Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 110 - 12. juni 2006 ] Hugburðurin hjá oddaliðnum var leingi verri, enn hann var hjá NSÍ, sum vann nærdystirnar og ognaði sær stigini við trimum fínum málum Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo EB/Streymur hevur eitt NSÍ kompleks. Ella er tað rætt­ari í hesum førinum at venda tí tann vegin, at tað er NSÍ, sum hevur takið á EB/Streymi, sum bara hevur tapt tvær ferðir. Báðu ferðirnar hevur tað verið ímóti NSÍ, og báðu ferðirnar hevur tað verið í Runavík. Í góðveðrinum við Løkin sást tað beinanvegin, at heimaliðið var betri trimmað til stóru uppgávuna, enn gestirnir vóru tað. NSÍ vann nærdystirnar, heima­ menninir vóru raskari í stríð­ num um nógvu retur­bólt­ arnar, og NSÍ spælararnir fluttu seg meiri og skilabetri. Ikki minst Bogi Løkin og Jústinus R. Hansen á sentrala miðvøllinum. EB/Streyma spælararnir tóktust frá fyrsta bríksli minni giraðir til uppgávuna. Teir vóru tøvandi, tá ið teir skuldu elta og takla bólthaldaran, og teir høvdu ilt við at finna rútmuna í samanspælinum. Á mið­ vøll­inum vóru teir ikki so skilagóðir, sum odda­ sessurin ber boð um, at teir hava verið higartil í ár, og royndirnar ímóti málinum hjá Jens Martini Knudsen vóru leingi fáar og jánkasligar. Tað var ikki fyrrenn 2. hálv­leikur var tíggju minuttir gamal, at tað kom meiri tyngd í hjá EB/ Streymi. Tá fóru teir at vinna nærdystir, teir komu onkra ferðina til innlegg, og viðhvørt stóðust spentar støður í brotsteiginum. Bárður Olsen minkaði um munin til 3-1, eftir inn­ legg og afur og fram og fantom hálvbjarging frá Jens Martini. Hetta var mið­ skeiðis í 2. hálvleiki, og tað kendist ikki sum um, at NSÍ var hótt. At Egil á Bø beinanvegin eftir steðgin varð fluttur úr miðverjuni og fram undir liðina á Sorin Anghel hevði givið størri tyngd í álopspartin hjá EB/Streymi. Men samstundis kendist tað sum um, at møguleikin fyri máli í hinum endanum, har sera væl upplagdi Christian Høgni Jacobsen lúrdi í borðinum, var eins stórur, sum hann var í hinum endanum. Fýra teir síðstu minuttir­nir vórðu óneyðuga spennandi hjá heimaliðnum. Sorin Anghel elti framlegging, og tá ið hann gjørdist leysur frammanfyri Jens Martin var hann púra tryggur og minkaði um munin til 3-2. Hesa løtuna var NSÍ um at missa góða avrikið í 1. hálvleiki á gólvið. Royndir spælarar sum Viggo Jo­hanne­sen og Jens Martin Knudsen fingu gult kort, og onkra ferðina manglaði ikki so nógv í, at EB/Streyma menninir komu í støðu, sum kundi borið mál við sær. Men teir komu ikki nærri enn 3-2 tapi. Fínu avrikini Góða løtan hjá NSÍ, sum at enda vísti seg at bera trý stig við sær, var 1. hálvleikur, tá ið teir skoraðu trý mál, sum vóru sera góð. Vinstrabeinti Einar Han­ sen, sum ikki hevur átt fast pláss, men sum tær seinastu ferðirnar hevur verið ytstur á miðvøllinum í høgru, setti hol á við dundurskoti. Eitt sindur heppið tamdi hann í høgru framlegging av miðjuni. Hann dróg eitt sindur innfyri, smekkaði til úr 22 metrum, og bólturin fór dygst inn undir nærru sam­ankomingina. Eitt meist­arliga flott mál. Hetta var í 19. minutti, og tíggju minuttir seinni átti Einar uppleggið, tá ið NSÍ 10 ára gamal skoraði í dysti hjá vaksnum 10 ára gamli Joel Alnenmalm skoraði um vikuskiftið mál í vaksmannadysti. Drongurin spældi við liðinum Rottneros, og móti endanum av dystinum var hann settur á vøllinum, tá ið Rottneros fekk brotsspark. Tað sendi Joel trygt í málið. Málmaðurin fór annan vegin, og hann sendi bóltin hin vegin. Sambært Expressen er Joel tann yngsti málskjúttin í einum vaksmannadysti í Svøríki nakrantíð. NSÍ-EB/Streymur 3-2 (3-0): NSÍ brúkti sterkan lút Holst hevur framvegis kjansin Lyngby vann sunnudagin dystin í donsku 1. deild ímóti Kolding FC. Dysturin endaði 2-1 til Lyngby, sum hevði Christian Holst Lamhauge á liðnum frá byrjan. Hann var tó skiftur út í hálvleikssteðginum, tá ið Lyngby var frammanfyri 2-0. Lyngby hevur framvegis ein møguleika at flyta upp í superliguna. Liðið liggur triðfremst og er tvey stig aftanfyri Randers FC. Um Randers tapir seinasta dystin, og Lyngby vinnur sín dyst, so fer Lyngby fram um Randers á seinasta leikdegnum. NSÍ venjarin var ógvuliga væl nøgdur við sínar menn í 1. hálvleiki, samstundis sum hann ásannar, at tað gjørdist óneyðuga spennandi síðstu løtuna NSÍ Jóannes Hansen Einki er at siga til, at fagn­aðurin í NSÍ leguni var stórur eftir sigurin á oddaliðnum. Hetta bar við sær, at fjarstøðan til toppin nú bara er trý stig. Um EB/Streymur var farin við øllum, so hevði munurin verið níggju stig. – Vit hildu allar avtal­ urnar í 1. hálvleiki. Sam­ mett við fyrr í ár, so fluttu vit nógv fólk fram, tá ið vit fóru í álop. Harvið vóru møguleikarnir fleiri at spæla. Fyrimunirnir í hes­ um sóust aftur í sambandi við øll trý málini, sigur væl nøgdi NSÍ venjarin Trygvi Mortensen. Hann er stak væl nøgdur við avrikið í 1. hálvleiki. Samstundis ásannar hann, at tað gjørdist óneyðuga spennandi síðstu løtuna: – Vit høvdu roknað við, at teir fóru at flyta Egil á Bø fram í álopið, men vit høvdu ikki roknað við, at teir fóru at gera tað beinanvegin eftir steðgin. Teir leggja langar sendingar fram, og vit hava ávísar trupulleikar. Samstundis haldi eg, at vit eftir steðgin ikki vóru nóg tolnir, tá ið vit fingu bóltin. Men hetta skal ikki skugga yvir, at okkara spælarar alt í alt vístu fínan hugburð og í 1. hálvleiki gott avrik, staðfestir NSÍ venjarin. Trygvi Mortensen fegn­ ast um, at teir framvegis eru við í toppstríðnum: – Hinir hava so at siga bíðað eftir okkum. Hesa ferð høvdu vit knívin á barkanum, tá ið hugsað verður um oddastríðið, og spælararnir skulu eiga alt rós frá mær fyri, at teir loystu uppgávuna til fulnar. -jh EB/S NSÍ Hetta var stórur lætti Tað var um reppið, at Sorin Anghel og EB/Streymur enn einaferð vendu vónleysari støðu, men NSÍ helt eisini fast seinastu strongdu løtuna Mynd: Sofus D. Johannesen