Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 110 - 12. juni 2006 ] Nadal vann í Paris 20 ára gamli Rafael Nadal vann finaluna í French Open sunnudagin. Nadal spældi ímóti Roger Federer í finaluni, og ungi spaniólin vann trygt 3-1. Harvið staðfesti Nadal, at hóast Federer verður roknaður sum heimsins sterkasti tennisspælari, so er Nadal framvegis tann besti á grúsvølli. Nadal hevur eisini góð tøl at vísa á í dystum ímóti Federer, tí í sjey dystum hevur Nadal vunnið seks, og Federer hevur bert vunið ein dyst. Franska heitið var tað einasta, sum Federer manglaði fyri at vinna allar Grand Slam kappingarnar eftir einum ári. Sandoyingar og argjamenn liggja væl á kósini móti bestu deildini, meðan LÍF tykist missa og TB og FSV04 taptu alt í uppgerðum, sum tóktust at vera møguleiki at vinna í 1. DEILD Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo LÍF var leingi ósigrað odda­ lið. Nú hava teir tapt tvær ferðir upp í slag, og tað hevur kostað í stríðnum um fremstu plássini og harvið møguleikan at flyta upp. At TB tapti ímóti teimum næstbestu í Klaksvík, og ikki minni at FS Vágar04 tapti ímóti teimum næstbestu í Vági undirstrikar, at TB og FSV04 ikki í løtuni kunnu roknast sum møguligir upp­ flytarar. Men tað er langt til 21. oktober! B71-HB HB liðið tóktist á pappír­ inum væl mannað, og fyrsta hálva tíman bendi einki á stórt skrædl, men serliga í 2. hálvleiki, tá ið B71 setti ferð á og skoraði fimm mál, var sera lítið veiggj í havnarmonnum. Jónsvein Thomsen, sum árini frammanundan hevur verið góður B71 málskjútti, hevur ikki spælt so nógv í ár, tí hann fyrr í ár var burturstaddur. Fyri fyrstu ferð í ár fekk hann møguleikan frá fyrsta bríksli, og í 1. hálvleiki skoraði hann bæði málini. Annað var góður fluktari upp í hornið, og hitt seinna var lobbari upp um mál­ verjan, sum var ov uttarlaga staddur. Í 2. hálvleiki økti Jákup Sørensen við høvdinum eftir horna, Clayton Soares helt sítt miðaltal so hampuliga, tá ið hann skoraði tvær ferðir, og Magnus Olsen og innskifti Gert Lydersen úr sera spískum skoraðu eina ferð í part. Bárður Mortansson hevði einastu rættiliga HB roynd­ ina, men Símun Rógvi Han­ sen bjargaði meistarliga góða stútaranum. KÍ-TB TB nýtti sama konseptið sum Formula liðið hjá KÍ. Teir sparkaðu høgt og langt og høvdu harvið ikki bóltin serliga nógv. KÍ royndi at samanspæla, og teir høvdu møguleikar at gera fleiri enn tvey mál. Miðskeiðis í 1. hálvleiki fekk KÍ hol á. Eftir fram­ legging frá Ova Nysted, stríddist álops makkarin hjá honum, Erling Fles, við verjuspælara um bóltin. TB spælarin var so óheppin, at hann lyfti bóltin upp um málverjan og í málið. Tíggju minuttir undan leikloki staðfesti Ovi Ny­sted heimasigurin. Bein­ leiðis fríspark brast undir samankomingina og síðani inn um strikuna. Royn-SÍ Sum flestu aðra staðni kring landið var tað mjørki í Suðuroy leygardagin. Men ikki í Hvalba, har sólin skein av heiðum himni. Fótbóltsspælinum hjá hvalbingum var tó lítið ljós yvir. Teir høvdu tvey skot upp á mál og eitt hornaspark. SÍ fekk hol á í 2. minutti. Messias setti bóltin í net­ið eftir horna, og í hes­um HM tíðum vóru brasiliumenninir hjá SÍ væl upplagdir. Marcello skoraði tvær ferðir í 1. hálvleiki, tá ið tað mesta gekk fyri seg á Royn hálvuni, Jóan Petur á Stongum skoraði eina ferð og Jón Nielsen skoraði tvey mál. Eftir steðgin skifti SÍ nógv út, og teir gjørdu fleiri royndir. Ivaleyst kundu teir havt fingið fleiri mál, um teir høvdu hildið á við somu øði. Einsamalla málið seinna umfarið skoraði innskifti Ebbe Kristinn Thomsen, sum fyri stuttum er komin til SÍ úr Sandoy. VB/Sumba-FS Vágar04 Hetta var mest óvæntaða úrslitið av øllum. Næstsíðsta vikuskifti fekk VB/Sumba ikki mannað lið, og tað sá einki út, tá ið teir eftir eitt korter og FSV innlegg úr vinstru gjørdu sjálvmál. Ble svaraði aftur fyri heimaliðið, tá ið hann sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann skoraði. Gestirnir vóru leikliga omaná í 1. hálvleiki, og teir høvdu fleiri møguleikar. Sjúrður Ellefsen legði FSV04 framum aftur, eftir at hann var spældur blankur í brotsteiginum, og so bendi tað aftur á útisigur. Men VB/Sumba vísti góð­ an moral, og eftir steðgin vóru tað teir, sum skoraðu tvey mál, meðan FSV04 ikki vísti sama spælið, sum teir høvdu gjørt í 1. hálvleiki. John Poulsen javnaði við langskoti, og Ble skoraði sigursmálið stút­ara eftir horna. LÍF-AB Argjamenn fóru væl hýrdir úr Leirvík við 2-1 sigri. Fyrstu løtuna var LÍF greitt omaná, og tá ið tíggju minuttir vóru farnir, løgdu teir seg framum. Eftir skot­ roynd úr høgru og retur bólt frá Magnusi Poulsen var Bárður á Lakjuni fyrstur á. LÍF hevði fleiri møgu­ leikar at økja um leiðsluna, men Magnus Poulsen var stinnur aftasti skansi. Eftir hálvan tíma hevði AB fyrstu royndina, tá ið Rúni Nolsøe sendi í stólpan. Stutt eftir javnaði AB. Eftir frísparkssending út í høgra borð sendi Allan Mørkøre innfyri. Heimamenninir tókt­ust ikki savnaðir um uppgávuna, tí teir vóru misnøgdir við frísparkið, og við handara stólpan sendi unglingaspælarin Rógvi Poulsen bóltin í málið. Sigursmálið fekk AB beinanvegin eftir steðgin. Tony Rasmussen, sum var komin úr Danmark at hjálpa til, spældi Dion Jacobsen leysan, og ungi maðurin sveik ikki. LÍF trýsti fyri at javna, og teir høvdu møguleikar, men teir fingu einki mál. B71-HB 7-0 (2-0) 1-0: Jónsvein Thomsen 31. 2-0: Jónsvein Thomsen 33. 3-0: Jákup Sørensen 50. 4-0: Clayton Soares 63. 5-0: Magnus Olsen 77. 6-0: Clayton Soares 80. 7-0: Gert Lydersen 81. KÍ-TB 2-0 (1-0) 1-0: sjálvmál 2-0: Ovi Nysted Royn-SÍ 0-7 (0-6) 0-1: Messias Pereira 0-2: Marcello Marcelino 0-3: Jón Nielsen 0-4: Marcello Marcelino 0-5: Jón Nielsen 0-6: Jóan Petur á Stongum 0-7: Ebbe Kristinn Thomsen VB/Sumba-FS Vágar 04 3-2 (1-2) 0-1: sjálvmál 15. 1-1: Corcher Ble 42. 1-2: Sjúrður Ellefsen 44. 2-2: John Poulsen 59. 3-2: Corcher Ble 77. Reytt kort: John Poulsen 90 (tvey gul) LÍF-AB 1-2 (1-1) 1-0: Bárður á Lakjuni 1-1: Rógvi Poulsen 1-2: Dion Jacobsen FAKTA UM 1. DEILD LÍF misti aftur Heldur ikki hesa ferð eydnaðist Roy at vinna. SÍ vann tryggan sigur, tá teir vitjaðu í Hvalba Mynd: Áki Bertholdsen Íslendingur til Barcelona Sky Sports vil verða við, at Barcelona og Eidur Smári Gudjohnssen eru komin ásamt um ein sáttmála fyri næstu trý árini. Spanska stórfelagið hevur eisini boðið Chelsea umleið 75 milliónir krónur fyri íslendska spælaran, og harvið er Barcelona klárt at leggja eina størri upphædd á borðið, enn Manchester United, Arsenal og Middlesbrough, sum eisini hava sýnt spælaranum áhuga. Sky Sports vil eisini verða við, at Barcelona eisini er hevur vísta áhuga fyri Frank Lampard, men har hevur Chelsea sett markið