli og við hesum eisini frá
sum formaður.
Thomas Dam hevur sit
ið í høvuðsstýrinum fyri
Kirkjuligu Heimamissión
ina síðani 1993, seinasta árið
sum næstformaður. Thomas
Dam byrjar sum formaður 1.
juli 2006.
Á fundinum varð Hilmar
Danielsen, Klaksvík, valdur
til næstformann og
Leo-Hans Mikkelsen, Sør
vágur, til 2. næstformann.
Thomas Dam formaður
í Heimamissiónini
Thomas Dam á Toftum er
valdur til nýggjan formann í
Heimamissiónini
Mikukvøldið 7. juni var
ein lítil samkoma hjá Tórs
havnar Bátafelag í Vágs
botni í Havn. Orsøkin var,
at 20 limir frá felagnum
høvdu tikið trygdarskeið fyri
smábátar. Skeiðið er komið í
lag eftir at Trygdarmiðstøðin
í Klaksvík og Bátafelagið
høvdu tosað saman um
evnið ”Trygdin í hásæti”,
og um hvussu hetta kann
gerast best.
Úrslitið av hesum varð
so eitt átta tíma langt skeið,
fordeilt upp á tvey kvøld.
Elimentini í skeiðnum eru:
Hjálp, Eldsløkking, Nýtsla
av gummibáti og Praktisk
trygdarviðurskiftir umborð.
Skeiðið er praktiskt relaterað
t.v.s., at nógvar venjingar eru
knýttar at skeiðnum
Hetta kvøldið var ein
gummibjargingarbátur
lutaður
burtur.
Hepni
vinnarin gjørdist Sunrid
Torvadal. Leivur Hansen,
formaður í havnanevndini
hjá Tórshavnar býráð, var
komin til at draga lut um
bátin, ið var givin av Gummi
bátatænastuni..
Næsta skeið verður – um
nóg nógv tekna seg 19. og 20
juni . Bæði kvøldini verður
byrja kl 18. Pláss er fyri
10 luttakarum í senn, sigur
Marius Magnusson, leiðari á
Trygdarmiðstøðini. Tekning
fer fram við at senda e-mail
til: seasafe@seasafe.fo
Tey sum fingu prógv vóru:
Kartni Olsen, Tórshavn, Alvi
Nielsen, Hoyvík, Jógvan
Bæk, Argir, Johannes T.
Johannesen, Tórshavn, Øssur
Hjalt, Tórshavn, Jóanes
Joensen, Tórshavn, Kristian
Glerfoss, Argir, Petur M.
Jensen, Tórshavn, Anfinn
Norðfoss, Tórshavn, Árni
Sørensen, Argir, Jónhild
Tummasardóttir, Argir, Olav
A. Olsen, Vestmanna, Rógvi
Højgaard, Hoyvík, Tórhild
Thomsen, Hoyvík, Hans A.
Højgaard, Tórshavn, Una
Højgaard, Tórshavn, Leivur
R. Torvadal, Hoyvík, Sunrid
Torvadal, Hoyvík, Frits
Jacobsen, Kollafjørður, og
Elsa Nielsen, Kollafjørður.
Tórshavnar Bátafelag:
20 limir tikið trygdarskeið
Limir í Bátafelagnum sum hava tikið trygdarskeið fyri smábátar. Her eru tey saman við Leivi Hansen, formanni í havnanevndini
hjá Tórshavnar býráð, og Mariusi Magnusson, leiðara á Trygdarmiðstøðini
Hóskvøldið 8. juni
vitjaðu donsku
Fiat-fjeppararnir
frá »Fiat Mini Klub
Sjælland« hjá Føroya
Ellisakførum yviri
við Strond og í gamla
vatnbrunninum við
Gráastein, har nógv
ellisakfør standa
Ellisakfør
Tað eru ivaleyst mong sum
minnast at Fiat-bilar í 70- og
80-unum koyrdu við merkj
um við áskriftini »Jeg er
Fiat-fan, hva´ fan er du..«
Hetta var í eini tíð, tá Fiat
var eitt av mest seldu bil
merkjum í Føroyum.
Hóskvøldið vitjaðu donsku
Fiat-fjeppararnir frá ”Fiat
Mini Klub Sjælland” hjá
Føroya Ellisakførum. Í hesum
sambandi fekk felagið eitt
slíkt Fiat-fan skelti sum gávu
frá ”Fiat Mini Klub Sjælland”.
Tey vitjaðu í felagshølunum
vviri við Strond og í gamla
vatnbrunninum við Gráastein,
har nógv ellisakfør standa.
Ferðalagið upp á 14 fólk,
hava ferðaðst kring landið
við teimum sjey gomlu
Fiat-bilunum. Tey vitjaðu í
Suðuroy, Sandoy, Eysturoy,
Norðoyggjum og í Vágum.
Tey eru sera væl nøgd
við túrin í Føroyum. Smáu
Fiat-bilarnir vaktu stóran
ans, allastaðni har tey komu,
og tey komu í samband við
nógv fólk.
Bilarnir fóru av landinum
við Norrønu fríggjamorg
unin og tey flestu í ferða
lagnum fara við flogfari
leygardagin.
Fiat-fjepparar vitjaðu
Føroya Ellisakfør
Jørgen Mikkelsen frá »Fiat Mini Klub Sjælland« handar her eitt
skelti við áskriftini »Jeg er Fiat-fan, hva´ fan er du..« til Páll
Danielsen frá Føroya Ellisakførum
Mynd: Magnus Gunnarsson