fríggjadagur 9. juni 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 9. juni 2006
36
Jesus segði: ”Sáðið er Guðs
orð.” (Luk 8,11). Og Jesus segði
uppaftur: ”… tit skulu verða
vitni míni bæði í Jerúsalem og
í allari Júdeu og Sámáriu og
líka til ytstu endamark á jørðini”
(Áps 1,9).
Tað er alment viðtikið í landi
okkara, at vit ikki mugu missa
okkara søgu og okkara mál,
tí okkara mentan og okkara
samleiki eru treytað av hesum.
Og rætt er tað. Vit eiga tí at virka
fyri at ungdómur og fólk okkara
fær hollan kunnleika til sína søgu
og sítt mál.
Men hvat hevur verið kjøl
festið í mentan okkara? Er tað
søgan? Er tað málið?
Søgan sigur okkum tað, ið
farið er, og sum lærir okkum, hví
vit eru tey, vit eru. Vit kunnu ikki
flýggja undan okkara søgu.
Málið er amboðið, vit
samskifta við, og sum vit halda
allari samveru og samleika uppi
við. Menniskjað er ein sosial
vera, og hevur tað ikki mál,
verður sosiali felagsskapurin eins
og øll menning og framburður av
ongum.
Søgan og málið. Men hvat vit
trúnni?
Kjølfestið í mentan okkara
hevur verið kristna trúgvin.
Trúgvin, eitt menniskja hevur,
er tað innasta og tað, sum stýrir
lívi og levnaði, sum vegleiðir
okkum at taka avgerðir í lívsins
avgerandi málum, og sum
skundar undir tey møguligu tøk,
vit taka í lívi okkara.
Einki greinar tí menniskja
betur enn tess trúgv. Djúpast
sæð og rætt skilt, trúgva øll. Øll
hava eina mynd av tilveruni, eina
heimsmynd, sum sigur nakað um,
hvussu alt hongur saman. Og
tá ið tað kemur til lívsins stóru
spurningar í heimsmynd okkara
er neyðugt at trúgva. Og hví tað?
Tí vit kunnu ikki prógva alt í
tilveru okkara.
Nógv kann søguliga staðfestast
og vitast um úr gomlum døgum.
Eisini frá bíbilskari tíð ber til
við keldum at staðfesta tað, sum
farið er fram. Og nú er so eingin
søguligur persónur frá síni
samtíð betri vitnaður enn Jesus
úr Nazaret.
Hóast vit ikki hava nakað
av Bíbliunnar frumritum, so
finnast fleiri enn 5.000 uppruna-
avskriftir av øllum Nýggja
Testamenti ella við pørtum av
tí. Einstøk orð eru funnin á
lepum, sum kanska bara eru um
35 ár eldri enn frumritið. Men
annars eru hesi nógvu avskrivaðu
handritini eini 150 til 250 ár eldri
enn frumritini. Og tað er sjálsamt
samanborðið við aðrar bøkur um
hetta mundið. Til samanberingar
kann nevnast, at elsta varðveitta
handritið við dialogum Platons er
frá 900-talinum. Tvs. um 1.300
ár eldri enn Platon.
Men hvørt Gud er til ella ikki,
kann ikki prógvast, bara trúgvast.
Hvørt vit og alt livandi hevur
ment seg úr ongum ella skapað
av Gudi, kann ikki prógvast, bara
trúgvast.
Hvat hendir, tá ið vit doyggja
kann ikki prógvast, bara trúgvast.
Hvat er rætt og rangt, kann ikki
prógvast, bara trúgvast.
Hvat endamál menniskjunnar
er, kann ikki prógvast, bara
trúgvast.
Uttan trúgv er tað tí ómøguligt
at vera menniskja. Øll hava
vit eina heimsmynd tilvitað
ella ótilvitað, og í hesi mynd
hava vit í teimum avgerandi
spurningunum bara trúnna at
halda okkum til.
Kristna trúgvin stavar frá
Jesusi úr Nazaret, ein maður
kendur fyri sína læru, sítt
lív og sínar undirgerðir. Ein
maður sum av rómverjum varð
krossfestur, men sum sjálvur
segði, at hann mátti geva sítt
lív, um mannaættin skuldi hava
vón um ævigt lív. Hann helt
fast við, at hann var Guds sonur
komin í heim at geva lív sítt
sum loysigjald fyri mong. Hvørt
deyði hansara var loysigjald ella
ikki, kann ikki prógvast, bara
trúgvast.
Tey fyrstu, sum trúðu á hann,
vóru vitni. Tey høvdu sæð hann
í lívi og í deyða og eftir uppreisn
hansara. Summi teirra søgdu
seg hava sæð og verið saman við
honum nakrar ferðir eftir, at hann
var risin frá deyðum. Og hvat
høvdu tey sum amboð? Málið.
Orðið. Og orðið tey skuldu nýta
í samskifti sínum, var Guds orð.
Tí sáðið, sum kann skapa trúgv
og vøkstur í Guds ríki, er orðið
um Jesus og kross hansara!
Og hesi fóru so undir at boða
gleðiboðskapin um Guds son og
vitna um tað, tey høvdu hoyrt og
sæð. Og vitnisburður teirra rein
við menniskju.
Fyrstu tíðina vóru tey í Jerúsa
lem, men tey komu so um Júdea
og Sámária og eru nú við ”ytstu
endamark á jørðini”.
Fyri fólk á okkara leiðum
hevur kristindómurin sín upp
runa í táverandi rómverska
landslutinum Palestina, og kom
so til Evropa. Men, nei. Tey
fyrstu 1.000 árini stóð kristna
trúgvin sterkari í Norðurafrika og
Ásia enn í Evropa. Ikki fyrr enn í
1.400 talinum varð høvuðssætið
hjá kristnu kirkjuni flutt til
okkara heimspart.
Philip Jenkins, ein leið
andi granskari um støðu
kristindómsins, og sum í 2002
gav út bókina ”The Next
Christendom”, roknar við, at
sum gongdin við fólkavøkstri
og trúgv er í løtuni, verða ár
2050 um tríggjar milliardir
kristin, ella um eg má skoyta
uppí: tríggjar milliardir, sum eru
ávirkað av kristindómi. Men tá
fer bara millum ein fimtipartur
og ein sættipartur at vera hvít
menniskju. Seinastu 100 árini
er álvarsliga gingið afturá
við kristnu trúnni í Evropa,
og seinastu 20 árini eru tað
islam, buddisma og New Age
sum vaksa. Kirkjuvøksturin er
hinvegin at síggja í Latínamerika,
Afrika og Ásia.
Sum kristnir evropearar kunnu
vit harmast, men vit hava onga
orsøk at missa mótið, tí vit vita,
at sáðið, sum skapar vøksturin,
er Guds orð.
Henda dagin, vit í Vestur
kirkjuni og í kirkju okkara á
ein serstakan hátt aftur minnast
1.000-ára kristnisøgu føroyinga,
er tað orsøk at gera upp støðu
okkara, og seta mál fyri framtíðar
kristniarbeiði her á landi.
Søgan sigur okkum, at tá ið
William Gibson Sloan og Axel
Frederik Moe frá hvør sínum
samanhangi komu til landið
við teirra vekingarboðan, hevði
kristindómurin longu verið
einasta trúgv føroyinga í 900
ár. Tað lá væl fyri hjá teimum
og starvfeløgum teirra at
arbeiða, tí væl hevði verið sáað
frammanundan. Heystað varð tað,
onnur høvdu sáað.
Hvørji vóru hesi ”onnur”?
Jú, heimini og skúlin!
Høvuðsuppgávan hjá foreldrum
og skúla var at geva børnunum
og uppvaksandi ættarliðinum
kunnleika til kristnu trúnna, har
bíbliusøga og 10 boðini hoyrdu
til.
Hvussu er støðan 100 ár eftir
teir báðar Sloan og Moe? Og
hvussu er hon 1.000 ár eftir
Sigmund Brestisson og Trónd
í Gøtu? Hvussu stendur til við
søgu- og málkunnleikanum í
landi okkara? Og hvussu stendur
til við kristnikunnleikanum?
Ein nógv umtalað kanning
hevur talað, og royndir okkara,
sum arbeiða millum børn
og ung, siga eisini nakað.
Konfirmantarnir t.d. tey
seinastu 10 árini hava víst seg
at havt alt ov lítlan kunnleika til
bíbliusøguna og 10 boðini. (Tað
kunnu vera um helvtin av einum
konfirmantflokki, sum hvørki
kennir til Ábraham, Ísak og
Jákup ella boðini…).
Her má gerast nakað!
Hvat, ið hent er í samfelagi
okkara seinastu árini – serliga
eftir Seinna kríggj - skal eg ikki
koma inn á her, men ynski mítt
er, at heimini og skúlin aftur í
størri mun taka lógvatak saman.
Hetta er ikki bara galdandi
kristnifakið. Samstarv millum
heim og skúla er neyðugt sum
heild. Men um kristna trúgvin
støðugt skal vera kjølfestið í
mentan okkara, skal kristni aftur
koma til heiðurs og æru í skúla
og heimi! Lat hetta verið eitt
høvuðsmál okkara fyri framtíðar
kristniarbeiði í landi okkara.
Søgan sigur okkum tað, ið
farið er; málið er amboðið, vit
samskifta við, og trúgvin er tað
innasta og tað, sum stýrir lívi og
levnaði okkara. Men sáðið til
kristna trúnna, tað er Guds orð. Í
hesum orði hongur okkara lív og
æviga lagna.
Orð Grundtvigs eru tí galdandi
ættarlið eftir ættarlið og øld eftir
øld:
Títt orð er, Guð, várt arvagóðs,
tann arv vit bestan fingu,
í grøv veit okkum, Guð, tað rós,
at leidd av tí vit gingu;
tað er vár hjálp í neyð,
vár troyst í lív og deyð.
O, Guð, ið hvussu fer,
lat, meðan verøld er,
tað fólks várs arvur vera.
Bergur Debes Joensen
Tala í Vesturkirkjuni 2. hvítusunnudag 5. juni
2006 í sambandi við at standmynd Sigmund
Brestissonar varð avdúkað:
Kjølfestið hevur verið
kristna trúgvin
Standmyndin av Sigmundi Brestisson uttan fyri Vesturkirkjuna í Havn, sum
Hans Pauli Olsen hevur gjørt, varð avdúkað annan hvítusunnudag
Mynd: Eirikur Lindenskov
Sjúrður Poulsen, kirkjuráðsformaður, avdúkaði standmyndina. Her sæst
hann í práti við Berg Debes Joensen, prest, meðan Heri Joensen, prestur lýður
á
Mynd: Eirikur Lindenskov