Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 109 - 9. juni 2006 Skurðviðgerð Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Skurðstova 5: Tað er sum at koma inn í ein elektroniskan heim her á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrahúsið er væl útgjørt við skurðstovum, og henda stova nr. 5 er ein teirra. Í dag skal hon verða karmur um enn eina skurð­ viðgerð – ein maður, sum hevur verið illa plágaður av bróstsviða. Frammanfyri hesum sjúklingi stendur havnarmaðurin, Heðin Jacobsen, sum er búsitandi í Noregi. Hann er serlækni innan maga- og tarmsjúkur, og starvast vanliga sum yvirlækni á Diakonhjemmets Sykehus í Oslo. Her hevur hann verið íðin í arbeiðinum við teirri fakligu menningini, m.a. innan skurð­ viðgerðir við laparoskopi. Hann er somuleiðis partur av hesi somu menningini á Lands­ sjúkrahúsinum. Í dag skal enn ein stig takast í hesi menningini, nú hesin mað­ urin við nógvum bróstsviða skal sleppa undan plágum sínum. Umvegis laparoskopi’ina skal skurðlæknin flyta magasekkin yvir í mótsettu síðu. Við hesi útgerðini og í hondun­ um á tí køna er talan um eina skurðviðgerð, har sjúklingurin í fyrsta lagi sleppur undan at verða sendur av landinum. Hann kann haraftrat verða útskrivaður dagin eftir – og í triðja lagi er talan um sparda tíð og pening til innlegging. Út frá hesum veruleikum verður nú gjørt klárt til skurð­ viðgerðina – ein regntungan týsdag í mars mánaði 2006. Ganga til handa Klokkan er 13:36. Tað er beint fyri at skurðviðgerðin skal byrja. Øll tólini eru til reiðar – tey, sum geva ljóð frá sær, geva ljóð. Og tey sum ikki skulu geva ljóð eru tigandi. Heðin er komin fram til borðið, har skurðviðgerðin skal fremjast. Hann fær tó einki gjørt einsamallur, tí rundan um hann standa ein hópur av hjálparfólkum. Undir liðini á sær hevur hann ein lækna á hvørjari síðu. Teir skulu verða hjálparar hans­ ara, samstundis sum teir fáa møguleika at verða vitni til, hvussu tann nýggjasta tøknin kann gera lívið lættari hjá einum sjúklingi. Aftanfyri hann ganga tvær sjúkrasystrar, sum eisini spæla ein týðandi leiklut í eini slíkari skurðviðgerð – hesar eru skurð­ viðgerðarsjúkrafrøðingarnir Sanna og Maria. Teirra uppgáva er m.a. at ganga skurðlæknanum til handa og útflýggja honum tey amboðini og ta útgerðina, ið hann skal brúka í arbeiði sínum. Tryggur sjúklingur Frammanfyri læknan starvast enn ein sjúkrasystir við at rigga til – hetta er narkosan Hergerð. Ein sjúkrasystir hvørs uppgáva er at tryggja, at sjúklingurin á borðinum í fyrsta lagi fær ta doyvingina hann skal. Í øðrum lagi skal hon tryggja, at m.a. pulsur og andadráttur halda sær á hóskandi støði undir allari skurðviðgerðini. Enn dugir eingin teirra at siga, hvussu long henda løtan verður í stovu 5. Fyri hesi fólkini hevur tíðin ikki so nógv at siga. Teirra týdningarmesta mál hesa ferðina – eins og allar hinar ferðirnar – er at lætta um trupulleikarnar hjá manninum, sum liggur á borðinum frammanfyri tey øll. – Nå, men nú eru vit klár at byrja, sigur Heðin. Klokkan er 13:37 og ein av túsundtals skurðviðgerðum á Landssjúkrahúsinum kann byrja. Hesa løtuna er maðurin á borðinum 110% bundin at starvsfólkunum. Hann veit, at tey hava kunnleikan og royndirnar í hesum. Tí kann hann trygt leggja seg í hendurnar á hesum fólkunum. Bróstsviði At hesin maðurin er komin at liggja á borðinum í skurðstovu 5 henda týsdagin í mars mánaði hevur sjálvandi sína forsøgu. Eingin kemur á eitt slíkt borð uttan orsøk. Mong munnu kenna til tað at hava bróstsviða, serliga eftir at hava etið onkran sterkan mat. Hjá teimum allarflestu er hetta eitt “forbígangandi fenomen”, men ikki hjá øllum. Á læknamáli kallast hetta gastro-oesophagus-reflux, – sum ein á føroyskum máli helst hevði nevnt ringur bróstsviði. Fyri sjúklingin merkir hetta, at hann javnan hevur trupulleikar av hesum, – eisini um hann bara hevur etið vanligan mat. Fleiri mátar eru at viðgera hetta, m.a. við heilivági. Men er støðan ring og hon bara versnar, kann ein skurðviðgerð verða loysnin. Og tað var júst hesa loysnina sum hesin maðurin valdi. Starvsfólkini á Lands­sjúkra­ húsinum eru vitandi um, hvørjar fylgjur ein slík plága kann hava fyri eitt fólk. Tey vita, at hetta ger at maturin kemur upp í munnin aftur og at sjúklingurin kann fáa trupulleikar við lungum, hálsi og aðrastaðni. Stutt sagt minkar hetta um lívsvirðið hjá tí sjúka. Men so vita tey eisini Vann sær heilsubót uttan ampa Tað er trupult at hava bróstsviða, men tað er enn truplari at hava so ringan bróstsviða at eingin annar útvegur er enn at leggja seg undir skurð. Við teirri nýggjastu tøknini innan skurðviðgerðir ber til at sleppa undan hesi pláguni eftir stuttari løtu og verða útskrivaður morgunin eftir – spilfrískur! Við síni kønu hond stýrir yvirlæknin Heðin Jacobsen skurðviðgerðini. Nýggjasta tøknin kemur sjúklinginum til góðar