fríggjadagur 9. juni 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 9. juni 2006
37
Pisa kanningin
loypti hvøkk okkara
samfelag. Tíð varð til
sjálvsransakan og at
hyggja eftir hvat hetta
er fyri nakað. Talan var
um eina undankanning
og ikki eina endaliga
kanning, og tí vitanin
var um at úrslitið
bert varð vegleiðandi.
Fyribilskanningin bleiv
tó almannakunngjørd,
og her var eingin
ivi um at okkara
Fólkaskúlaskipan ikki
er nøktandi. Um tað
var rætt ella skeivt at
almannakunngerða
eina forkanning er ein
góður spurningur, sum
nortið verður við seinni.
Kjakið
Kjakið bar beinanvegin brá av
tveimum; at næmingar vardu seg
við at teir ikki tóku uppgávuna
í álvara, og at lærarastættin
stóð fyri skotum. Líkamikið,
fólkaskúlin var heldur ikki nóg
góður tá eg gekk har frá 1980 til
1990, og hann hevur ikki ment
seg síðani, hvørki absolut ella
relativt.
Um tað fyrsta er at siga; hví
taka næmingarnir ikki eina
slíka kanning í álvara. Kann
man ikki við góðari samvitsku
krevja tað av tannáringum? Er
talan í veruleikannum ikki um
eitt symptom uppá, at alt ov lítið
verður kravt av næmingunum.
At fara burtur frá disiplin,
krevur at man leggur doyðin á
sjálvdisiplin, annars gerst alt
ein nyttu- og úrslitaleys ringrás.
Tað er langt frá myrka skúlanum
til einki at krevja. Partur av
sjálvsdisiplin er eisini at kunna
hátta sær sømiliga, soleiðis
at lærarin kann hava skil á
flokkinum, uttan at hann noyðist
at revsa næmingarnar.
Stovnar
Sum vælferðasamfeløgini í
grannalondum okkara, hava vit
eisini havt stórar broytingar í
samfelagsmynstrinum, soleiðis
at bæði foreldrini arbeiða
og at børnini verða ansaði
á stovni. Tað er jú greitt at
børnini skulu ansast, og um
samfelagið ”krevur” bæði
foreldrini á arbeiðsmarknaðin,
so má eisini skipast soleiðis
fyri, at børninini verða ansaði.
Hetta er ein uppgáva sum tað
almenna hevur í norðulenska
vælferðafrymlinum.
Føroysk uppaling
Í Føroyum hevur ein av styrk
inum í mentanini verið upp
alingin, har børnini sluppu at
verða við. Foreldur, ommur,
abbar, gubbar o.s.fr. tóku børnini
við inn í funktiónir fyri at læra
førleikar, sum mett varð neyðugt
at geva børnum í førningi til
lívið. Hetta var bæði at fara
á fjall, á flot, fletta, ambæta
kríatúrunum, binda, gera mat og
hjálpa til. Kanska serliga á bygd
var hetta ein eyðkendur partur,
eisini tá eg var smádrongur.
Broytingin
Men ynski var sjálvsagt at menna
Føroyar, og ein partur av hesum
var at børnini skulu á stovn. Og
tað haldi eg eisini er í lagi, ella
fínasta slag. Men her hava vit
gjørt eina dára ger í mátanum.
Høsnagarðar til børn, altso
barnagarðar, blivu gjørdir og
har skuldu børnini ansast. Uttan
mál og mið og uttan hugsan um
hvaðani børnini nú skuldu fáa sín
sterka og serføroyska førning frá,
skuldu tey nú inn í garðar at vera
mesta av degnum.
Eg havi einki ímóti barna
gørðum, men eg havi nógv ímóti
at man ikki setur mál fyri hvat
skal gerast og gevast í førningi
til børnini í barnagørðum. Tað
ræður ikki um, at tey skulu sita í
skúla sum fimm ára gomul, men
tað er um at vit kunnu ikki koyra
børn í garðar í 7 ár, og so bara
rokna við at ein undirraðfestur
fólkaskúli megnar rest. Fyrr
fingu børnini førningin, og tað
hava tey líka nógv, um ikki enn
meira tørv á honum nú. Tað
krevur, at vit vilja gjalda tað tað
kostar at hava slíkar stovnar, ikki
bara fyri børnunum men eisini
fyri okkum sjálvi, so vit fáa sum
mest burturúr tí tilfeingi, sum
børnini eru fyri samfelagi.
Fólkaskúlin
Fólkaskúlin skal mennast
munandi, men vit skulu eisini
hugsa um førningin tey skulu
hava áðrenn tey koma í skúla.
Børn verða alsto fødd sum 0 ára
gomul, ikki sjey ára gomul. Tí
skulu vit hugsa um hvat børnini
skulu megna áðrenn tey koma
í skúla. Vit skulu krevja nógv
meira av foreldrinum, soleiðis
at uppalingaruppgávan hvílir
á heiminum. Vit skulu eisini
hugsa um, at børnini skulu
læra at hugsa sjálvi, at menna
seg til sjálvstøðugar persónar,
sum kunnu virka saman við
øðrum. Tað er her vit skulu
leggja førningin sum ger at vit
fáa persónar sum tora og vilja
taka avgerðir, sum hava hugflog
og sum tíma at læra og líta
frameftir. Ikki neyðturviliga
í einum og øllum, men lívið
byrjar í føðingini, ikki sjey
ár aftaná. Tá ein partur av
menningaruppgávuni er uttan
fyri heimið, so er neyðugt at
hetta verður skipað, og hjá
okkum er langt á mál. Nei
Pisa er ikki bert fólkaskúlin,
tað er nógv meiri enn tað.
Og skal ein fyribilskanning
almannakunngerast? Ja um mett
verður at hon er nóg væl gjørd,
og at úrslitið hevur so stóran
almennan áhuga, at tað ikki kann
bíðast eftir sjálvari kanningini.
Hetta merkir tó ikki at skúlin
ikki skal betrast, tí tað skal hann.
Ikki bert fyri at Pisa-optimera
hann, men fyri at hann gerst best
møguligur fyri okkara samfelag.
Hetta meinast at skúlin ikki
skal mennast við tí endamáli at
fáa hægst PISA próvtøl, men
eftir tí tørvi samfelagið hevur.
cand.scient.pol
Bogi
EliasEn
Pisa og
høsnagarðar