Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 110 - 12. juni 2006 Flogførini og tyrl­ur­ nar hjá Atlantsflogi hava øll fingið nýggj hjart­a­tól, sum kunnu bjarga mannalívi, skuldi onkur fingið hjart­asteðg umborð TILBÚGVING Hendir eitt óhapp við ein­ um ferðafólki í luftini, er tað oftast ein av flog­mann­ ingini, sum er fyrstur at hjálpa. Fyrstahjálp er eitt krav, um tú skalt flúgva við ferðafólki, og í vikuni hava flogternur, flog­tæn­ ar­ar og flogskiparar ver­­ið á fyrstuhjálparskeiði, tí At­lantsflog hevur fing­ið nýgg ja útgerð umborð á flog­førini. Flogførini og tyrlurnar eru nú útgjørd við einum AED – Automatic Extern Defibrilator. Hetta er ein sokallaður hjartastartari, ið skal fáa hjartað at sláa aftur hjá teimum, sum brádliga fáa hjartasteðg. Kanningar vísa, at einans fimm prosent av teimum, sum fáa hjartasteðg, yvirliva. Roynd­ir eru nú gjørdar, sum vísa, at verður ein AED-hjartastartari settur á fólk innan trígg jar minuttir, økist bjargingartalið heilt upp í 70 prosent. - Síðstu árini eru AED- tólini gjørd so einføld, at allir borgarar kunnu brúka tey, um tey fáa eitt sindur av frálæru. Flogfeløg og ann­ars støð, har nógv fólk eru saman, hava tikið hetta tólið til sín, og endamálið er sjálvandi at bjarga mann- a­lív­um. Hetta er ein eyka trygd hjá ferðafólkum og starvsfólkum á flog­før­u­ num, sigur Jógvan Jensen, stjóri á Tilbúgvingarstovuni, ið stendur fyri trygd­ ar­upp­ læri­ng­ini hjá Atlantic Air­ ways. Fyri at nýta eitt AED- tól, skalt tú hava góðkent fyrstuhjálparskeið. Tað merk­ir, at skeiðið skal vera hægst trý ára gamalt. Síðan krevst ein frálæra, sum tek­ur trígg jar tímar, har tú lærir at nýta tólið. Tólini eru roynd í ávís­ um støðum í Svøríki og Noregi síðstu árini, og úrs­ litini hava verið so góð, at danska heilsustýrið eisini hevur mælt til, at fólk, ið arbeiða á støðum, har nógv fólk ferðast, verða lærd at brúka tólini. Tilsamans átta tól eru sett í tyrlur og flogfør hjá At­lants­flogi. Hjartatól sett umborð á Atlantsflog Jógvan Jensen, stjóri á Tilbúgvingarstovuni við teimum átta hjartatólunum, sum nú eru umborð á flogførum og tyrlum hjá Atlantsflog Fyrrapartin í gjár legði verk­smiðj­u­skip­ ið at bryggju við 1340 tons­um av surimi og 500 tonsum av mjøli fiskivinna Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Klokkan ellivu fyrrapartin í gjár legði Atlantic Navigator at brygg ju á Grótrætt í Klaks­ vík. Veiðan henda túrin er 1340 tons av surimi og 500 tons av mjøli. Teir hava roynt norðanfyri og í ein land­nyrð­ ing úr Føroyum einar 5-6 tím­ ar úr landi. Atlantic Navigator fór av Klaksvík 10. mai. Onkran dagin hava teir ligið bakk orsaka av illveðri. Hanus Hansen, stjóri, sig­ ur, at fiskaríið hevur verið á góðari leið, og at túrurin í pengum verður eins góður og aðrir hava verið, tá ið veiðan hevur verið eitt sind­ ur størri. - Sesongin er liðug, og tá verður kvaliteturin betri. Tað ber við sær, at vøran verður betri, og tað sást aftur í prísinum, sigur Han­ us Hansen. Ætlanin er, at Atlantic Nav­i­gator skal fara nýgg jan túr mánakvøldið. Skipari síðsta túr og aft­ur næsta túr er Brandur Nóls­ oy. Hóast tað var sunnudagur í gjár, so var nógv fisk­i­vinn­ u­ligt virksemi í Klaksvík í gjár. Tá ið Atlantic Navigator legði at á Grótrætt fyrr­a­ partin, stóðu 60 fólk klár at fara undir at landa. Tað ræður um at gera skjótt av, og landararnir helma ikki í, fyrrenn skipið er tømt. Umframt tey, sum landa, eru onnur eisini í dag upptikin av arbeiði í sambandi við, at Atlantic Navigator er inni. Mask­ in­menn eru umborð alla tíð­ina, og so eru tað tey, sum skulu syrgja fyri, at útgerðin til næsta túr kemur umborð. Atlantic Navigator komin á Klaksvík