Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-09, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 2006síða 42

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 9. juni 2006 53 Puntur nr. 9 Nýggjasti rutsjibanin í Tusindfryd parkini við Oslo brúkar heilt serliga tøkni, ið fær vognarnar at ferðast við 90 km/t eftir einans 2 sekund Ferðing Síðan hon læt upp í 1988 hevur gleðisparkin við Oslo Tusindfryd, alsamt víðka um virksemið. Við 70 millióna íløguni í ár Speed Monster, er Tusindfryd vorðin ein garrvill uppliving. Speed Monster er ein púra ørur rutsjebani. Ein heilt serligur útskjótisteknikkur sendur vognarnar upp í 90 km/t ferð innan 2 sekund eru farin. Síðan drøna vognarnir gjøgnum eitt loop rundan um rullutrappurnar við inn­ gondina til Tusindfryd, og síðan við enn meira ferð ígjøgnum enn eitt loop. Har eru skrúður, vektloysi og sera nógv g-megi, alt í alt ein uppliving, ið ikki er fyri sartar sálir. Speed Monster er triðji rutsjibanin í Tusindfryd, ið eisini hevur ein klass­isk­ an træ rutsjibana Thunder­ coaster, ið varð bygdur í 2001 og Loop-banan, ið er júst tað, ið navnið bendur á. Nýggi rutsjibanin Speed Monster varð tikin í nýtslu 23. apríl. Tá hevði man ar­beitt við byggja hann í tvey ár. Longu fyrsta dagin slóg Tusindfryd øll met fyri tal av vitjandi, og restin av várinum hevur gingist á sama hátt. Hóast 70 milli­ ónir norskar krónur er ein stór upphædd, so tykist hon fyribils at vera ein skila­ góð íløga, við 23% fleiri vitjandi enn í fjør. Hetta er tó nógv tann størsta íløgan hjá Tusind­ fryd, ið síðan byrjanina hev­ur brúkt 200 milliónir norskar krónur í íløgum til allar tær 35 ymisku upp­ livingarnar. Tusindfryd bygdi í fjør eitt barnaland, Barnefryd, ið sera nógvar barnafamiljur nýta høvið at vitja. Her eru karrusellir, parisarahjól, bil­ ar og annað í vendir sær til tey yngstu, umframt eitt økið, ið er væl egna til útferð. Í 2000 víðkaði Tusindfryd virksemið rættiliga mun­ andi við stórum svimji­ landi, ið eitur Badefryd. Badefryd hevur ikki færri enn 3 stórar vatnrutsjibanar og góðar svimjihylar. Bade­ fryd og Tusindfryd liggja inni á sama øki, so hóskandi er at fara í Badefryd mitt um dagin, tá hitastigini eru hægst, og síðan brúka fyrrapart og seinnapart í Tusindfryd. Við Tusindfryd hevur Oslo fingið eina gleðispark, ið savnar útvið 450.000 vitj­ andi á hvørjum ári, her er bæði talan um Oslobúgvar og ferðandi úr inn og út­landi. Men við hækkanini av vitjandi í ár, fer talið kanska uppum tey 500 tús­ und. Tusindfryd liggur 20 km uttan fyri Olso, og ferðin til Tusindfryd úr Oslo eitt korter við bili, eisini koyra bussar allan dagin beint úr Oslo til gleðisparkina. 0-90 km/t eftir 2 sekund