fríggjadagur 9. juni 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 109 - 9. juni 2006
Samrøða
Lív Højsted Horsdal
liv@sosialurin.fo
20 ára gamli Heini S. Kristiansen
av Skála og 21 ára gamla Súsanna
Kass Nielsen av Nesi hava verið
saman í góð trý ár og miðjan juni í
ár, skulu tey giftast. Vígslan verður
í Fríðrikskirkjuni á Toftum, og abbi
Súsonnu, Jákup Kass, skal víga
tey í hjúnalag. Eftir vígsluna hava
tey vælkomst í bygdarhúsinum í
Leirvík:
– 420 fólk passa inn í bygdarhúsið,
og tað er longu fullteknað, sigur
Heini.
Fyri hálvum ári síðan fór Heini
niður á knæ og fríggjaði til Súsonnu.
Síðan tá hava tey fyrireikað seg
dúgliga til brúdleypið. Súsanna
hevur verið í Danmark og keypt
borðprýði, og eisini hevur hon
funnið sær ein serligan brúðarkjóla
úr Spania:
– Hann er sera vakur, men enn fær
Heini ikki at vita, hvussu hann sær
út. Tað skal verða púra óvæntað,
sigur Súsanna argandi.
Heini hevur keypt sær stás í
Føroyum. Á brúdleypsdegnum fer
hann í svartan klædning og vest.
Ikki ov ung
Heini og Súsanna eru bæði á einum
máli um, at tey avgjørt ikki eru ov
ung at giftast:
– Vit kenna okkum 100% klár. At
byrja við kendu vit sjálvandi ikki
hvønn annan serliga væl. Vit vóru
bara sera forlipt og forelskað, men
hava tó altíð hugt eftir hvørjum
øðrum við tí sjón fyri eygað, at
vit fyrr ella seinni skuldu giftast.
Somuleiðis hava vit altíð prátað
saman um framtíðina, og parlagið
hevur als ikki bara verið fjas, men
vit hava tikið hvønn annan í álvara
allan vegin ígjøgnum.
Hittust á einum møti
Hóast Súsanna og Heini ikki kendu
hvønn annan, áðrenn tey komu
saman, hava tey altíð vitað av
hvørjum øðrum:
– Vit hava bæði stórt tilknýti
til Heimamissiónina og hava
javnan verið á ungdómsmøtum og
legum. Men tá vit bæði fóru á
studentaskúla, byrjaðu vit veruliga
at kenna hvønn annan, sigur Heini,
og Súsanna skoytir uppí, at hjá
henni var tað kærleiki við fyrsta
eygnabrá:
– Fyrstu ferð eg legði Heina til
merkis, sang hann fyri á einum
møti. Og so hugsaði eg alt fyri eitt:
Handan má eg hava! Men eg haldi
ikki, hann var forelskaður í mær
longu tá. – Eg noyddist líka at ofra
meg í eina tíð, men so var hann
eisini í kassanum, sigur Súsanna
flennandi.
– Nei, eg haldi nú eisini, eg var
forelskaður í tær tá, men fyrst vóru
vit sjálvandi bara vinir, er Heini
skjótur at svara.
Fór niður á knæ
Fyri hálvum ári síðani fór Heini, sum
sagt, niður á knæ, men Súsanna varð
ikki tikin á bóli, tí tey høvdu prátað
um tað leingi:
– Men eg varð sjálvandi sera rørd
og glað, sigur Súsanna.
Heini hevði í loyndum lagt eina
rúgvu til rættis. Eitt nú bílagt
bygdarhúsið í Leirvík og keypt
ringar úr Danmark fleiri mánaðir
frammanundan:
– Men fyrst fekk eg skeivar
ringar sendandi, og tí tók tað so
langa tíð. Eg haldi, Súsanna at enda
hevði ein feril av, at eg var í ferð
við eitthvørt, sigur Heini og sendir
Súsonnu eitt spyrjandi eygnabrá.
– Nei, eg visti ikki av nøkrum.
Tú gjørdi tað rættiliga spontant,
svarar Súsanna skjótt.
Hesum váttar Heini og vísir á, at
tey eru sjáldan einsamøll saman,
og tí fríggjaði hann so brádliga:
– Ein dagin vóru vit einsamøll
heima hjá Súsonnu. Eg kókaði
suppu, fór inn á kamarið hjá
henni og legði ringin á ein stól
við rósubløðum. Tá vit høvdu etið,
fóru vit inn á kamarið, og tá legði
Súsanna í øllum førum til merkis,
hvat eg hevði í hyggju.
Reaktiónirnar ymiskar
Foreldrini fingu alt fyri eitt at vita, at
Heini og Súsanna fóru at gifta seg:
– Vit vóru eitt sindur bangin fyri,
at tey fóru at verða ivingarsom og
práta um pengar, aldur o.s.fr. Men
tey vórðu tíbetur glað og stuðlaðu
okkum beinanvegin, sigur Heini.
– Men pápi mín er sjómaður, so
mamma var bangin fyri, at hann
ikki náddi heim til brúdleypið, men
tað hava vit fingið í lag, sigur
Súsanna.
Millum
kenningarnar
í
missiónshúsinum er tað ikki
óvanligt at giftast tíðliga. Men tó
kennir Heini fáar dreingir, sum eru
giftir sum bert 20 ára gamlir:
– Heldur plagar tað at verða øvut.
Men eg havi eisini vinir, ið ikki
ganga á møti, og teir vórðu ovfarnir,
tá teir frættu um brúdleypið, sigur
Heini. Súsanna heldur tó, at fleiri,
hon hevur hitt, hava havt trupult
við at skilja hví, tey gifta seg so
tíðliga:
–
Eg
arbeiði
á
eini
hárfríðkanarstovu, og har hvukku
fleiri við og søgdu eitt nú: Ha? Skalt
TÚ giftast longu? Hvussu gomul
ert tú? Bíða bara til tað mislukkast!
Men vit hava tað áskoðan, at tað
ikki er ein møguleiki at skiljast, tí
ivast vit onga løtu í, at hjúnabandið
fer at eydnast okkum væl.
Men hvussu kunnu tit vita, at tit
fara at verða saman restina av
lívinum?
– Vit vita tað ikki 100%, men
taka tað í álvara og hugsa ikki bara:
Fínastaslag, eg havi bara ein sjeik/
damu – tað gongur nokk. Heldur
hugsa vit okkum gjølla um og biðja
saman.
– Fyrsta árið, vit vóru saman, vóru
vit bara 17 ára gamlir forelskaðir
tannáringar, men eftir eina tíð
broyttist forelskilsi til kærleika, og
tá vistu vit, tað var rætt at giftast,
sigur Súsanna og leggur dent á,
at hon ikki trýr á prinsin á hvíta
hestinum:
– Vit hava valt at verið saman og
fara heilt vist at klára tað og kempa
fyri hjúnabandinum.
Heini er samdur og heldur ikki,
at tað við vissu ber til at vita, at
tey skulu verða saman restina av
lívinum:
– Tá tað onkuntíð hevur gingið
illa hjá okkum, hava vit sjálvandi
hugsað: Er hetta veruliga tað rætta?
Men eg haldi, tað ofta verður
hugsað alt ov nógv um, hvussu
lívið møguliga kundi verið. Ístaðin
áttu vit heldur bara at fingið tað
besta burtur úr tí, vit hava valt.
Vit noyðast at velja ymiskt her í
lívinum og skapa lívið eftir tí.
– Nú havi eg valt at verið saman
við Súsonnu og havi ongantíð
hugsað, hvat eg møguliga havi
mist við at verða saman við henni.
Tí eg havi valt tað besta – bæði
viðvíkjandi damu og trúgv, sigur
Heini og leggur afturat, at tey
avgjørt ikki hava eitt óáhugavert
lív, ið fleiri vilja vera við:
– Hóast vit ganga á møti og
giftast tíðliga, eru vit úti hvørt
fríggjakvøld og leygarkvøld og
hugna okkum saman við vinum
okkara. Vit eru á felagsmøtum,
koyra biltúr, keypa pitsa og ofta
bjóðar onkur eisini inn.
Kynsligt samband
Millum ung verður tað ofta dúgliga
prátað um, at tey, ið gifta seg
tíðliga, bert gifta seg fyri at fara
í song saman, men hesum eru
Súsanna og Heini ikki samd í.
– Sjálvandi giftast vit ikki fyri at
fara í song saman.Vit trúgva ikki, at
tað er rætt at hava kynsliga samveru
áðrenn hjúnaband. Sex er ein stórur
partur av at vera menniskja, og tað
er uttan iva lætt at freistast áðrenn
hjúnabandið, men tí flyta vit heldur
ikki saman, fyrr enn vit eru gift,
sigur Súsanna.
– Jú longri vit hava verið forlovað,
tess meira hava vit havt brúk fyri at
komið tættari at hvørjum øðrum
– at gera parlagið meira intimt. Nú
hava vit eisini í eina tíð vitað, at
vit skulu giftast, og hevur tað verið
verri og verri at bíða. Tí verður tað
gott at verða giftur nú. Eg vænti
ikki, vit høvdu megnað at bíða eitt
ár afturat, sigur Heini við einum
smíli:
– Eg havi mangan sovið í
gestakamarinum heima hjá Súsonnu.
At byrja við hugsaðu vit nógv um,
hvat hini hildu, tá tey eitt nú sóu
bilin hjá mær uttan fyri húsini hjá
Súsonnu um næturnar. Men nú eru
vit vorðin eldri og hugsa heldur, at
tað er teirra trupulleiki. Vit vita,
hvat vit gera, og hvar okkara mørk
eru. Tað er sannleikin, ið telur, og
hóast eg sovi í gestakamarinum,
hendir einki.
Vinir stóran týdning
At byrja við sóust Heini og
Súsanna bara um vikuskiftið, men
í seinastuni hava tey næstan verið
saman hvønn dag:
– Vit royna tó at vera nógv
saman við vinum okkara. Tað
hevur alstóran týdning. Sjálvt um
vit giftast nú, merkir tað ikki, at vit
fara at isolera okkum inni saman
– tvørturímóti. Vit fara framvegis
at verða ung og við upp á alt.
Tá brúdleypið er av, fara Heini
og Súsanna fyrst og fremst á
romantiska brúðarferð til Bulgaria
í 14 dagar.
Har fara tey at njóta sólina,
strendurnar og hvønn annan. Tá tey
koma heim aftur, flyta tey í felag til
Havnar at búgva og byrja har sína
nýggju tilveru sum hjún.
20 ára gamli Heini og 21 ára gamla Súsanna:
Kenna seg ikki
ov ung at giftast
– Vit hava ætlað at gift okkum frá fyrsta degi av, men
hugsaðu at vit møguliga vóru ov ung. Men nú eru vit
100% klár, siga Heini Kristiansen og Súsanna Nielsen,
ið liva eitt lív, har trúgvin á Jesus hevur alt at siga.