mánadagur 12. juni 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 110 - 12. juni 2006 ]
Í B36 var hýrurin ringur,
og teir skammaðust um
úrslitið.
Eftir fulla úrtøku í
Klaksvík og væl brúki
ligan 2. hálvleik á Mølini
varð lagt upp til, at trý
stig skuldu fáast til
høldar móti VB/Sumba,
sum hevði lagt rygg til
7-1 tap á heimavølli móti
KÍ 2. hvítusunnudag.
– Vit vóru uppsettir, og
vit høvdu møguleikarnar
at gera málini, sum skuldu
til fyri at fáa øll stigini,
men hetta var ikki okkara
dagur, staðfestu teir í árs
talsfelagnum, sum royndu
at fáa leikferðina upp.
VB/Sumba drálaði tað,
sum teir kundu. Dómarin
legði fimm minuttir afturat
vanligu leiktíðini. B36
hevði onkra vandamikla
roynd, og tá ið Santos í
eykatíðini fekk frísparks
møguleika dygst uttanfyri
brotsteigin, kendist tað
sum um, at tað – hóast
miseydnaðan dag – kortini
fór at eydnast at fáa øll
stigini. Men tað gjørdi tað
ikki hjá B36, sum ivaleyst
ger best í at gloyma besta
sunnudagin higartil í
2006 – í hvussu so er hvat
veðrinum viðvíkur!
Umframt eina
stigið høvdu teir
í VB/Sumba tveir
nýggjar serbar í
ferðalagnum suður
sunnukvøldið
VB/SUMBA
Jóannes Hansen
Umstøðurnar eru truplar,
og stigaposin er lættur.
VB/Sumba venjarin Ole
Andersen hevur nógvar
royndir, og hóast mót
brekkan hevur verið tung,
so hevur lagið verið gott
alla tíðina. Eftir hálva
sigurin í Gundadali var
lagið, sum tað plagar at
vera:
– Eg vil fegin geva allar
tær rósur til spælararnar,
sum tað ber til. Ble og
Soelberg halda væl sam
an upp á miðvøllin, men
ungu menninir, sum
hava millum fáar og
ongar royndir, góvu alt
móti meistarunum, og
tað var flott av teimum
at vinna eitt stig. Vóru
vit heilt hepnir, so fingu
vit øll stigini, heldur Ole
Andersen.
Lagið var gott umborð
á Smyrli á veg suður í
góðveðrinum. Nú skal VB/
Sumba til Eiðis, og so skulu
teir spæla lyklauppgerðin
á heimavølli móti B68 og
á útivølli móti ÍF:
– Spælararnir hava rætta
hugburðin, og í Gundadali
sóu vit, at tað ber til. Teir
báðir serbarnir, sum skulu
hjálpa til, komu suður við
okkum sunnukvøldið. Nú
fáa vit at síggja, hvussu
vit skulu brúka teir. At
teir eru komnir afturat fer
sjálvandi at síggjast aftur
í venjingunum.
Fleiri nýggj nøvn vóru
á liðnum?
– Onkrir av spælarun
um hava verið við fyrr,
og onkrir hava so at siga
ikki spælt á besta liðnum.
Ein ella tveir hava verið
til skips, og tveir aðrir
hava ikki vant, tí teir taka
koyrikort. Treytirnar hava
ikki verið nakað serligar,
men tað er eingin ivi um, at
evnini eru góð. Tað verður
eisini strevið og torført
næstu ferðirnar, men tað
er gott útgangsstøði, tá ið
rætti hugburðurin er til
staðar.
Ongland skal brúka Walcott
Fyrrverandi liðformaðurin á enska fótbóltslandsliðnum,
Alan Shearer, heldur, at enski landsliðsvenjarin eigur at
brúka tann blaðunga álopsspælaran Theo Walcott í HM-
endaspælinum. Shearer sigur við enskar fjølmiðlar, at tað
kann ikki verða rætt, at miðvallarspælarar verða brúktir í
álopinum hjá Onglandi. Hann heldur, at landsliðsvenjarin
eigur at geva eitt nú Walcott kjansin undir HM-kappingini.
17 ára gamli Theo Walcott hevur spælt 30 minuttir
á landsliðnum og var púra óvæntað tikin út til HM-
endaspælið.
Við fleiri púra
óroyndum spæl
arum á liðnum
og við hvøssum
superveterani í
fremstu røð megnaði
VB/Sumba at fáa eitt
stig í Gundadali, og
um heilt væl vildi til,
so fingu teir alt við
sær suður
B36-VB/SUMBA
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
At fótbóltur er ein undarlig
telving, og at tað so skjótt
kann vera, at tað, sum tykist
venda niður vendir upp, var
seinnaparturin sunnudagin
í Gundadali góð áminning
um.
Meistararnir í B36, sum
út frá hagtølum og gongdini
higartil í ár tóktust skula
heinta stigini við kassa eitt,
kiksaðu ímóti kreppurakta
VB/Sumba. Í staðin fyri
svarið upp á spurningin,
hvussu stórur heimasigurin
fór at vera, endaði tað 2-2,
og um heilt væl vildi við
hjá suðuroyarliðnum, so
fóru teir við øllum.
Eingin, sum hevur fylgt
við í føroyskum fótbólti
nógvu tey seinastu árini,
ivast í máltevinum hjá Birgiri
Jørgensen.
Sunnudagin
javnaði hann til 2-2, tá ið
tað restaðu tíggju minuttir.
Skjótt mótálop í høgru og
framlegging frá Evrard Ble,
sum saman við Christiani
Soelberg var ótroyttiligur
á miðvøllinum, endaði við
fínari skotroynd í handara
síðunetið.
Frammanundan
hevði
Birgir fleiri ferðir verið upp
á spæl. Tá ið stórur hálvur
tími var farin saksisparkaði
hann eftir innkast í vinstru
upp um seg sjálvan og
upp um Jákup Mikkelsen.
Bólturin brast í tvørtræið,
og tað gjørdi hann eisini
dygst undan hvíldini, tá ið
Birgir eftir fína sending frá
Ble við høvdinum royndi
móti málinum.
Stutt frammanundan at
hann javnaði til 2-2, hevði
Birgir Jørgensen mint B36
á, at hann er vandamikil.
Ble stóð fyri uppspælinum,
skotið var fínt, men bólturin
streyk framvið handara
stólpanum.
Hugflogið og
tyngdin restaðu
Fyrstu løtuna gekk tað, sum
tað kundi roknast við. B36
mundi hava bóltin omanfyri
80 prosent av tíðini. Teir
royndu at seta ferð á, og
onkra ferðina eydnaðist tað,
hóast
mótstøðumenninir
avgjørt ikki vóru hugaðir at
vera við í tí kappingini.
At B36 hevur trupulleikar
frammi á vøllinum var
eyðsýnt. Hesa ferð royndu
teir við Mikkjali Thomassen
í fremstu røð. Saman við
honum vóru Sylla og Símun
Hansen. Eingin teirra fekk
mál, og í 2. hálvleiki vórðu
bæði Sylla og Símun skiftir
út.
B36 hevði nógvar roynd
ir móti málinum hjá fram
úr væl upplagda Marcin
Dawid. Oftast vóru roynd
irnar óneyvar, og verju
spælararnir hjá VB/Sumba
vóru ikki bangnir fyri at
ofra seg og blokera.
B36 fekk fyrstu fjøruti
minuttirnar tey bæði málini,
sum áttu at verið góð trygt
undir trivaligum heimasigri.
At tyngdin í álopspartinum
ikki er sannførandi varð
eisini undirstrikað av, at tað
vóru verjuspælarar, sum
skoraðu málini, og at bæði
málini komu í sambandi
við deyðbóltsstøður.
Kenneth Jacobsen skor
aði til 1-0, tá ið eitt korter
var farið. Eftir horna fekk
hann eftir tvær royndir
bóltin framvið málverj
anum. Miðverjin Herbert
í Lon Jacobsen økti um
heimaleiðsluna, tá ið hann
drønstútaði eftir horna
sparksinnlegg.
So tyktist tað sum um,
at tónin rættuliga var
sligin ann, men bara í eina
lítla løtu. Tveir minuttir
eftir seinna B36 málið
svaraði VB/Sumba aftur.
Evrard Ble var fyrstur á
eftir frísparkssending úr
høgru, og við høvdinum
stýrdi hann bóltin inn um
landsliðsmálverjan
hjá
B36.
Fjáltur var á B36 í 2.
hálvleiki. Hóast nógvar
royndir, so fingu teir
ikki málið, sum skuldi
havt givið teimum trygga
leiðslu. VB/Sumba hekk í,
og eftir at Birgir Jørgensen
hevði javnað til 2-2 bar
til at staðfesta, at kendu
fótbóltsnøvnini í B36, ikki
høvdu megnað meiri enn
spildurnýggir
Formula
spælarar sum eitt nú Julian
Áki Joensen, Bárður Poul
sen, Karl Lisberg, Artur Tau
sen og Jónar Borg Dahl!
At raski og skilagóði
Hallur Dam Joensen tríggjar
minuttir fyri leiklok sá reytt
eftir óhepna takling var
ivaleyst at liva við, hóast
saknur verður í honum
næstu ferð.
B36-VB/Sumba 2-2 (2-1):
B36 fór niður um botnin
B36 var so nógv tann størsti favoritturin hetta umfarið í
Formula-deildini, men undirtippaðu vágbingarnir megnaðu
kortini at fáa eitt stig heim aftur við sær
savnsmynd
Dystur hjá Rógva fluttur
Dysturin hjá íslendska felagnum KR, ið skuldi verða
spældur í gjár, var útsettur til í dag. KR, har Rógvi
Jacobsen spælir við, skal spæla á útivølli ímóti ÍBV,
og sambært heimasíðuni hjá KR er tað sannlíkt, at
dysturin verður spældur kl. 20.15 í kvøld. Símun
Samuelsen og liðfelagarnir í Keflavík skulu eisini
spæla dyst í kvøld. Teir spæla á útivølli ímóti Fylkir
í kvøld kl. 20.15.
Ole sær ljóst
upp á tað
Reyðir um oyrini
»Málast skal ikki við svørtum, men
”Skomm” hongur í luftini yvir
Gundadali í dag.«
www.fcb36.org
”
ȇ www.b36.fo er eisini ein
dystarfrásøgn, men hon er minni
hugalig«
www.vb1905.fo
”