Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 9. juni 2006 29 at møguleiki er at sleppa av við hesa pláguna. Undan skurðviðgerðini hevur hann verið til ymiskar kanningar, og henda týsmorgunin var tann stóri dagurin komin, tá hann skuldi sleppa av við allar hesar plágur sínar. Fastandi møtti hann upp á Landssjúkrahúsinum. Um morgunin vórðu tær seinastu kanningarnar gjørdar, og eftir døgurða var løtan komin til skurðviðgerðina. Eftir ætlan skal hann kunna eta fáar tímar eftir at skurðviðgerðin er liðug, og so er spurningurin bara um, hvussu leingi hann skal verða innlagdur. Vanligt er at tosa um 1 til 3 dagar. Ljóst og rúmligt Klokkan er 13:43 og alt for­ arbeiðið við skurðviðgerðini er gjørt. Nú bíða vit bert eftir at læknin skal koma við tí stóra og hvassa knívinum við tí í hyggju at seta hol á magan. Men nei: Her kemur kortini eingin stórur knívur fram, tí tað er heldur ikki ætlanin. Í dag verður arbeitt á annan hátt og eisini á eini meiri eirindarsaman máta. Nú verður laparatomi’in brúkt. Tað vil siga, at øll skurðvið­ gerðin verður framd gjøgnum sonevnd kikara-sikti: Læknin stingur fleiri rør niður í búk­ holuna á sjúklinginum. Og her kann hann fylgja við á einum sjónvarpsskýggja, hvussu skurðviðgerðin fer fram. Í roynd og eru hyggur læknin meiri á skíggjan enn móti sjúklinginum! Nakrar fáar minuttir seinni er tað júst hetta sum kemur fram á sjónvarpsskíggjan her í stovu 5: Magasekkurin upplýstur av sterkum ljósi, knívurin og tongin arbeiða hegnisliga saman, samstundis sum sjúklingurin fyri hvønn minutt sum gongur er nærri løtuni, tá ringi bróstsviði hansara er av. Lætt er at fylgja við kønu og ætlaðu rørslunum á skerminum. Undarligt at hugsa sær at hetta gongur fyri seg í maganum á einum livandi persóni, – og at alt bara snýr seg um eitt evarska lítið øki í búkholuni. Á skerminum sær tað út til at vera sum ein stórur tunnil, men í veruleikanum fer henda skurðviðgerðin frá á einum øki sum einans er fáar centimetrar til støddar. Ein lækni aftrat Tað verða ikki nógv orð søgd eina slíka løtu her í stovu 5. Øll vita, hvør teirra uppgáva er og hvør uppgávan er hjá hinum starvsfelagunum. – Tú, Heðin. Hevði tú viljað havt ein annan lækna aftrat tær? Skurðviðgerðin hevur vart eina góða løtu, og líkt er til, at neyð­ ugt er við einum lækna aftrat. Heðin játtar, og beinanvegin fer onnur av sjúkrasystrunum eftir telefonini fyri at bera boðini víðari. – Hmm, ja, hann hevur brúk fyri tveimum hendrum aftrat at hjálpa sær ... OK, eg skal siga við hann, at tú kemur um eina lítla løtu. Hesin læknin kemur inn, og fer beinanvegin í holt við at hjálpa Heðini við skurðviðgerðini. Tað er meiri enn tveir tímar síðani at arbeiðið byrjaði, men einki merkist til møði nakra­ staðni ella hjá nøkrum. Tey hava øll sama ynskið, at fáa hesa skurðviðgerðina framda eftir besta førimuni. Nú er kortini líkt til at arbeiðs­ gongdin verður broytt nakað. Heðin hevur framt ætlan sína við – stutt sagt – at flyta magasekkin yvir í hina síðuna á sjúklinginum, og nú byrjar so eitt annað arbeiði: At seyma alt saman aftur og samstundis tryggja sær, at tað sum var skalað verður heilt aftur. Køn hond Klokkan er vorðin 15:35, og nú kemur brádliga ein kvinna inn í stovu 5. Tað er trupult at síggja, hvør viðkomandi er, tí hon ber, eins og øll hini í stovuni, munnbind. Hon hevur ein spurning til Heðin. – Hvussu leingi aftrat? Tað er greitt, at tey við borðið vita hvat hon meinar við: Nær verður skurðviðgerðin liðug, soleiðis at pláss kann gerast til næsta sjúklingin henda dagin. Spurningurin er, til hvønn hesin spurningurin varð settur. Men Maria er skjót at svara: – Vit verða liðug kl. 16! Tað vil siga, at um 25 minuttir skal alt verða liðugt. Maria nær ikki meiri at hugsa um hetta, tá Heðin biður hana rætta sær ein tráð aftrat. Við kønu hond síni er hann nú við at enda hesa skurðviðgerðina, sum hevur vart í hálvan triðja tíma. Klokkan er 15:45 og skurð­ viðgerðin er liðug. Og alt týðir uppá, at sjúklingurin hevur tað gott. – Tú, Hergerð. Tað líka hæmoglobin av honum í kvøld. Takk fyri í dag, tit! Sjúklingurin verður lagdur í egna song. Skurðviðgerðin er liðug. Og morgunin eftir kundi maðurin fara heim aftur til sín sjálvs. Einki tos longur um bróstsviða. Nógv tos hinvegin um heilsu­ bótina og økta lívsvirðið! Skurðstova 5 er væl útgjørd til slíkar skurðviðgerðir. Hvørt einasta starvsfólk veit, hvør teirra uppgáva er, bæði skurðlækni, hjálparar, sjúkrasystrar og narkosa Laparaskopi er ein kikhols-kanning og skurðviðgerð í maganum og tarmunum. Eitt tunt rørformað tól verður stungið inn gjøgnum búkveggin. Hetta verður alt fjarstýrt av læknanum við hjálp av sjónvarpsskíggjanum. Hesar skurðviðgerðir eru í fyrsta lagi eirindarleysari fyri sjúklingin, teir koma skjótt fyri seg aftur, innleggingartíðin gest styttri og peningur er at spara. FAKTA Magasýra og bróstsviði Magasýru-reflux er sjúkuheiti fyri at súrt innihald úr maganum glíður aftureftir og fer upp í spísirørið. Fólk flest merkja við millumbilum til hetta við súrum ropum ella bróstsviða. Afturvendandi magasýru-reflux er vanlig líðing, tí lokavøddin ella ventilurin í maganum ikki virkar til fulnar. Vandin fyri hesum økist, tess meiri magin er útspílaður av føði. Vandin er størstur eftir stórar og serstakliga feitar máltíðir, har maturin er leingi í maganum, áðrenn hann fer víðari út í tarmarnar. Serliga sukurláta, piparmint, kaffi og rúsdrekka darva virkinum hjá lokavøddinum. Týdningarmesta viðgerðin er heilivágur, men í ringum førum kann ein skurðviðgerð loysa trupulleikan. FAKTA Skurðsjúkrasysturin, Maria hevur skil á teimum leysu amboðunum, ið hoyra til slíka skurðviðgerð