Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nr. 105 - 2. juni 2006 Stórar, tjúkkar, tunnar, smáar, langar… Stórar, tjúkkar, tunnar, smáar, langar… Vit gera bøkur frá uppseting til liðugtgerð. Við drúgvastu royndunum innan bókaprent er tín bók í góðum hondum hjá okkum tel. 314 555, www.foroyaprent.fo Nú kann tað vera nokk við postmodernaða okinum. Tíðin er komin at tað má vera loyvt at siga okkurt vakurt aftur, insisterar viðmerkjarin og yrkjarin Kim Simonsen, sum í dag gevur út nýtt yrkingasavn Nýtt savn Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nýggja savnið, Náðisólin, er annað yrkingasavnið hjá Kim Simonsen. Hann útgav í fjør savnið Kodak­ myndir frá sjeytiárunum, ið var eitt poeto­logiskt savn, har hann vildi vísa á, at tað finst onnur yrking í dag, enn tann meiri ella minni postmodernaða. Eitt fet víðari Við nýggja savninum tekur Kim Simonsen sína herferð móti ráðandi postmodernaða rákinum eitt fet víðari. Eftir hansara tykki hevur postmodernisman lagt síð­ani upployst seg sjálvan í síni uppgerð við alt og øll. – Tað er onki galið í at gera upp við tað verandi. Trupulleikin við postmodernismuni er bara, at hon onki annað setur í staðin. Eftir at hava gálvað, snerkt og ironiserað uttan íhald seinastu 15 árini kemur tað neyvan óvart á, at postmodernisman endaliga hevur mist sínar lesarar. Teir kenna stutt sagt ikki seg sjálvar aftur í innantómu postmodernaðu fløkjunum, sigur Kim, sum við Náðinsólini setur uppá at tora at siga nakað vakurt aftur. Hóast postmoderisman bert lut­ víst fekk fastatøkur á føroyskum bókmentum, heldur Kim seg síggja greið tekin um, at eisini í Føroyum er hon umsíðir av­blást, eins og í londunum kring okkum. Við Náðisólini síggja vit so enn eina føroyska roynd at rista av sær tað máttloysið, ið eftir hansara tykki meir enn nakað annað eyðkendi post­ moderismuna innihaldsliga. Ymsir formar Náðisólin er í fimm pørtum, har teir tríggir eru stórar elegiskar langyrkingar, ið metapoetiskt snúgva seg um okkara tíð, um mál og um at skriva í dag. Savnið vendir sær móti minninum, málinum, trúarligum symbolum og heimstaðinum, ofta við sorgblídni, humor og politiskum undirtónum. Formurin er partvíst bæði fenomenologiskt sansandi og av og á støkkprosakendur. Yrkingarnar eru bæði klassiskar sentrallyriskar og meiri abstrakt­ ar og minimalistiskar yrkingar, har týdningar fragmenterast, men við bráum av ljósi og mystikki. Samrøða innanborðs Teir fimm partarnir eru ymiskir, men samstundis samansettir sum ein samrøða innanborða millum partanar. Bókin er bygd upp sum ein krevjandi fortættað tematisk umferð av evnum, ið fænomenologiskt arbeiða seg um tað ósagda og tað ósigiliga, samstundis sum yrkingarnar kenna til sína egnu kreppu í hesum arbeiðinum. Kreppan, ið er at siga okkurt vakurt í okkara tíð, at fáa bókmentir aftur, ið viðgera hvussu tað er at vera eitt menniskja við hóttanum og hvussu lyrikkurin kann koma yvir sína umboðanarkreppu í mun til postmodernaða skeiðið, ið er brátt farið. Sum heild hava yrkingarnar á teimum gott 90 síðunum í savninum eingi nøvn, men hanga saman við einum * millum yrkingarnar. Talan er ikki um vanligar forteljandi langyrkingar, ei heldur eru hesar púra ymiskar yrkingar, men hanga saman, í mátanum savnið er eitt laboratorium og ein verksmiðja fyri tankan, har ferðin gongur yvir metapoesi, poetikk og málheimspeki (m.a. Wittgenstein), og leiklutin sum trúgv hevur í dag í einum sekulerum heimi.   Náðisólin er av heiti ein fagnaður til Tor Ulven, og savnið “Søppelsolen” frá 1989. Tað er Mentanargrunnur Landsins sum gevur Náðisólin út. Postmodernisman er avblást Nora umaftur Kåre Willoch Ibsen árið er í hæddini, og hugflogið at skapa áhuga fyri mongu tiltøkunum ferðast víða. Millum annað hevur fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Kåre Willoch, nú skrivað sítt boð uppá, hvussu hann heldur, at heimskendi leikurin hjá Ibsen, Et Dukkehjem, átti at enda. Fyri Willoch er spurningurin ikki, hví ella hvar Nora fór, sum fólk, kanska serliga kvinnur, hava spurt seg sjálvan, líka síðani leikurin varð skrivaður í 1879. Sambært Willoch hava vit í leikinum enn eitt dømi um, at vesturlendsk mentan er vorðin ‘sær sjálvum nokk’ í so stóran mun, at tað er vorðið ein forðing fyri øllum væl grundaðum tankum um ábyrgd, sum finnast í øðrum mentanum. – Er tað nú so vist, at tað er ‘betri’ mentan, at ein mamma skal fara frá sínum børnum fyri at realisera seg sjálva?, spyr Willoch, og ikki óvæntað fer Nora tískil ongan veg í nýggju útgávuni, sum herfyri varð prentað í Aftenposten. Og so var aftur eldur í stutta fjúsinum hjá mangari talskvinnu hjá Noru. Willoch verjir seg við at siga, at tann veruliga Nora, Laura Kieler, fór aftur til mannin, brúkti 12 ár at rinda skuldina afur og fekk seks børn. Hana fer Willoch eftir øllum at døma nú at skriva eina bók um, tí sum hann sigur – Mest ræðuliga kvinnusøgan hjá Ibsen hevur uppborið at verða sæð í nýggjum ljósi. Maðurin í svørtum gongur aftur Sum nakað heilt forkunnugt hava føroyskir biografgangarar í løtuni høvi at síggja ein film, har bæði bókin og filmurin koma við bestu ummælum í viðførinum. Talan er um filmin “Walk the line”, ið byggir á endur­ minningarnar Cash hjá mæta tónleikararnum Johhny Cash, ið hann skrivaði stutt áðrenn hann doyði í 2003. Her fingu lesarar fingu tað, teir vónaðu men sjáldan fáa, tá av tornar í slíkum útgávum. Eitt var, at gátuføra søgan um hvussu tað kundi bera til at ein tónleikari, ið hevði riðið á tindunum í samfull 30 ár, knappliga stóð uttan plátusáttmála miðskeiðis í 80’unum, nú umsíðir bleiv søgd. Men mátin, Cash sigur hana, er so náðileysur, at orðið langt frá røkkum í hesum føri. Myndin tú stendur við miðskeiðis í bókini er av einum manni, sum satt at siga er eitt so stórt bartrog, at hann ikki hevur uppiborið betri enn at ganga til grundar í síni endaleysu rúsmisnýtslu. Men Guds børn batna sum kunnugt, og tá bartrogið so hartil kemur við síni inniligu lýsing av vinarlagnum við Bob Dylan og Roy Orbison, má sjálvt tann mest kyniski lesararin geva seg yvir. Tað gjørdi kona Cash eisini og gav sítt til at søgan um “The man in Black” samstundis er nær við at vera aldarinnar kærleikssøga. – Postmoderisman vendi lesararnum baki. Afturfyri leita lesarar í dag aðrar vegir, sigur Kim Simonsen, sum í dag gevur út yrkingasavnið „Náðisólin“ Úr Náðisólin: Við eitt er náðin, eg eri í tí eg sigi, náðisólin nærverandi, øll orð siga okkurt sjálvi nú. Eg havi ikki lovað tær nakað á hesum málinum. * Vit eru í tí, vit skriva lúgva flennandi fyri sólini á einum máli, vit ikki skilja enn. Nú fellur kavin á gólvið. Náðin er málið, eg ikki havi. Johnny Cash, Cash, Klim, 2005