Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 109 - 9. juni 2006 ] Nr. 109 • fríggjadagur • 9. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Um tíðirnar á Norð­ oyastevnu verða nýttar sum met­ing­ argrundarlag, so verður tað bara tætt í tveimum av teimum sjey FM kappingunum KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Annar FM kappróðurin verð­ ur í morgin. Hann verður á Sundalagsstevnuni, sum hesa ferð er í Kollafirði. Har hava teir alla vikuna fyrireika seg at taka ímóti hálvt hundrað bátsmanningum. Sammett við róðurin í Klaks­vík eru tvær eyðsýndar broytingar. Onnur er, at tað í Kollafirði verður kappast á øllum trimum teinunum. Í Klaksvík varð róð á 1000 og 1500 metrum. Í morgin skulu 10-mannaførini rógva 2000 metrar. Hin broytingin er tann, at í morgin fara manningarnar, sum stóðu seg best á Norð­ oyastevnu at kappast borð um borð. Í Klaksvík var røð­in avgjørd í lutakasti. Tað bar við sær, at í onkrum mann­ingum var fjarstøðan í breiddini í feltinum rættuliga stór ímillum teir bátarnar, sum stríddust um fremsta plássið. Millum róðrarfólk og róðrar­áhugað yvirhøvur verð­ur tað sjálvandi mett sum stórur fyrimunur, at bestu bátarnir liggja borð um borð. Um úrslitini á Norðoya­ stevnu verða nýtt sum grund­arlag at meta út frá, so er tað ikki stórvegis ivi um, at Eysturoyingur fer at vinna kappingina millum 10-mannaførini. Fjarstøðan frá teimum og aftur til Klaks­víking á øðrum plássi var í fyrstu FM kappingini knappliga fimm sekund. Havnarbáturin hevði góðan endaspurt og vann seg fram á triðja plássið. Fyritreytirnar hjá havnarmonnum at standa seg uppaftur betri í morgin, enn teir gjørdu fyri tveimum vikum síðani, eru versnaðar. Undan Norðoyastevnu mistu teir ein mann orsaka av rygg­skaða, og eftir Norð­ oya­stevnu hava teir mist ein afturat og av somu orsøk. Klaksvíkingar halda seg framvegis hava alla orsøk at rokna við, at tað fer at bera teimum til at vinna fyrsta FM nakrantíð, og um­­borð á Skálabátinum ætla teir í hvussu so er at vinna triðja plássið, sum teir leingi lógu til at vinna í Klaksvík. Vestmenningur plagar at koma seg, og nýggja manningin umborð á Nólsoyingi eigur nú roynd­ irnar frá einum FM róðri. Knørrur var meiri enn trý sekund frammanfyri Ørv í kappingini millum 8-mannaførini, og Riddarin var fýra sekund frammanfyri Lóm í kappingini millum 6- mannaførini við kvinnum. Í kappingini millum 5- mannafør við gentum var Blikur knappliga fýra sek­ und frammanfyri Frúnna og Drekan, ið komu mest sum í senn á mál. Mest spennandi kapp­ing­ ar­nar vóru tær millum 5- mannaførini við kvinnum og 6-mannaførini við monn­ um. Kvinnurnar við Ørnini vóru eitt lítið sekund undan Sílinum, og menninir á Søl­ mundi vóru eitt lítið sekund undan Sundabátinum, sum hevði rimmar endaspurt. Jarnbardur var eisini væl við í tí kappingini. Vónin hjá kollfirðingum um gott úrslit í heimasjógvi er knýtt at dreingjunum um­borð á Kolli. Spildurnýggi Jallur vann sannførandi á Norðoyastevnu. Hann var næstan trý sekund framm­ anfyri Koll. Sambært veðurmonnunum verður tað í morgin gul til stívt andøvsgul av landssynningi, yvirhøvur turt, sólarglottar og mjørkaflókar. Hitin verður 15-18 stig. Nú rógva teir bestu borð um borð Tað ger kappingina bæði meira rættvísa og áskoðaravinarliga, at bestu bátarnir rógva borð um borð Formil 1 kappingar­ árið er vorðið ein kapp­ing millum tvey lið og tveir koyr­­arar, og tað er sann­líkt, at aftur hetta vikuskiftið fara Fernando Alonso og Michael Schumacher at stríðast um sigurin Formil 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hetta vikuskiftið verður bretska formil 1 koyringin á Silverstone breytini, og hyggja vit at hvussu roynd­ arkoyringarnar hesar báðar seinastu vikurnar síð­an Monako hava gingið, so tykist Ferrari at vera skjót­ asta liðið, í harðari kapping við Renault. Tað tykist longu greitt, at heimsmeistarin í formil 1 í 2006, antin eitur Fern­ ando Alonso ella Michael Schumacher. Fernando Al­­onso er nú 21 stig framm­­an fyri Michael Schu­­macher í kappingini um heimsmeistaraheitið, og kann tí tapa nógvar koyr­­ingar til Michael Schu­ macher, um hann sjálvur er næstur honum. Skulu vit døma eftir hvussu Alonso koyrdi stórar partar av kappingarárinum í fjør, so verður hetta ivaleyst ein koyring, har hann ikki fer at taka ov stórar kjansir. Silverstone er heima­ breytin hjá bæði Jenson Button og David Coult­ hard, men tað er iva­samt um teirra Honda og Red Bull bilar eru nóg góðir til at tryggja teimum sigurin. Jenson Button sigur í øllum førum, at fólk ikki eiga at vænta ov nógv. Juan Pablo Montoya vann koyringina í fjør í sínum McLaren bili, men eina endurtøku í ár munnu fá onnur enn Montoya, liðstjórin Ron Dennis og sjálvandi Fernando Alonso trúgva uppá. Nógvir koyrarir hava sein­astu vikuna tosað um, hvussu nógv øðrvísi Silverstone breytin er at koyra á, nú bilarnir hava V8 motorar heldur enn V10. Minnu motorarnir hava givið møguleikar fyri aerodynamikki, ið hev­­ur økt ferðina í skjótaru svingunum munandi, hetta ger breytina enn meira avbjóðandi. Í triðja umfarinum í norsku steypa­kapp­ ing­ini eydnaðist tað loksins føroyska álops­spælaranum at fáa mál Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Todi Jónsson hevur ver­ ið væl upplagdur í fyrstu umførunum í norsku landskappingini. Hann hevur verið við í upp­spæl­ inum til nógv mál, men hann hevur ikki havt hepn­ið við sær í avgerandi støð­unum frammanfyri málinum. Í kvøld spældi Start seg í triðja umfarið í steypa­ kappingini, og í kvøld gjørdi Todi Jónsson mál. Start spældi á útivølli ímóti Kopervik, sum er í 2. deild ella triði bestu deildini. Start vann 7-1 (4- 0), og Todi Jónsson, sum var á vøllinum inntil eitt korter var eftir, økti til 2-0 í 26. minutti. Start venjarin, Tom Nord­ lie, segði seg vera nøgdan við sigurin, hóast hann undir hvíldini segði við spælararnar, at nú var málið at skjóta tíggju mál! Start hevur ongantíð ver­ið í steypafinaluni, og málið hjá venjaranum er at røkka finaluni, sum verður í november. Í lands­ kappingini hevur tað hig­ar­ til í ár ikki hilnast nakað ser­ ligt. Venjarin heldur ikki, at allar súðir eru syftar, tí tað eru bara fýra stig fram til bronsuplássið. Undir HM kappingini í Týsklandi heldur norska lands­kappingin summarfrí. 12. umfar verður fyrst í juli. 3. juli skal Start spæla á heimavølli ímóti Tromsø. Todi á talvuna Alonso ella Schumacher vinna Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 11 7 - 3 - 1 23 12 11 24 2 GÍ 11 6 - 4 - 1 18 9 9 22 3 HB 11 6 - 3 - 2 28 15 13 21 4 KÍ 11 5 - 5 - 1 25 11 14 20 5 B36 11 5 - 4 - 2 14 11 3 19 6 NSÍ 11 5 - 3 - 3 22 14 8 18 7 Skála 11 3 - 2 - 6 14 13 1 11 8 ÍF 11 2 - 0 - 9 12 30 -18 6 9 VB/S 11 2 - 0 - 9 10 39 -29 6 10 B68 11 1 - 2 - 8 8 20 -12 5 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B71 11 8 - 2 - 1 53 12 41 26 2 AB 11 8 - 1 - 2 26 11 15 25 3 LÍF 11 7 - 3 - 1 27 10 17 24 4 FSV04 11 7 - 1 - 3 27 10 17 22 5 TB 11 5 - 3 - 3 19 19 0 18 6 HB 11 5 - 2 - 4 35 21 14 17 7 SÍ 11 4 - 1 - 6 28 33 -5 13 8 KÍ 11 3 - 1 - 7 22 41 -19 10 9 VB/S 11 1 - 0 - 10 7 49 -42 3 10 Royn 11 0 - 0 - 11 5 43 -38 0 Dystir um vikuskiftið Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 11.06 NSÍ-EB/S Lassin Isaksen 11.06 Skála-HB Georg Rasmussen 11.06 GÍ-ÍF Eiler Rasmussen 11.06 KÍ-B68 Petur Reinert 11.06 B36-VB/S Dagfinn Olsen