Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 9. juni 2006 15 Snældan – spinnarí síðani 1949 Spinnaríið Snældan hevur verið til síðani 1949. Spinnaríið hevur ment seg gjøgnum árini, og nú eru sjey fólk í starvi fulla tíð. Abbasonur grundleggjaran eigur nú spinnaríið FAMILJUFYRITØKA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Tá ið vit koyra eftir lands- vegnum við sjóvarmálan á Strondum, er ein smalur grúsvegur sum gongur oman móti einum gomlum gulum húsum. Ikki fyrr enn tú kemur til hurðina sært tú, at hetta er ein handil. Hóast handilin Snældan ikki sær út av nógvum uttanifrá, so skalt tú ikki lata teg lumpa. Tá ið vit stíga innar, koma vit inn í handilin fyrst. Tað hanga vørur á stativum, og okkurt liggur eisini á hillunum. Nakrar ginur eru latnar í klæðini, og tað sær bara heilt gott út. Vit verða móttiknir av einari fryntligari ungari damu, sum eitur Magdalena Olsen. Hon vísir okkum víðari til pápa sín, Karl Jóhan Olsen, sum eigur og rekur Snælduna. Heilsøla Spurdur hví handilin liggur so avsíðis, svarar Karl Jóhan, at tað er so stutt síðani, at teir hava opnað handilin. Fyrr var tað bara heilsøla. Tey framleiða alla vøruna á Strondum, sum síðani verður seld í ymsum handlum. -Her á Strondum konsen- trera vit okkum mest um at framleiða. Handilin er ikki so týdningarmikil. Men kanska eg fari at koyra eitt skelti upp, so at tað sæst betri, hvar vit liggja, sigur Karl Jóhan. Snældan selur til føroys- kar handlar. Fyrr seldu tey eisini nógvar skipstroyg- gjur uttanlands, men nú verða slíkar troyggjur fram- leiddar nógv bíligari aðra­ staðni. Arbeiðslønin er nógv lægri í menningarlon- dunum, og tað eru serliga tær stóru tekstilverksmiðjur- nar, sum flyta framleiðslu- na til menningarlond. Tað gongur væl hjá Snælduni. Karl Jóhan hevur 7 fólk í starvi fulla tíð. Tey nýta føroyska ull, men hon verður blandað við útlends- kari ull. - 40% av allari søluni er tógv. Tað eru nógv, sum keypa tógv frá okkum, tí at tey vilja sjálvi binda sær eina serstaka troyggju. Ser­ liga eru tað ungar gentur, sum fegin vilja hava eina pena troyggju, sum eingin annar eigur líka. Hini 60% av søluni eru troyggjur, kot, jakkar og annað. Karl Jóhan snið- gevur sjálvur, men onkuntíð gjalda tey einum sniðgeva til at gera eitt serligt mod- ell. Blakaðu krovið burtur Ullin, sum verður innflutt til Snælduna, er úr Falk­ landsoyggjunum. Har verð­ ur serligur dentur lagdur á, at ullin skal hava góða góðsku. Teirra seyðahald er heilt øðrvísi enn okkara. Fyri ikki so nógvum árum síðani, blakaðu tey krovið burtur og seldu ullina. Tey nýttu ikki kjøtið til nakað. Einans ullin hevði týdning fyri tey. - Hetta ljóðar sera løgið í okkara oyrum, men tey halda tað eisini vera løgið, at vit blaka ullina burtur, sigur Karl Jóhan. Inni í virkishúsinum hava tey nakrar veldigar mask­ inur standandi. Hesar virka ullina til. Ein maskina ger mynstrini. Tað er ein band­ upptakari settur til maski- nuna, og á bandinum eru koturnar fyri mynstrinum innlisnar. Tá ið ullin er virkað til, og hon hevur fingið tann rætta litin, seymar Magda­ lena stykkini saman til eitt plagg. Magdalena vísir teim­um útsendu frá So­si­ alinum, hvussu hon seymar eina troyggju. Tað tekur henni sera stutta tíð, og so stendur hon við einari vakr­ ari troyggju í hondini. Familjufyritøka Tað var abbin hjá Karl Jóhan, sum byrjaði spinnaríið í 1949. Tað hevur so gingið í arv gjøgnum árini. Karl Jóhan hevur ikki nakra útbúgving, men hann hevur arbeitt við ull alt lívið. - Tá ið eg varð ungur, plagdi eg at hjálpa til í spin- naríinum. Eg eri uppvaksin við hesum arbeiðinum, sigur Karl Jóhan. Øll tey sjey, sum arbeiða á Snælduni eru onkursveg- na í familju við Karl Jó­han. Snældan er vorðin ein ímynd fyri tí serføroyska, og tað eru nógv ferðafólk, sum koma at vitja um sum- marið. Virksemið koyrir í einari tryggari legu við føs- tum kundum, og Karl Jóhan er væl nøgdur við handilin hjá sær. Snældan fer helst at verða ein familjufyritøka á Strondum í nógv ár fra- myvir. Karl Jóhan Olsen vísir okkum maskinurnar. Hendan er 17 metrar lang. Mynd Jens Kr. Vang Magdalena Olsen seymar eina troyggju burturúr ullstykkjunum. Tað tekur ikki langa tíð hjá Magdalenu at gera eina troyggju. Mynd Jens Kr. Vang