fríggjadagur 9. juni 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 9. juni 2006
34
FERÐAFRÁSØGN
Lív Reinert Kjeld
liv.reinert.kjeld@sosialurin.fo
Má siga sum er, at eg hugsaði
mítt, tá ið eg varð boðin ein
túr til Íslands eitt vikuskifti.
Einsamøll. Hvat ólukkan skal
ein 23 ára gomul kvinna gera
einsamøll í Reykjavík, har
hon so at siga ikki kennir eina
sál? – Og so saman við einum
ferðaleiðara, sum hon als ikki
kennir? Svarið er: nógv. Eina
rúgvu. Eg hevði ikki trúð, at ein
kundi uppliva so nógv upp á so
stutta tíð, sum eg gjørdi hetta
vikuskiftið.
Fríggjadagur, 5. mai 2006:
Siti í flogfarinum hjá Atlantsflogi.
Eri á veg til Reykjavíkar. Púra
einsamøll. Við síðuna av mær
situr eitt gamalt par. Tey eru
nokk so stuttlig; henni dámar
væl at práta, og honum dámar
væl at fáa ókeypis whisky frá
flogternuni. Eftir fimm ótrúliga
stutt korter lenda vit í Reykjavík.
Áh, tann hurlivasi á grynnuni, tá
ið vit skulu eftir kuffertunum;
floghavnin er rættiliga lítil og
bygdaslig; minni enn okkara
har vestri, og alt viðførið kemur
bóltandi inn eftir einum sera
stuttum transportbandi, sum
brádliga fer undir ein vegg, so
alt viðførið fer skramblandi á
gólvið. Millum alt viðførið og
øll ferðafólkini finni eg mítt lítla
kuffert, sum hevur yvirlivað ein
lítlan elddóp. Komin útum hoyri
eg onkran rópa. Eg vendi mær,
og síggi beint inn í smílandi
andlitið á Davíði, sum er komin
eftir mær á flogvøllinum. Fittur
er hann.
Vit fara út í bilin og koyra
beint inn í miðbýin. Miðbýurin
í Reykjavík er eitt sindur
bygdasligari, enn eg hevði
væntað. Hugnaligur. Húsini
eru litføgur, og gøturnar eru
steinsettar. Tað er næstan
heimligt. –Í øllum førum kenni
eg meg ikki fremmanda, nú eg
gangi her á gongugøtuni millum
hugnaligar handlar og matstovur.
Davíð og eg práta um mangt og
hvat. – Hava funnið út av, at vit
eru í familju. Tað er løgið, sum
verðin er lítil. Brádliga rópar
onkur úr einum jeepi, og Davíð
fer yvir at heilsa uppá. Tað
er Fríðrikkur Ellingsson, ein
vinmaður hansara. Teir avtala,
at vit skulu fara á matstovuna
Caruso at eta nátturða. Deiligt;
eg eri nokkso svong eftir ein
langan dag. Áðrenn vit fara á
matstovuna, fara Davíð og eg í
ein bókahandil at forvitnast. Á
veg út úr handlinum møta vit
einari eldri kvinnu; hon er høg og
vøkur, í síðum, svørtum frakka,
hevur eitt vakurt turriklæði og
grátt hár, sum er savnað í einum
toppi. Eg má hyggja tvær ferðir;
jú, tað veit denn, at tað er Malla,
sum plagar at vera og vitja
Sólrun fastur hvørt summar á
ólavssøku! Vit heilsast, og eru
báðar rættiliga ovfarnar av, at vit
skulu hittast her, mitt í Reykjavík,
minni enn ein tíma eftir, at eg
eri komin til landið. Vit avtala at
hittast mánadagin, áðrenn eg fari
avstað aftur.
Á matstovuni Caruso situr
Fríðrikkur og bíðar eftir okkum.
Davíð greiðir frá, at Fríðrikkur
er rithøvundur, og hevur millum
annað skrivað orðini til sangin,
sum Eivør sang til íslendsku
eurovision sangkappingina. Í
fyrstuni má Davíð vera tolkur,
men skjótt venji eg meg við
prátingarlagið, og so gongur sum
smurt.
Eftir eina góða máltíð
koyrir Davíð meg á føroyska
sjómansheimið Ørkina, sum
eisini liggur mitt í býnum. Eg
setið kuffertið inn á kamarið,
og síðani fara vit út aftur í
býin. Hesaferð ein túr á Oliver,
sum er ein barr á gongugøtuni.
Har hitta vit Sigurdur Jökull
Olafsson, sum er fotografur;
hann skal við okkum í morgin og
ovurmorgin. Hann tykist at vera
fittur og líkatil. Hann hevur búð í
Danmark, so vit bæði tosa danskt
saman. Tað riggar væl.
Tá ið vit hava sitið á Oliver
eina løtu, fara Davíð, Fríðrikkur
og eg víðari. Vit eru boðin til
Hrafn Gunnlaugsson, hvør tað
so er…
Klokkan er rættiliga nógv, og
tað er vorðið myrkt. Reykjavík
tykist ikki eins heimligt um
náttina sum um dagin. Nógvu,
flottu bygningarnir eru upplýstir
og tað minnir meg kanska eitt
sindur um Keypmannahavn ella
onkran annan stórbý. Davíð
snarar út á ein lítlan veg til eini
vøkur, hvít hús, sum standa
rættiliga einsamøll, eitt sindur
burtur frá. Hann greiðir frá,
at Hrafn er rættiliga kendur
í Íslandi. Hann er leikstjóri.
Davíð sigur, at hann er eitt
sindur excentriskur. Eg hugsi,
at húsini hjá honum síggja í
øllum førum púra vanlig út. Men
so snarar Davíð aftur. Millum
nakrar dungar av gróti og smáar
smáttur, totempelar og rustaðar
jarnstandmyndir, koma eini
onnur hús til sjóndar. Her býr
Hrafn Gunnlaugsson.
Komin inn um, tekur Hrafn
sjálvur ímóti. Hann tekur frakkan
hjá mær, og býður okkum
romm og cola. Eg eri ovfarin av
húsunum. Í stovuni er ein stór
barr, eitt klaver, ein grúgva og
tveir glasútbygningar. Útsýnið er
vakurt; ljósini frá býnum speglast
í sjónum, sum er spegilsblankur.
Tað er blikalogn. Fríðrikkur
flennir at mær og heldur fyri,
at eg síggja út sum Alisa í
ævintýrlandi; og tað er rættiliga
rámandi, tí soleiðis kenni eg
meg. Eg havi aldrin fyrr sæð eitt
sovorðið heim, og vænti heldur
ikki at síggja nakað líknandi
aftur; her eru ravnar, málningar,
standmyndir, orðabøkur við
løgnum málum, sum eg ikki visti,
vóru til, og mitt undir loftinum
í arbeiðsrúminum hongur
ein kirkjuklokka frá umleið
fjúrtandu øld. Ótrúligt. Eg eri
púra málleys.
Tá ið klokkan nærkast eitt,
fara vit víðari. Tá ið eg eri á
veg avstað, kemur Hrafn við
einum filmi, sum hann hevur
leikstjórnað. Hann skal eg sleppa
at eiga. Eg eri ovfarin og takki
hjartaliga fyri blíðskapin, og so
fara vit avstað.
Áðrenn eg fari ”heim” á
Ørkina, fara vit ein lítlan túr
aftur í býin. Tað er lív í býnum;
fólk eru í góðum lag, og dansi
tónleikur hoyrist um allar geilar.
Vit fara inn í eitt diskotek, har
vit aftur hitta Sigurd, og halda
síðani leiðina fram til eina
hugnaliga barr, har livandi
tónleikur er at hoyra. Tað er
ein íslendskur tónleikari, Halli
Reynis, sum situr einsamallur
á pallinum og spælir gittara og
syngur. Ein góður endi á einum
góðum degi. Davíð koyrir meg á
sjómansheimið, og eg fari í song,
troytt og væl nøgd við mín fyrsta
dag í Íslandi.
Leygardagur, 6. mai 2006:
Vakni um hálvgum tíggju tíðina.
Fari upp og eti góðan morgunmat,
áðrenn eg leypi undir brúsuna og
fari ein túr í býin. Davíð hevur
givið mær frí í morgun, so eg
ætli mær ein túr á gongugøtuna
at hyggja í handlar. Sólin skínir
oman og niðan. Tað er lætt at
finna gongugøtuna aftur; fittu
starvsfólkini á sjómansheiminum
vísa mær veg, og tað tekur bara
einar tíggju til fimtan minuttir,
so standi eg mitt í býnum. Fólk
eru í góðum lag, og handlarnir
eru spennandi og nógvir í tali.
Veit ikki, hvar eg skal byrja.
Fari inn í ein handil, sum selur
ymiskar luksus vørur; gott kaffi,
sjokolátu og annað gott. Má
keypa okkurt gott heim við.
Haldi áfram at ganga sikk-sakk
og hyggja í øll vindeygu; varnist,
at eg gangi einsamøll og smílist,
tá ið ein gomul kona smílist
afturímóti.
Um døgurðatíð kemur Davíð
eftir mær, og so fara vit aftur
út at eta. Hesaferð eta vit á eini
matstovu, sum eitur Vegetarian,
sum – eins og navnið sigur
– bara ger vegetariskan mat. Eg
ímyndi mær, at tað kanska er
eitt sindur keðiligt uttan kjøt
av nøkrum slagi, men maturin
gagnast mær væl. Síðani
fara vit til Perluna, har ein
ferðavinnuráðstevna er. Her er
ein rúgva av básum, hvør meira
áhugaverdur enn annar. Ísland
hevur ótrúliga nógv at bjóða
ferðafólki; ein básur er, sum
serliga fangar mín áhuga; tey
lýsa við ekstremum ítrótti, sum
til dømis paragliding, river-
rafting, vatnskíing, kappkoyring
av ymiskum slagi og nógvum
øðrum. -Næstu ferð, eg fari til
Íslands, veit eg, hvat eg ætli
mær… um eg tori…
Davíð og eg fara ein túr upp
á takið á Perluni. Útsýnið er
ótrúliga vakurt; veðrið er gott,
og Davíð sigur mær, hvussu
tey ymisku fjøllini eita; Eitt tað
størsta, minnist eg, eitur Esja. Á
veg oman aftur møta vit Sigurdi,
sum skal fylgjast við okkum
restina av degnum. Nú fara vit til
Bláa Lónið. Eg gleði meg sum
eitt smábarn.
Náttúran her er øðrvísi, enn eg
eri von við. Brádliga er alt tað
bera grót, síðani vakur vøkstur
í vøkrum litum, og so aftur grót.
Langt burturi síggi eg fjøllini,
grøn við hvítum toppi. Náttúran í
Íslandi er heilt ótrúliga fjølbroytt.
Áðrenn eg veit av, eru vit komin
til Bláa Lónið. Sigurdur má fáa
serligt loyvi til at taka myndir,
og Davíð og eg fáa hvør sítt
armband við einum chip’i, sum
vit skulu nýta fyri at sleppa inn,
læsa skápini og so framvegis.
– Jú, vit eru komin í 21. øld.
Tað er eitt sindur kalt at koma
út í berari svimjidrakt; vit eru
jú akkurát komin í mai mánað. –
Men vatnið er deiliga heitt. Økið
rundan um sjálvan hylin er nógv
lekrari, enn eg hevði væntað.
Hetta er reint luksus. Gongur tú
eitt sindur longur út, gerst vatnið
heitari; og fert tú eitt sindur yvir
eftir, fært tú leir ella okkurt at
smyrja á húðina. Balsam fyri
sálina, eru vit samd um.
Eftir ein góðan tíma halda
vit leiðina fram til Grindavíkar,
har ein vinkona hjá Davíði
hevur listaframsýning í
mentanarhúsinum. Mentanar
húsið í Grindavík er eisini
Saltfiskasavn, og tá ið leiðarin
hoyrir, at eg eri føroysk blað
kvinna, vísir hann mær runt á
Runt Reykjavík við Davíði
Ein vikuskiftisferð til Íslands kann umfata
nógvar upplivingar. Sera nógvar. – Í øllum førum,
um tú ferðast saman við íslendska-føroyska
ferðaleiðaranum, Davíði Samúelsson
Davíð Samúelsson á takinum á Perluni. Útsýnið yvir Reykjavík er fantastiskt haðani