Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2006 3 Hóast kendi tón­a­ smið­urin og klaver­ úr­mæl­ing­urin, Bent Fabricius-Bjerre, er vorðin 81 ára gam­ al, megnaði hann at draga mongu á­skoð­ar­ar­nir væl og virð­i­liga við sær inn í tónleikaheimin, tá hann í gjár stóð á pallinum í Norð­ur­ landahúsinum konsert Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Eyðkennisløgini frá Mat­a­ dor, Alley Cat, Olsen Ban­ d­en og Forelsket i Køb­en­ havn rungaðu í Norð­ur­ land­a­hús­i­num seinn­a­partin í gjár. Kendi mað­urin handan løgini – tann ungi og vælhýrdi Bent Fabricius- Bjerre – stóð í gjár fyri fyrstu ferð nakr­a­ntíð á palli í Føroyum. Hóast Bent Fabricius- Bjerre hevur 81 ár á baki, stend­ur hann ikki í stað, men leitar áhaldandi eftir nýggj­um avbjóðingum. Eitt nú er hann nýtrúlovaður við 38 ára gomlu Camillu Arndt. So hóast høgan aldur stend­ur hann heldur ikki í stað á hesum økinum. Við sær á pallinum í Norð­ur­land­a­húsinum í gjár hevði Bent Fabricius- Bjerre De Græd Trio, sum hann hevur spælt saman við í átt a ár. Somuleiðis sang songkvinnan, Trine Gad­e­ berg, við í fleiri songum. Í Sosialinum í morgin verð­ ur ummæli av konsertini. Bent Fabricius-Bjerre í essinum Millum hvørt lag greiddi Bent Fabricius-Bjerre teimum 288 áhoyrarunum gjølla frá, hvat næst var á skránni, og hvønn uppruna sangirnir høvdu. De Græd Trio og songkvinnan Trine Gadeberg vóru við Bent Fabricius-Bjerre á pallinum, tá kendu eyðkennisløgini rungaðu í Norðurlandahúsinum.