Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 9. juni 2006 32 Í sambandi við at Føroya Filatelistfelag er 70 ár, er ætlanin at gera meira við at upplýsa um, hvussu spennandi tað kann vera at samla upp á frímerkir, sigur Álvur Danielsen, formaður í felagnum, sum heldur at søguliga bakgrundin hjá frímerkjunum ofta er sera áhugaverd   Filateli Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo   Sunnudagin 28. mai vóru 70 ár liðin síðan felagið fyri føroyskar frímerkjasamlarar, Føroya Filatelistfelag, varð stovnað í 1936.  Felagið varð stovnað eftir at havnarmaðurin Eivin Isholm, sum hevði búð í Norra, kom aftur til Føroya at vera blaðstjóri á Tingakrossi í 1935. Har setti hann eina lýsing í blaðið, har hann spurdi, um tað vóru fólk, ið høvdu huga í at stovna eitt felag fyri frímerkjasamlarar. Hann hevði sjálvur verið limur í einum slíkum felag í Oslo. Tað vísti seg at vera áhugi, og teir sum stovnaðu felagið vóru: Petur S. Johannesen, Ingvard Jacobsen, Ole Breckmann, Jacob Jacobsen, Th. Pauli Christiansen og Eivin Isholm.  Tá vóru sjálvandi eingi før­ oysk frímerkir at samla uppá. Hetta var 39 ár áðrenn føroysk frímerkir sóu dagsins ljós. Tað fyrsta menn annars vita at siga um tað at samla frímerki í Føroyum er helst at finna í  einari áhugaverdari grein í ”Føringatíðindi”  frá 19. desember 1895 við yvirskriftini ”Framburður” Har stendur: Ofta verður havt á orði, at framburður er lítil í Føroyum, og vit standa líka aftarliga sum hin parturin av danska ríkinum stóð 100 ár herfyri. Tí kann tað vera stuttligt at skoða eitt blað av ”Berlingske Tidende”, sum var útgivið 50 ár herfyri. Í ”Berlingske Tidende” fyri 21. oktober 1845 stendur ein grein undir yvirskriftini ”Engelsk Særhed”: ”Í Onglandi er brævsending bílig. Har selur postverkið smáar fýrkantaðar pappírslepar við bílati av drotningins høvur uppiá. Teir verða so settir fastir upp á tey brøv, sum skulu sendast frítt. Tá ið brøvini koma til posthúsið, verður eitt svart kross sett yvir stemplini, so at tey ikki skulu kunna brúkast uppaftur. Hesi smáu drotningahøvdini eru rættuliga fitt, og eingilsmenninir vísa eina av sínum serheitum við at samla sovorðin stempul. Herav sæst at danskarnir 50 ár herfyri ikki høvdu postmerkir og ikki vistu um tey at siga. Nú eru smápiltar í Havn líka ”serir” sum Eingilskmenninir á sinni til at samla frímerkir”.  Í ”Føringatíðindi” 3. desember 1896 stendur ein tíðindastubbi undir yvirskriftini: ”Føroysk Jólakort”: ”Jólakort eru nakað av tí dámliga nýggja, sum ”civilisatiónin” hevur ført til landið. Djóni í Geil eigur prís fyri, at hann er fyrsti maður, sum selur slík kort við Føroyskari innskrift”.    Tann 30. august 1909 sendu teir fýra Johs. O. Joensen, C. C. Johansen, H. Wenningsted- Tórgarð og Jens Jensen (seinni av Reyni) einsljóðandi brøv til ávikavist býráðið í Havn og til løgtingið við uppskoti um at fáa gjørt føroysk frímerkir við føroyskum motivum fyri á tann hátt at selja Føroyar sum ferðamannaland. Men tað hendi akkurát einki á hesum øki. Tíggju ár seinni, í 1919, sendu teir aftur eitt skriv til løgtingið við sama uppskoti, men heldur einki hendi.  Í 1940 var aftur eitt uppskot í løgtinginum um at geva út føroysk frímerkir. Hetta var serliga tí, at stórur tørvur var á frímerkjum undir krígnum. Men heldur ikki tá hendi nakað. Ein orsøk mundi vera at Hilbert, amtmaður var ímóti “færøske symboler”.  Tað var ikki fyrr enn, at Postverk Føroya varð yvurtikið í 1976, og Frímerkjadeildin varð sett á stovn, at gongd kom á føroyskar frímerkjaútgávur. Tey fyrstu komu tó í 1975, meðan postverkið enn var danskt.  At savna frímerkir er ein lívsstílur. Álvur Danielsen, formaður í  Føroya Filatelistfelag, sigur, at tað sum er so áhugavert við at samla frímerkir er ikki so nógv virði á teimum, men heldur søguliga bakgrundin aftan fyri tey ymisku frímerkini. Álvur, sum m.a. samlar føroysk frímerkir, heldur at hesi eru á høgum støði hvat viðvíkur góðsku. Tær mongu virðislønirnar bera eisini boð um hetta, men útgávupolitikkurin átti at verið heldur varnari, enn hann er í dag. Hetta eru eisini “tilbakameldingarnar” uttan úr heimi, sum vit fáa í felagnum. Helst átti Frímerkjadeildin at ráðført seg betur við brúkararnar, sigur Álvur.     Fyrstu árini vóru ikki so nógvir limir í felagnum, í 1938 vóru t.d. 17 limir, men 40 ár eftir at felagið var stovnað, í 1976, var limatalið komið upp á  50. Í dag hevur Føroya Filatelistfelag 30 limir og 22. mai 2006 kundu hesir halda fund nr. 676  í røðini sambært gerðabók felagsins. Í dag heldur felagið til í Sjúrðar­ gøtu 20 í Havn.  Í sambandi við 70 ára føðingardagin fer felagið at gera meira við at upplýsa um, hvussu áhugavert tað kann vera at samla upp á frímerkir og at gera eitt ávíst arbeiði millum ungdómin. Men tað krevur at vit fáa betri karmar at arbeiða undir, serliga hvat hølisviðurskiftum viðvíkur, sigur Álvur Danielsen. Hann leggur afturat, at nevndin setur ávísar vónir til býráðið í Havn og til Postverk Føroya, sum teir hava sett seg í samband við.  Felagið hevur skipað fyri nøkrum framsýningum við 10 ára millumbilum; teimum sonevendu Norðatlantex 76, 86 og 96. Nevndin valdi tó ikki at hava eina slíka í ár, men heldur at miða ímóti at skipa fyri eini slíkari um 5 ár, tá felagið verður 75 ár.  Nevndin í Føroya Filatelist­ felag í dag sær soleiðis út: Álvur Danielsen, formaður, Gunnar Lützen, næstformaður, og Hendrik Rubeksen, kassameistari og skrivari. Tilfar til greinina: Álvur Danielsen Føroya Filatelistfelag 70 ár: Spennandi at savna frímerkir Nevndin í Føroya Filatelistfelag, f. v.: Gunnar Lützen, næstformaður, Álvur Danielsen, formaður, og Hendrik Rubeksen, kassameistari og skrivari. Hesir siga, at teir vita, at tað eru nógv fólk í Føroyum, ið samla frímerkir, men ikki eru limir í nøkrum felag. Hesi skulu vera vælkomin í Føroya Filatilistfelag í Sjúrðagøtu 20. At savna frímerkir nýtist als ikki at vera so dýrt. Ofta fáast frímerkir sum eru bæði áhugaverd og forkunnug fyri ein bíligan penga Thorolf Bjørklund hevur handað Suna Vinther fjallstavin (hirðastavin) sum verður latin til limir í Filatelistfelagnum sum ganga undan og vísa veg fyri hinar. Hesir hava havt tann heiðurin: Ingvard Jacobsen, sáli (1986-1993), Harry Johansen, sáli (1996-2001), Thorolf Bjørklund (2001-2006) og Suni Vinther (frá 2006) Danskt jólamerki frá 1923, sum er stemplað í Tórshavn. Hetta er fyrstu ferð at eitt føroyskt motiv varð brúkt á einum merki yvirhøvur. Myndin er av einum málningi, sum í dag hongur á Post-og Telegrafmuseum í Keypmannahavn. Hetta merki gjørdu føroyskir útisetar í Danmark undir krígnum, tá teir stovnaðu grunn fyri børn, sum gjørdust faðirleys, tá pápin doyði av krígsáðum. Janus Kamban teknaði merkið. Álvur Danielsen nevnir sum dømi, at hetta merki keypti hann fyri 5 krónur (+ 7 krónur í porto), og hevur tað eitt heiðurspláss í savni hansara Føroya fyrsta vælgerðarmerki, sum eisini er eitt reklamumerki fyri føroyskan klippfisk. Ágóðin av søluni fór til “Føroya felag móti tuberklasjúku”,tuberklaveik børn. Merkið er gjørt av Frithiof Wellejus í 1931, sum var dani av norskari ætt og seldi t.d. Philips radio í Føroyum. Teksturin á marguni á arkinum er á donskum, men fanst eisini við føroyskum teksti. Arkið er í varðveitslu á Landsskjalasavninum. Tey, sum vita meira at siga um hetta merkið, eru vælkomin at venda sær til Filatilistfelagið