Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 109 - 9. juni 2006 ] Eingi leikbann Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið er talan als ikki um leikbann hjá nøkrum liði, nú 12. umfar av Formula-deildini skal spælast. Soleiðis var 11. umfarið annað umfarið á rað, har dómararnir als ikki høvdu reyða kortið frammi, og tað í sjálvum sær er merkisvert. Fyrstu níggju umførini høvdu øll okkurt reytt kort á skránni. Tilsamans 19 reyð kort vóru givin í fyrstu 45 dystunum. -mørk Virus-álop á Kroatia 13. juni spælir Kroatia sín fyrsta dyst í HM-endaspælinum. Fyrireikingarnar hava tó pent sagt verið ræðuligar, tí ikki færri enn 8 spælarar liggja nú sjíkir. Darijo Simic, Ivica Olic, Bosko Balaban, Dado Prso, Stjepan Tomas, Anthony Seric, Joey Didulica og Darijo Srna hava allir ligið sjúkir við fepuri. Sum skilst, er tað bara hesin seinast nevndi, sum tykist heilt illa fyri, meðan hinir sjey spakuliga eru um at koma seg. Fyrsti dysturin hjá Kroatia verður móti Brasilia, so talan er á ongan hátt um nakra bleyta byrjan hjá sjúkurakta liðnum. -mørk Serliga í deyðbóltun­ um hevur NSÍ higartil í ár verið oddaliðnum ógvuliga boysið, men tað ætla teir á Eiði ikki skal endurtaka seg hesa ferð Upptakt Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Sunnudagin skal oddaliðið EB/Streymur til Runavíkar at verja oddasessin, sum teir hava vart nógvu tey seinastu umførini. Hóast NSÍ er á 6. plássi, so er talan um toppuppgerð. Um EB/Streymur vinnur, verður munurin aftur til NSÍ níggju stig, og so fer ikki at síggja nakað serligt út hjá NSÍ. Um NSÍ vinnur, so verður fetið hjá NSÍ upp á toppin trý stig. Setningurin er stórur hjá EB/Streymi, tí NSÍ er ein­­asta liðið, sum EB/ Streym­ur hevur tapt ímóti. Í lands­kapp­ing­ini taptu teir í fimta um­fari 2-0 í Runa­ vík, og undan kapp­ingar­ byrjan vann NSÍ báð­ar venj­ ingardystirnar ímóti EB/ Streymi – bæði í Runavík og á Eiði. Piotr Krakowski kann ikki annað enn vera væl nøgdur við sítt lið. Hann ásannar samstundis, at tað ikki hevur roynst nakað serligt ímóti NSÍ. Men hann sigur seg hava vónir um, at tað fer at ganga betri hesa ferð. – Tað er serliga í deyð­ bóltsstøðum, at vit hava verið sektaðir ímóti NSÍ. Í landskappingardystinum skoraðu teir upp á brotsspark og beinleiðis upp á horna. Í vikuni hava vit arbeitt sera nógv við, hvussu vit skulu byrgja uppfyri deyð­­bóltsstøðunum. Teir hava Óla Hansen, Dánial Hansen, Viggo Johannesen og fleiri aðrar, sum eru stinnir í høvuðspælinum, staðfestir Piotr Krakowski, venjari hjá EB/Streymi. Á Mølini eru allir spæl­ ararnir tøkir uttan Arnbjørn Hansen, sum fór av vøllin­ um, tá ið EB/Streymur sunnu­dagin vann ímóti B36. Teir kvíga fyri, at Arnbjørn møguliga verður uttanfyri í fleiri vikur. Í Runavík kenna teir tað ikki soleiðis, at alt er farið í fisk, hóast teir taptu 2-1 í Gundadali ímóti HB. – Avrikið hjá okkum var ikki gott í 1. hálvleiki. Eftir steðgin kundu vit havt javnað, um vit høvdu havt eitt sindur av hepni við okkum, heldur ein av NSÍ veteranunum, Jónstein Petersen. Sonni L. Petersen var leik­bannaður síðst. Hann er tøkur aftur. Ivi er um Helga L. Petersen. Hann var ikki við ímóti HB. Hóskvøldið royndi hann at venja, men hann noyddist at gevast. Tað er fótliðurin, sum tað eru trupulleikar við. KÍ er stórfavorittur móti B68, sum hevur Øssur Hansen aftur á liðnum, ið ikki hevur givið skarvin yvir, hóast tað er illa spert í botninum Upptakt Jóannes Hansen Sunnudagin vann KÍ 7-1 í Vági. Sovorðið avrit og úrslit bíða klaksvíkingar framvegis eftir, at teirra lið skal vísa á heimavølli. Einasti heimasigurin í fimm royndum var júst móti VB/ Sumba, sum legði rygg til 3-0 tap. Næststørsti sigurin higar­ til í ár hjá KÍ var á Toftum, har teir vunnu 4-0. Tá ið KÍ hevur havt so ilt við at fáa fulla úrtøku á heimavølli ímóti oddaliðunum er tað einki sum eitur, tá ið mótstøðan er úr tunga end­ anum. Úr Klaksvík verður sagt, at alt uttan full úrtøka fer at verða mett sum alt annað enn nóg gott. Allir KÍ spælararnir eru tøkir. Eisini Høgni Madsen sum í síðstu viku lá sjúkur og tískil ikki var so væl fyri undan avbjóðingini í Vági. Harvið er tað kapping um fyrstu ellivu plássini. Hon verður uppaftur størri í næstu viku. Christian Lundberg kemur til Klaks­ víkar mánadagin, sigur Aksel Johannesen, formað­ ur í KÍ Fótbóltur. Á Toftum leingjast teir eftir stigum, sum kunnu lyfta teir úr botninum. B68 hevur seks tær seinastu ferðirnar einki stig fingið. Fýra av dystunum hava teir tapt við einum máli, og av Svangaskarði verður sagt, at teir avgjørt ikki hava givið skarvin yvir. Øssur Hansen er aftur­ komin og verður við, og miðvallarin Ralph van Dooren, sum var leikbann­ aður ímóti GÍ er tøkur aftur. Arnbjørn Danielsen vandi hóskvøldið fyri fyrstu ferð eftir drúgvan skaða. Alex Troleis er framvegis skaddur. Mustapha Kamal Ndaw vísti sunnudagin í B68 álopinum, at hann kann fara at gera mun. Báðir partar hava alt arsenalið tókt, nú ÍF skal royna at fáa stig í Sarpugerði fyri fyrstu ferð síðani í 1980 Upptakt Jóannes Hansen Nógvir gøtumenn vóru eygna­vitni í góðveðrinum týskvøldið, tá ið fugl­firð­ ingar á heimavølli taptu 2-0 móti Skála. Tapið und­ ir­strikaði, at tað er ger­andis­ dagur aftur í Fuglafirði, eftir sigrarnar á Skála og B68. Nú hevur ÍF tapt í Runavík og móti Skála. Bæði GÍ og ÍF hava allar spælararnar tøkar hesa ferð. Símun Louis Jacobsen hjá GÍ er við aftur, eftir at hann var leikbannaður móti B68, og hjá ÍF er Dánial Pauli Højgaard tøkur aftur, eftir at hann týskvøldið var lærskaddur. GÍ hevur ikki tapt síðani í 4. umfari, tá ið teir á Eiði taptu 2-1. Hagtølini móti ÍF eru góð. Í 1980 vann ÍF 3-0 í Gøtu. Síðani hevur GÍ vunnið hvørja ferð, tá ið grannarnir hava vitjað. Í 5. umfari vunnu teir 3-1. – Vit fokusera upp á eina uppgávu í senn. Avrikið hjá ÍF týskvøldið undirstrikaði, at vit skulu ikki undirmeta teir, staðfestir GÍ veteranurin Magni Jarnskor. – Eg var nøgdur við avrikið í 1. hálvleiki ímóti Skála, men vit fáa ikki mál, og eftir steðgin fanga teir okkum. Um ÍF vísir hugburðin frá 1. hálvleiki móti GÍ, so eiga vit møgu­ leikar, sjálvt um GÍ sjálvandi er stórfavorittur, sigur Petur Simonsen, venjari hjá ÍF. Aftur gerandisdagur í Fuglafirði Striltið hjá KÍ á heimavølli Piotr hevur ein plan NSÍ er einasta liðið, sum hevur roynt at vunnið á EB/ Streymi í ár. Sunnudagin ætla teir sær at endurtaka hetta Stutt sagt Á Skála er lagið munandi betri, enn tað hevur verið, og nú gongur tað tann vegin, at kapping verður um plássini Upptakt Jóannes Hansen HB verður roknað at eiga eitt tað mest spennandi fót­­bóltsliðið. Sunnudagin eiga ungu menninir stóra upp­­gávu. Teir skulu spæla á Skála, har HB higartil ongantíð hevur vunnið. – Eg kenni hagtølini, og eg minnist 1-1 dystin fyrr í ár. Í Fuglafirði sóu vit, at Skála aftur er væl fyri. Formkurvan hjá einstøku spælarunum og liðnum gongur rætta vegin, og í Johan Nielsen hava teir venjaran, sum hevur best inn­ lit og fatan av øllum í land­ inum. Honum havi eg stóra virðing fyri, sigur Krzystof Popczynski, HB venjarin, sum hevur allar uttan Jákup á Borg og Bárð Johannesen tøkar. – Jákup venur við okkum, men vit eru samdir um, at nú skal skaðin, sum leingi hevur plágað, fáast burtur. Bárður hevur verið skaddur, men tað gongur rætta vegin. Tróndur hevur gjørt nógv við venjingina, og kappingin teirra millum er tøtt og harvið gevandi, sigur HB venjarin, sum rokn­ar fyritreytirnar vera fyri góðum dysti, tí bæði Skála og HB leggja dent á at spæla fótbólt. Bjarni Jørgensen noyddist av vøllinum í Fuglafirði. Gamli vøddaskaðin heldur fram at plága. Ivasamt er um Bjarni verður tøkur ímóti gomlu liðfeløgunum. Hjá Arnholdti Berg og Alexanduri Johansen gongur tað rætta vegin. Jóhan Troest Davidsen vísti týskvøldið, at hann kann gerast góður styrkur. – Spælið er farið at líkjast, og vit fegnast um úrtøkuna, sum vit hava fingið tvær tær seinastu ferðirnar. Tað hevur verið ímóti teimum, sum eru undir okkum – B68 og ÍF – nú skulu vit vísa, at vit eisini kunnu standa okkum ímóti toppliðunum, staðfestir Jón­ hard Frederiksberg. Í Vági bíða teir eftir útlendingunum, og tað verður mett ivasamt, um liðformaðurin verður við í Gundadali Upptakt Jóannes Hansen Meistararnir fingu einki við av Mølini. Nú tykist upp­gávan minni ørandi. VB/Sumba, sum stríðist í botninum, og sum mána­ dagin legði rygg til stórtap ímóti KÍ, verður gestur í Gundadali. – Vit taka allar uppgávur í stórum álvara, og tað gera vit sjálvandi eisini, tá ið VB/ Sumba er mótstøðuliðið. Í Vági vunnu vit akkurát 2- 1, staðfestir Jákup Mikkel­ sen. Santos, sum hevur verið framúr á vinstra vongverja, hevur ikki vant saman við hinum. Hann hevur trupul­ leikar við fótliðnum, men teir vóna, at hann verður tøkur sunnudagin. B36 bíð­ ar framvegis eftir Fróða Benjaminsen, Inga Højsted og Bergi Midjord. Enn røkist einki fyri, at teir vera tøkir. Í Vági er Evrard Ble við aftur, eftir at hann var skaddur ímóti KÍ. Christian Soelberg var eisini skaddur ímóti KÍ. Tað er ivasamt, um hann verður við í Gundadali, men teir vóna tað besta. Dan Djurhuus hevur verið liðformaður og fremsti stríðs­ maðurin hjá VB/Sumba higartil. Fyrrapartin í dag var stórur ivi um, um lið­for­ maðurin verður við sunnu­ dagin. Jón Krosslá Poulsen er leikbannaður. Í Vági bíða teir eftir tveim­ um serbum. Teir koma til Føroya sunnudagin. Annar er verjuspælari, og hin er miðvallari. HB trívst illa á Skála Ivi er um Santos