fríggjadagur 9. juni 2006síða 43
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54
Nr. 109 - 9. juni 2006
Skapið framtíðina saman við okkum...
til 1. juni 2006
Ansa eftir sólini
Um tú gjarna vilt vera brúnur og flottur, so
gongur tað ikki skjótari, um tú brennur húðina.
Heldur tvørturímóti. So skal húðin endurnýggja
tær oyðilagdu kyknurnar, og hon byrjar at skifta
ham. Úrslitið verður, at tann brúna húðin skallar
av aftur, og tú byrjar av nýggjum við einum
nýggjum og ein meira sartum lagi av húð.
Um tú vilt gerast brúnur, er tolni lyklaorðið.
Tak eitt sindur sól hvørja ferð og brúka nógv
krem í fyrstuni. Fyri hvørja ferð tú brennur
húðina, økir tú um vandan fyri húðkreft. Tí kann
tað ikki sigast nóg ofta: Ansa eftir húðini, tá ið
tú sólar tær.