Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 9. juni 2006 31 eisini aftaná eina løtu, hvussu litbrigdini so við og við skapa rúmið, ja, heimin. Á henda hátt roynir Anker somuleiðis at lýsa rekmáttir í náttúruni, umframt tað, ið allatíðina broytist: vindin, skýggini, havið. Komin at enda á framsýn­ ingini gerst vónin um at síggja glottar og dimmalætting í teimum seinastu verkunum veruleiki. Eitt nú í myndum sum ”digt i dur” og ”forklarelsen”, og serstakliga myndin ”som den gyldne sol frembryder (Kingo)” er á at líta ein sonn opinbering av tí bjarta slagnum, har máttmiklir litmótsetningar huggrípa. Myndin er eitt kraftaverk, og hon boðar frá góðum veðri og jaligari framtíð. Og ikki minst vekur hon umhugsan bæði so og so… Tá eygað er sól Framsýningin hjá Anker Morten­sen vísir okkum ein sera gávuríkan og dugnaligan lista­mann, ið hevur eitt djúp­ tøkið innlit í frumsnið og í upprunaliga listarliga skapan. Við stílfrøðiligum og andbornum medviti megnar hann at skapa og miðla livandi og viðkomandi list, har ein leiðregla tykist vera tvídrátturin millum tað einfalda og margfaldaða. Ein aðalspurningur hjá Anker sum listamaður tykist vera, hvat tað merkir at síggja klárt, og hann roynir sostatt at lýsa løtuna, tá alt klárnar í, sum tá skýggini hvørva, sum døgg fyri sól. Umráðandi tykist eisini vera at lýsa megi og máttir í náttúruni, sum t.d. streym og vind og samstundis at lýsa skiftið í veðrinum, ið ávirkar eygu og sostatt huglag okkara. Hann leitar m.a. eftir einum ”dýrdar ikoni”, eftir løtuni har sólin dagar undan, sum mangan kann kennast sum eitt slag av opinbering ella epifani nærum av tí guddommiliga slagnum, sum t.d. eisini sæst á myndini ”sum ígjøgnum sortar skýggja” (2000), sum eisini er at finna í bokini Akker. Men í hesi bók eru ikki bara myndir. Nei, her er eisini ein annar frálíkur lykil til fleiri av verkunum hjá Anker: talan er her um eitt tekstbrot, sum Anker sjálvur hevur skrivað. Og til ber at lesa brotið fagurfrøðiliga, sum eitt slag av skapanarreglu hjá Anker sjálvum: ”Sum tá sinnið flytur seg, sum tá ið tankin loysnar og hvørvur er skýggj, ið dettur oman í havið, og ein dropi søkkur niður á botn og verður ein perla í goggu. Ljósið í rúminum í høvdinum.(…) At nærkast tí andaliga, sum allatíðina er har. Stjørnur sum lýsa hóast eygu blunda. Vindurin sum boyggir gras í rúminum í høvdinum, tá ið lotar. Eisini havið. Tað ljósið sum býr í list og í rúmum í hjørtum. Og aftanfyri eygnalok. Tá ið skýggj er frammanfyri eygað og skýggj er aftanfyri eygað, er eygað mitt í millum. Tá ið skýggj hvørvur er eygað sól.” Tað ósigandi Ein annar lykil at nýta til at fáa myndirnar hjá Anker at lata seg upp, er at bera tær saman við hugburðin og skapanarreglurnar hjá listamanninum og yrkjar­ anum Paul Klee. Teir hava mangt í felag, skapanarætlan og listfatan viðvíkjandi. Hetta er eyðsæð, tá vit lesa fagurfrøðiligu tekstirnar hjá Klee í bókini Paul Klee, sum Malmö Konsthall gav út, men eisini um vit bara lesa eitt ørindi úr einari yrking uttan heiti hjá Klee frá 1914: ”Die Schöpfung/ lebt als Genesis/ unter der sichtbaren Oberfläche/ des Werkes” (Paul Klee, Gedichte, s. 82). Ein málningur sum ”Maanens duuer” (2000) hjá Anker fær lættliga ein at hugsa um Klee, men eisini ”aftur ígjár” (2001), og haraftrat nógvum tekningum. Felagsnevnarin er m.a. lætta stílføringin, har figurar og formar, sum t.d. bátar, tykjast at sveima í leysari luft lið um lið, so at miðsavnandi perspektivið í fyrstu atløgu tykist vera sett úr gildi, samstundis sum huglagið er lætt og sveimandi. Og hinvegin kemur oman­ fyrinevndi teksturin hjá Anker einum í huga, tá Klee tosar um listaliga skapan, - til dømis tá Klee sigur, at listaverkið ikki eigur at endurgeva ella spegla náttúruna beinleiðis, men heldur at varpa ljós á fjaldar lógir, kreftir og máttir í náttúruni og á tann hátt at miðla listaliga upprunaligar og skapandi náttúrumáttir, ið vanliga liggja handan eygað (Paul Klee, s. 38). Og hóast munurin teirra millum er, at Klee her kanska mest er ontologiskur og romantikari í hugburði, meðan Anker í sínum teksti er meira epistemologiskur og modernistiskur, so royna teir báðir tveir - eins og eitthvørt veruligt listafólk - at lýsa og at siga tað, ið ósigandi er… Og hvat? Hvussu eru myndirnar tá viðkomandi, og hvussu kemur list so yvirhøvur mær við? Jú, niðurstøðan kom, tá føroysk listafólk at enda savnaðust í køkinum og fóru at práta um framsýningina við atliti at lívsroyndum, samleika og sannleika, og í mun til aðrar lívsspurningar… og har Amariel Norðoy stutt og greitt segði: ”Eg eri til, ája… - vit eru til!”. ”som den gyldne sol frembyder” Til sølu: Hugnalig sethús við vøkrum urtagarði í Kálvagerði 4, úti á Fløtum í Tórshavn Húsini: Húsini eru sera snøgg og væl røkt. Uttan: svartur timburklædningur, blá sprossa­ vindeygu og flagtak. innan: Trip Trap ljós, lútaði, massiv trægólv, lútaði ljós træloft, massivar træhurðar, hvítur uno Form køkur, góð og rúmlig skáp í sovi­ rúmum og í vaskirúmi, luftventilatiónsskipan er í húsunum. Í húsunum eru 3 sovirúm + 1 hjúnarrúm við egnum baðirúmi, stórt felags baðirúm, rúm­ ligur køkur, rúmligt vaski/fýrrúm, 2 stovur – onnur við útgongd til hátún. Húsini eru í einari hædd, 150 m², grundøkið 535 m², tey eru bygd í 1985. Pláss er inni á stykkinum til 2 bilar, klárt at gera bilskýli. UrtagarðUrin: Uttanfyri er alt gjørt av serkønum fólki, flísa­ lagdar gøtur, hugnaligir krókar, steinbed, nógvir runnar og trø, lítil grasvøllur. Økið: Húsini liggja í veðurgóðum og barnavinarligum umhvørvi úti á Fløtum. Her er stutt til barna­ garðar (í øksnagerði, við landavegin, við Velbastaðvegin), Venjingarskúlan, matvøru­ handil og bakara. Bussambandið er gott. Teinurin oman í býin tekur um 15 min. at ganga. Tað er frítt kring húsini og fríøki liggur beint frammanfyri. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Áhugað verða biðin um at seta seg í samband við Advokatvirkið ­ tlf. 312227, tlf. 225045. advokatvirkið Páll Nielsen, adv. Eyðhild skaalum, adv. sigmund Poulsen, adv. Hans Trygvi Teirin, adv. skansavegur 1 • Postsmoga 85 • FO­110 Tórshavn Tlf. 312171 • Fax 315874 • e­mail: advokat@post.olivant.fo