fríggjadagur 9. juni 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 9. juni 2006
35
savninum og greiðir frá øllum
tí, vit síggja. Savnið er rættiliga
stórt og opið. Vit ganga eftir eini
gøtu inni í savninum, sum líkist
eini bátabrúgv. Ymsastaðni eru
plátur við teksti, sum greiðir
frá ymiskum tíðarskeiðum, og
fuglaljóð og aldututl hoyrast, so
tað kennist, sum eru vit á eini
rættari ferð aftur í tíðina. Vit
síggja stórar myndir, ymiskar
lutir, stórar dukkur í gomlum
klæðum, bátar, ymisk amboð
og ikki minst: saltfisk. Leiðarin
greiðir fá, at tey hava tætt
samstarv við skúlarnar har á
leiðini, sum ofta koma á vitjan.
Tá skipa tey fyri ymiskum
kappingum og vísa filmar
um saltfiskasøguna. Okkara
ferð gjøgnum savnið endar í
Portugal, har Rosita hevur fingið
saltfisk, Baccalao, úr Íslandi.
Eg takki fyri blíðskapin, og eri
eitt sindur hørm um, at eg ikki
havi ráð til at keypa eina vakra
íslendska troyggju, sum hongur í
handlinum.
Komin aftur til Reykjavíkar,
fara vit trý út at eta á eini fínari
matstovu, sum liggur mitt í
býnum. Eg angri, at eg át so
nógv við Bláa Lónið, tí nú fáa vit
eini fýra-fimm lekrar rættir, sum
hvør smakkar betur enn annar.
Eg fái hummarasúpan, lunda,
villgás, reinsdjór og alt møguligt
annað gott; komi næstan í neyð
av øllum matinum. Tað einasta,
sum mær ikki dámar serliga væl,
er hálvstokti lundin, sum bløðir
eitt sindur; Davíð og Sigurdur
eru glaðir við, tí hálvstoktur (eg
vildi næstan kallað tað ráður)
lundi er eitt tað besta, teir fáa.
Mett og væl sett fara vit ein túr
í býin. Leygarkvøld í Reykjavík
er altíð spennandi, sigur Davíð, tí
at tá eru altíð so nógv ferðafólk
í býnum, og øll eru í góðum lag.
–Jú, rætt hevur hann. Vit fara inn
á eina matstovu, sum um kvøldið
verður til café og um vikuskiftini
til diskotek; eitt áhugavert stað,
sum óivað hevði riggað væl í
miðbýnum í Havn, hugsi eg. Vit
keypa okkum ein drykk og sita
so og práta og hugna okkum eina
løtu, áðrenn vit venda nøsini
heimeftir; vit hava ein langan
dag fyri okkum í morgin.
Sunnudagur, 7. mai 2006:
Vaknaði ikki so tíðliga, sum eg
ætlaði mær. Leypi undir brúsuna,
áðrenn Davíð og Sigurdur koma
eftir mær á Ørkini. Í dag skal
eg sleppa at síggja Geysir og
Gullfoss. Geysir! Eg minnist, tá
ið eg sum smágenta fyrstu ferð
sá myndir hagani; fantastiskt!
Tað tekur eina løtu at koyra til
Geysir, og á vegnum fara vit til
Hveragerði, sum er vinarbýur hjá
Nes Kommunu, og heimstaðurin
hjá Davíði. Vit koyra ein túr
runt í býnum og fara inn í Edens
Hava, sum er eitt vakstrarhús
við ymiskum plantum, djórum,
matstovum og øðrum. Rættiliga
forvitnisligt, men vit gera skjótt
av, og halda síðani leiðina fram
til Geysir.
Íslendska náttúran er stórsligin;
á veg til Geysir steðga vit við eitt
krater, og so eru vit endiliga har.
Geysir. Eg síggi, hvussu vatnið
spríkir upp úr jørðini; má líka
koyra hondina niður í; eg hevði
ikki væntað, at vatnið var so heitt,
sum tað er. Sigurdur greiðir frá,
at í dag er tað bert Strokkur, sum
goysir. Síðan ein jarðskjálvta í
2000 goysir Geysir sera sjáldan.
–Má grína, tá ið eg royni at benda
at goysa… tað er ikki altíð so
líka til. Davíð sigur, at tey kunnu
fáa Geysir at goysa við at lata
sápu ella okkurt líknandi niðurí,
men tað sæst á økinum, at tað
er ikki eitt serliga gott hugskot.
Strokkur goysir ikki líka høgt
sum Geysir, men tað er ein
uppliving at síggja allíkavæl.
Síðani gongur leiðin til Gull
foss. Tað, sum er serligt við
Gullfossi, er, at hann er størsti
fossurin í Evropa, tá ið hugsað
verður um, hvussu nógv vatn
ferðast gjøgnum hann. Við
Gullfoss steðga vit eina løtu
og fáa okkum ein kaffimunn á
matstovuni, sum er beint við.
Deiligt at fáa okkurt heitt niður
um; veðrið er ikki líka gott í
dag, sum tað var í gjár. Niðri við
Gullfoss eru – eins og við Geysir
– nógv ferðafólk. Vit steðga eina
løtu við fossin at taka myndir.
– Eg haldi, at Sigurdur kanska er
í so djarvur, tá ið hann stendur so
ygst og tekur myndir. Dettur tú í
henda fossin, sleppur tú neyvan
upp aftur. Tá ið Sigurdur hevur
fingið sínar myndir í kassan, fara
vit aftur í bilin. Nú gongur leiðin
til Eyrabakka, har Fríðrikkur býr.
Davíð og Sigurdur tvætla
býtt í bilinum. Tað er nokk so
serligt; Davíð og eg tosa føroyskt,
Davíð og Sigurdur tosa íslendskt
sínamillum, og Sigurdur og eg
tosa danskt okkara millum… eitt
sindur ørkymlandi fyri ovastu
hædd viðhvørt, men tað er
stuttligt; vit hugna okkum saman.
Eyrabakki minnir rættiliga
nógv um eina føroyska bygd.
Húsini hava nærum sama snið
og eru eins litføgur og húsini
har heima. Fríðrikkur sigur, at
Eyrabakki er rættiliga serlig, tí
at íslendarar eru ikki vanir við at
síggja slíkar bygdamyndir longur.
– Teir ríva niður so hvørt, sum
teir byggja nýtt, sigur hann. Vit
fara inn í eini hugnalig, hvít hús,
við reyðari grund. Húsini eru
ein matstova, sum eitur Rauða
Húsið. Her fáa vit enn einaferð
nógvan og góðan mat at eta; ein
fiskarætt, sum eg ikki havi roynt
fyrr, og góða súpan til forrætt.
Tætt við Rauða Húsið eru eini
onnur hús, kallað Gamlað Húsið.
Gamlað Húsið er partur av
tjóðarsavni Íslands og virkar sum
eitt fornminnissavn. Vit ganga
runt hvør í sínum lagi og lesa tey
ymisku skeltini, sum eru við teir
ymisku lutirnar. Eg gangi næstan
í eini aðrari verð, tá ið Fríðrikkur
rópar á meg; hann skal vísa mær
okkurt. Eg gangi eftir ljóðinum
inn í eitt rúm, har eitt sjál og
okkurt annað plagg hanga aftan
fyri ein glas rút. Eg undrist á,
hvat man vera so serligt við júst
hasum klæðunum, til eg síggi,
hvat stendur á skeltinum: made
from human hair… Eg snerki við,
og haldi tað vera sera ólekkurt, at
ein kona hevur gjørt ymisk klæði
burtur úr sínum egna hári og
hárinum hjá dóttrini. Fríðrikkur
flennir og sigur, at soleiðis sá
andlitsbráið hjá drottningini
eisini út, tá ið hon var har fyri
nøkrum árum síðani. Er tað
løgið?
Vit ganga ein lítlan túr á
Eyrabakka og práta um leyst
og fast, áðrenn vit aftur seta
okkum í bilin og koyra aftur
til Reykjavíkar. Eri rættiliga
troytt nú; gleði meg til at síggja
songina á Ørkini.
Á sjómansheiminum siga vit
hvørjum øðrum farvæl. Davíð og
Sigurdur skulu báðir til arbeiðis
í morgin, og eg havi gjørt eina
avtalu við Mallu, áðrenn eg skal
á flog á middegi.
Mánadagur, 8. mai 2006:
Vaknaði við, at sólin skein beint
í andlitið á mær. Hugsi, at eg
havi verið ótrúliga heppin í
veðrinum hetta vikuskiftið. Eg
pakki kuffertið, og fitta gentan
í móttøkuni á Ørkini ringir eftir
einum bili til mín.
Í hurðini stendur Malla við
systurommusoninum Benadikt
og veittrar til mín. Hon er so
hugnalig. Vit práta um leyst
og fast, meðan hon ger okkum
morgunmat: ristað breyð við
ymiskum viðskera og te afturvið.
Hetta er ein deiligur endi á
einum góðum vikuskifti. Tá ið
eg skal fara at ringja eftir einum
bili at koyra meg út á flogvøllin,
kemur Bibi, systir Mallu, eftir
mær. Onki roks, hon skal koyra
meg. – Íslendingar eru eitt fitt
fólkaslag; eg gleði meg, til eg
sleppi at vitja landið aftur!
Gongugøtan í Reykjavík er sera hugnalig við nógvum forvitnisligum handlum og góðum matstovum
Gullfossur, størsti fossur í Evropa, er
ein heilt serlig uppliving.