Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 110 - 12. juni 2006 ] ÍF Føroyar á TV2 Leyagrdagin spældi føroyska útisetaliðið í Keypmannahavn, ÍF Føroyar, dyst ímóti FC Bornholm. Eitt upptøkulið frá TV2/ Bornholm var til staðar, og rásin sendi eitt innslag frá dystinum leygarkvøldið. ÍF Føroyar vann dystin 3-1 við málum, sum Heini í Skorini, Jørgein Meitelberg og Ken Nónklett skoraðu. Á heimasíðuni hjá ÍF Føroyar, sum er fotboltur.dk, er ein slóð til innslagið hjá TV2/Bornholm. Við sínum fimta sigri hetta kappingarárið vísti Alonso, at hinir mugu berjast um annaðplássið, tí hann verður næstan heilt víst heimsmeistari aftur í ár. Formel 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Við sera sannførandi koyr­ ing vann heimsmeistarin Fer­ nando Alonso bretsku formil 1 koyringina á Silverstone breytini. Í kappingini um heimsmeistaraheitið ligg­ ur ungi spaniumaðurin nú 23 stig frammanfyri ein­ asta veruliga avbjóðarin Michael Schumacher, ið fekk annað pláss. Fyri nøkrum árum síðan, var tað ein vís kvinna, ið lýsti formil 1 á hendan hátt: Formil 1 er ein ítróttur har 20 mans í dýrum bilum koyra runt og runt, og at enda vinnur Michael Schumacher. Hetta er nú broytt, og hóskandi er iva­leyst at lýsa formil 1 so­leiðis: Formil 1 er ein ítrótt­ur har 22 mans í dýrum bil­um koyra runt og runt, og at enda vinnur Fernando Alonso. Fernando Alonso í Re­nault er ein ótrúliga full­ kom­in pakki, ið vinnur alt og ongan­tíð ger eina villu ella hevur tøkni­ligar trupul­ leikar. Nú annað ár á rað seta tey øll onnur upp á pláss. Kimi Räikkönen lá stóran part av koyringini sum ein buffari millum Alonso og Schumacher, og forðaði í veruleikanum fyri, at hetta nakrantíð veruliga gjørdist spennandi. Í síðsta pitstoppi slapp Schumacher framvið honum, tá hansara pittlið brúkti heili 8 sekund til at skifta dekk og fylla bensin á bilin. Móti endaðum hótti Giancarlo Fisichella triðja plássi hjá Räikkönen, men slapp tó ikki framvið honum. Fyri bretsku koyrararnar gjørdist dagur einki ser­ ligur. Jenson Button byrjaði á 19. plássi, men koyrdi seg flott upp á 12. pláss, áðrenn eldur kom í hansara Honda. Hin bretin, skotski David Coulthard megnaði ongantíð at gera nakað hóvasták burtur úr sær og endaði á 12. plássi. Amerikumaðurin Scott Speed fekk ein keðiliga høv­uðsleiklut, tá hann eitt sindur ófantaliga royndi at koma framvið Ralf Schumacher á fyrsta um­fari, bilarnir raktu hvør annan, og Ralf Schumacher rakti síðan Mark Webber. Hetta gjørdist endin á deg­ num fyri allar tríggjar. Nú verður málið kannað, og tað er ikki ósannlíkt, at Scott Speed verður revsaður og møguliga ikki sleppir at koyra á heimabreytini í USA. Næsta koyring er í Kanada, men síðan verður USA á skránni, so um Speed fær bann í tvær koyringar, sleppur hann ikki at luttaka. Úrslitið á Silverstone 1 Fernando Alonso Renault 10 2 Michael Schumacher Ferrari 8 3 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 6 4 Giancarlo Fisichella Renault 5 5 Felipe Massa Ferrari 4 6 Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes 3 7 Nick Heidfeld Sauber-BMW 2 8 Jacques Villeneuve Sauber-BMW 1 9 Nico Rosberg Williams-Cosworth 10 Rubens Barrichello Honda 11 Jarno Trulli Toyota 12 David Coulthard RBR-Ferrari 13 Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth 14 Christian Klien RBR-Ferrari 18 Christijan Albers MF1-Toyota 16 Tiago Monteiro MF1-Toyota 17 Takuma Sato Super Aguri-Honda 18 Frank Montagney Super Aguri-Honda Komu ikki í mál Jenson Button Honda Ralf Schumacher Toyota Mark Webber Williams-Cosworth Scott Speed STR-Cosworth HM fyri koyrarar 1 Fernando Alonso Spania 74 2 Michael Schumacher Týskland 51 3 Kimi Räikkönen Finnland 33 4 Giancarlo Fisichella Italia 32 5 Juan Pablo Montoya Kolumbia 26 6 Felipe Massa Brasilia 24 7 Jenson Button Ongland 16 8 Rubens Barrichello Brasilia 13 9 Nick Heidfeld Týskland 10 10 Ralf Schumacher Týskland 8 11 David Coulthard Skotland 7 - Jaques Villeneuve Kanada 7 13 Mark Webber Avstralia 6 14 Nico Rosberg Týskland 4 15 Christian Klien Eysturríki 1 HM fyri lið 1 Renault 106 2 Ferrari 75 3 McLaren-Mercedes 59 4 Honda 29 5 Sauber BMW 17 6 Williams-Cosworth 10 7 Toyota 8 8 Red Bull Racing Ferrari 8 Fernando Alonso dominerar aftur í ár Við sínum fimta sigri í ár dróg Fernando Alonso enn einaferð frá kappingarneytunum Mynd: Scanpix Andrew spældi aftur fyri Amager Sunndagin spældi Fremad Amager ímóti HIK í donsku 1. deild. Dysturin var á heimavøllinum hjá Fremad Amager. Martin Skov legði Amager fram um 1-0, men HIK javnaði fyri steðgin. Eftir fýra minuttir í seinna hálvleiki vendi alt upp og niður, tí hesa løtuna fekk Fremad Amager blackout, og HIK skoraði heili trý mál eftir ongari tíð. Andrew av Fløtum var settur á vøllin, tá ið eitt gott korter var eftir, men hann kundi ikki venda gongdini, og Fremad Amager tapti 4-1. økti. Eftir framlegging í vinsta borð lyfti hann hegn­ isliga innfyri, har Sonni L. Petersen við høvdinum stýrdi bólin í mótsatta síðu­ netið. EB/Streymur royndi at stríðast fyri at fáa eitt mál undan steðginum. Í staðin var tað NSÍ, sum økti til 3-0. Ytstu miðvallararnir skiftu ofta pláss. Ein minutt undan hvíldini fekk sera væl upplagdi Christian Høgni Jacobsen bóltin heilt úti í borðinum og eitt sindur frammanfyri miðstrikuna. Hann setti ferð á við kós móti brotsteiginum. Fleiri av gestunum hugdu at hon­ um og bakkaðu undan, með­an teir kannaðu hvat viðspælararnir hjá Christ­ ian Høgna, sum ofta vóru skjótir fram, vóru. Lands­ liðsspælarin takkaði fyri friðin og náðirnar, tá ið hann var átjan metrar úr málinum, smekkaði hann til, og bólturin smeyg sær dygst inn við nærru stólpa­ rótini. Í síðsta enda vístu fínu málini í 1. hálvleiki seg at vera nóg mikið til NSÍ sigur. Men síðstu løtuna vísti EB/Streymur, at teir skulu ikki hava so langt tjóður fyri at sleppa framat aftur. EB/Streyma lið­for­ maðurin ásannar, at mótstøðuliðið var betri upplagt, og hann heldur tað hava týdning fyri næstu ferðirnar, at teir hóast alt megnaðu at skjóta tvey mál EB/STREYMUR Jóannes Hansen Lagið var einki serligt í EB/Streyma leguni. Eing­ in ivi var teirra millum um, at heimaliðið hevði verið meiri sannførandi. EB/ Streyma menninir harm­ aðust um, at teir høvdu víst so vánaligt avrik – serliga í 1. hálvleiki: – Vit hildu okkum vera væl fyri, men tað var skjótt, at tað kendist, at NSÍ var omaná. Vit fingu ikki frið, og tað kenn­ist rættuliga strevið, tá ið tú støðugt verður trýstur soleiðis, sum vit vóru á miðvøllinum og í verjuni, sigur Egil á Bø, liðformaður hjá EB/ Streymi. – Fyrsta og triðja málið eru framúr væl skotin. Eg hevði ikki roknað við, at Christian Høgni fór at skjóta. Hann hevði fleiri møguleikar at spæla leysar viðspælarar, men hann valdi skotið, og tað var vorðið sum skot. Eg vænti, at hann hevði fingið onkra skolu frá viðspælarunum, um hann ikki hevði havt fingið mál. Í sambandi við næsta málið eru vit ikki nóg ansnir í verjuni. Hvat varð tosað um í steðginum? – At vit skuldu vísa betri hugburð, og at vit skuldu leypa á. Vit broyttu eitt sindur upp á liðið, og vit trýstu teir eitt sindur. Vit fingu tvey mál, og vit kundu kanska havt fingið okkurt afturat, men teir høvdu eisini sínar møguleikar. At vit megnaðu at skjóta tvey mál fer at hava týdning fyri moralin. Tað hevði verið tyngri at fyrireika seg til næstu uppgávuna, um vit høvdu havt tapt stórt í Runavík, heldur Egil á Bø. -jh Strevið støðugt at vera kroystir