Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 109 - 9. juni 2006 Ummæli René Hjelm Myndir: Símun Jóannesarson Ein dagin kom ein innbjóðing við postinum. Teksturin á kort­ in­um boðaði frá fernisering hjá Anker Mortensen í GalleríLarsBorella í Keypmanna­ havn, men samstundis tóktist myndin eftir Anker á kortinum eisini at vera ein fyriboðan um ávísa broyting í teimum annars løttu hugløgunum, ið vanliga eyðkenna listafínu myndirnar hjá Anker. Meldurrørslur Á veg inn í gallaríið er tað serliga ein mynd úr bókini Akker, sum Anker Mortensen gav út í 2001, sum lotar í huganum. Talan er um myndina ”aftur ígjár” (2001), tí júst henda myndin er ein sera ríkandi listuppliving at líta at. Eygleiðir ein fyrst litir og litbrigdi í myndini, áðrenn hugt verður at formum og linjum, er myndin ein hóskandi byrjanarlykil at lata aðrar myndir hjá Anker upp við. Tí tað, sum í fyrstuni tykist vera ein óvikandi yvirflati, ella bara ein fløt mynd við figurum og formum, verður sum frálíður – um ein hyggur gjølla eina løtu – ein livandi og rúmlig mynd við meldurkendum rørslum í luftini og á sjónum. Ein mynd, ið avmyndar umskiftið í náttúrruni eins og verður heimurin til av nýggjum í eygunum á tí, sum lítur at. Á henda hátt ber eisini til at síggja ta fyrstu stóru myndina í røðini av málningum á framsýningini, sum her hevur fingið heitið ”vinden blæser hvorhen den vil”. Í stílføring líkist hon myndini ”aftur í gjár”, men eisini er hon á leið, sum vit kenna nógvar myndir hjá Anker Mortensen, sum hon skyggir í óendaliga nógvum bláum litbrigdum á svartari grund. Hon er eisini væl komponerað, tí hvørt lítið penslastrok hevur so at siga týdning. Samstundis elva hesi penslastrok til áðurnevndu meldurkendu rørslur og rakstrarmáttir, umframt eitt sorgblítt huglag, ið hugfangar… Kingosálmamoll Næstu myndirnar í røðini eru døkkari, og huglagið í summum av myndunum hjá Mikines koma einum til hugs. Sum frálíður og komin hálva leið gjøgnum framsýningina fáa fleiri og fleiri myndir fastari og fastari tak á sálini og komin til myndina ”musik i mol” er heldur torført at draga andan. Ljómaðu tær fyrstu myndirnar á framsýningini í dur, so ljóma hesar í moll – kingosálmamoll, – og um ikki ber til at tosa um sálarligan jarðskalvta, so ber í hvussu er til at tosa um eina opinbering ella epifani av tí slagnum, sum ikki bara tekur andan, men eisini øll orð og tankar úr heilanum. Og so átrokandi og sálarsterkt virkar ”musik i mol” inn á eyga og tilvit… at neyðugt er við einum íhaldi úti í túninum til tess at vinna sálarliga fótafesti aftur. Innafturkomin sæst at henda myndin, eins og nógvar aðrar hjá Anker, hevur ein serskildan andaligan dám við kjølfestu í átrúnaðarliga heiminum. Men ein ávís broyting er eisini rættiliga týðilig, eisini fagurfrøðiliga, tí serliga litirnir eru broyttir, men tað eru formar og figurar tó eisini, hóast eyðkendu bátarnir framvegis eru at síggja her og har. Eitt nú eru myndirnar vorðnar meira koloristiskar, soleiðis at skilja, at størri dentur nú er lagdur á litirnar sum undirstøði og sum megintilfarsliðir í myndunum, enn á formar og skipan. Sum hjá koloristunum verður rúmið í myndunum til eins nógv gjøgnum litir, sum gjøgnum formar og linjur. Summir litir eru baktjald, aðrir longur frammi og fremst í myndini, sum eisini nevnt í byrjanini viðvíkjandi myndini ”aftur ígjár”. Sostatt er sjálvandi eisini neyðugt at líta væl og gjølla at øllum litbrigdunum í myndini, men afturfyri sæst so Vit eru til … Framsýningin hjá Anker Mortensen á Gallarí LarsBorella í Keypmannahavn er ein lýsing av náttúru­máttum, men eisini ein lýsing av okkara kenslu­liga veður­lagi. Úrslitið eru málningar, ið fáa okkum at síggja tilveruna við nýggj­um eygum og at merkja hana við endurnýggjaðum sansum – og styrki ”aftur í gjár” ”vinden blæser hvorhen den vil” ”musik i moll”