Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 • fríggjadagur • 9. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið: – Gott veður um vikuskiftið Næstu dagarnar verður veðrið gott kring alt landið – serliga í morgin, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur: – Hitin fer at liggja millum 14-18 stig alt vikuskiftið, so møguleiki verður at hugna sær í sólini á sundalagstevnu. Serliga verður veðrið gott eystanfyri, og í Havn fara vit at síggja mjørkaflókar, sigur Petur Skeel Jacobsen. – horsdal PISA OG REKTARI Jóannes Hansen Í síðstu viku var rektarin í Studentaskúlanum á Kambsdali inni á gólvinum hjá 7bit í Runavík. Fyritøkan, sum er granni hjá Heimavirkinum, selur umvegis internetið farteldur og útgerð til farteldur og profilerar seg á farteldur.fo. Ørindini hjá Sámali í Skorini í Runavík vóru at fáa handaða hp farteldu, sum hann hevði vunnið í kapping. Kappingin í síðstu viku snúði seg um á heimasíðuni farteldur.fo at svara spurningum frá Pisa kanningunum, sum vóru í 2000 og 2003. Kappingin var í átta dagar. Nýggjur spurningur var hvønn dag á heimasíðuni, og luttakararnir høvdu ein møguleika at vinna fyri hvønn spurning, sum teir høvdu svarað rætt. – Rektarin luttók í sjey dagar, og hann svaraði øllum spurningunum røttum, sigur Kári Sigvardsen, sum er sjálvur triði eigarin av farteldur.fo. Stjórin býr ein part av tíðini í Brighton í Onglandi, og tað er úr Onglandi, at hann tosar við okkum. Hinir báðir eru teknikarin Vilhelm Nielsen, og sølumaðurin Dagfinn Olsen. Henda dagin, Sámal í Skorini var inni á gólvinum, var tað Dagfinn Olsen, sum handaði honum fartelduna. Sámal í Skorini býr á Eiði, og tað eru nógvar góðar orsøkir til, at hann er áhugaður í skúla og sjálvandi eisini Pisa kanningunum. Hann er rektari í Studentaskúlanum, og konan, Maria, er lærari og telduvegleiðari í Runavíkar kommunalu skúlum. Sámal í Skorini var í trý ár formaður í fólkaskúlaráðnum, sum fyri nøkrum árum síðani var sparringspartnari hjá landsstýrismanninum í skúlamálum. Nú er nakað síðani, at ráðið var niðurlagt. – Eg fekk eitt prei um áhuga­ verdu kappingina á farteldur. fo frá konuni. Eg rokni við, at nógvir føroyingar í hesum døgum hava tað sum eg, altso at teir eru áhugaðir í at vita, hvat Pisa spurningarnir snúgva seg um, so hetta var áhugavert. Teldan kom væl við. Eg havi atgongd til teldur, men eg sjálvur átti onga farteldu. Tað eigi eg nú, staðfestir Sámal í Skorini, sum fyri nøkrum árum síðani var rektari hjá monnunum aftanfyri farteldur.fo. Hesa ferð var Sámal heppin, tí hansara navn varð drigið millum tólv hundrað onnur. Kári Sigvardsen sigur, at kappingin var máti at profilera fyritøkuna, og at hetta eydnaðist væl. – Tá ið vit hava lýst, hevur vitjanartalið ligið um hálvt annað hundrað um dagin. Hesa vikuna, sum kappingin var, vitjaðu millum 300 og 400 heimasíðuna hvønn dag. Hetta eru vit væl nøgdir við, tí vit hava ongar pengar brúkt upp á hetta. Tá ið vinnaranavnið rektarin@shey.fo varð drigið og lagt á heimasíðuna hjá okkum, so var tað sjálvandi ikki heilt anonymt, hvør vinnarin var, og eg heilsi Sámali og ynski honum tillukku. Hann hevði staðið hendan partin av Pisa kanningini. Eg var áhugaður í at vita meiri um Pisa spurningarnar. Eg fann teir á OECD heimasíðu, og nú eru júst hesir spurningarnir væl kendir í Føroyum. Spuringur 1: Hví hava vit dagsljós og náttarmyrkur á jørðini? Rætta svarið er: at tað er av tí, at jørðin snarar um sín egna ása – hon melur runt. Svar A: Jørðin snarar um sín egna ása (78%). Svar B: Sólin snarar um sín egna ása (1%) Svar C: Jarðarásin hellir (8%). Svar D: Jørðin snarar um sólina (12%) Spurningur 2: Hvørjum seyði var Dolly eitt fullkomið avrit av? Rætta svarið: Dolly var eitt fullkomið avrit av seyði 1. Svar A: Seyði 1 (91%). Svar B: Seyði 2 (1%) Svar C: Seyði 3 (5%). Svar D: Pápanum hjá Dolly (3%) Spurningur 3: Stytsta leið frá Nuben til Kado? Rætta svarið: 1050 km Rætt svar: (96%). Skeivt svar: (4%) Spurningur 4: Hvussu leingi kundi tú læna bókina? Rætta svarið: 14 dagar Rætt svar: (98%). Skeivt svar: (2%) Spurningur 5: Frystiboksin hjá Jónvør Rætta svarið: NEI, JA, NEI – í hasari raðfylgjuni. Hon setti á støðu 5 og tann reyða peran sløknaði: NEI Hon setti á støði 1 og tann reyða peran sløknaði: JA Hon setti á støðu 1 og tann reyða peran helt á við at lýsa: NEI Rætt svar: 79%. Skeivt svar: 21% Spurningur 6: Tokbreytir Rætta svarið: ferðin kostaði 8 krónur og tók uml. 21 minuttir. Rætt svar: 42%. Skeivt svar: 58% Spurningur 7: Design út frá tølum  Rætta svarið: Paper 20. Rætt svar: 84% Skeivt svar: 16% Spurningur 8: Hvussu vildi Jargo fáa lesaran at kenna seg:  Rætta svarið: Skyldigan. Rætt svar: 90%. Skeivt svar: 10% Rektarin stinnur í Pisa Dagfinn Olsen frá farteldur.fo hevur júst handað Sámali í Skorini fartelduna, sum hann vann í lutakasti eftir saman við øðrum at hava svarað spurningum úr Pisa kanningum Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur