Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 110 - 12. juni 2006 ] Hagtølini vórðu loksins brotin, tá besta mansliðið hjá ÍF ÍF fyri fyrstu ferð yvir høvur fekk stig í Gøtu Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað tóktist annars ganga sína vanligu gongd. ÍF hevði hidlið tætt í góðan tíma, og um nakað, so høvdu gestirnir kanska havt eina lítla yvirvág í Gøtu. Vertirnir hildu tó høvdið kalt. Teir eru vanir við trý stig, tá ÍF er mótstøðuliðið, og stutt eftir steðgin bragd­ aði. Gunnar Nielsen, sum annars hevur spælt fyri ÍF, snaraði sær á. Hann vann sær framvið ÍF-verjuni, og tá hann so varð tacklaður í skotløtuni, støkk bólturin beint til Áslak R. Petersen. Og fugfirðingurin hjá GÍ hevði ikki stórvegis trupul­ leikar við at senda bóltin í netið. Fingu lønina Og so var tann so væl kendi leikluturin hjá einum botnliði aftur sjónligur hjá ÍF. Alt tað góða arbeiðið, sum liðið hevði gjørt fyri steðgin, tóktist nú vera gjørt tileinkis. Hóast teir royndu at flyta spælið long­ ur niðan á GÍ-hálvuna, so kostaði hetta eisini í hin­ um endanum, og einar tvær ferðir hevði GÍ gyltan møguleika at avgera dystin. Sverri Jacobsen var púra leysur – men skoraði ikki, og Símun Louis Jacobsen átti gyltan møguleika, tá hann úr 10 metrum sendi upp um manntóma málið. Fuglfirðingar livdu lívið vandamikið, men brádliga fingu teir lønina kortini. Hornaspark varð sent inn fyri GÍ-málið, og har var Høgni Zachariassen á bóltin­ um, sum hann onkurs­vegna fekk trýst inn um strikuna og í málið. Fyrsta stigið yvirhøvur Hvussu nógv einsamalla stigið hjálpti hjá ÍF, ber kanska illa til at siga, nú tað framvegis resta 15 umfør. Fyrst og fremst, so syrgdi hetta tó fyri, at liðið ikki reyk niður í botnin, og bara tað í sjálvum sær er altíð positivt fyri liðið. Sálarliga mundi tað tó viga sera nógv, at ÍF fekk stig við sær úr Gøtu. Hóast byrðurin hjá fuglfirðingum mangan hev­ur verið tungur seinnu árini, so hevur Sarpurgerði uttan samanbering vera tyngsta staðið av øllum at vitja. Ikki eina tí einastu ferð, síðani GÍ kom upp í bestu deildina, hevur ÍF fingið nakað sum helst við sær úr Gøtu, og tí mundi fagnaðurin vera væl størri, enn hann annars vanliga er um ein javnleik. Gøtumenn mundu hin­ vegin iðra seg samsvarandi nógv. Hóast avrikið fyri steðgin ikki hevði verið serliga sannførandi, so høvdu teir allar møguleikar at leggja lok á, tá støðan var 1-0. Møguleikin at leggja seg á odda í landskappingini varð tó misnýttur, og ístaðin fóru teir í HB framum GÍ. Men enn hava gøtumenn tó sjálvir møguleika at broyta hesa raðfylgju. Komandi dysturin verður nevnliga í Gundadali móti júst HB! Rangers vil hava 16 ára gamlan dana Skotska stórfelagið Glasgow Rangers liggur fram við at ogna sær 16 ára gamla danska fótbóltsspælaran Morten Nielsen. Hann spældi fyri FC København, og er sonur ein kendan fyrrverandi spælara – nevniliga Benny Nielsen. Sambært bold.dk hevur Rangers latið FC Keypmannahavn eitt boð upp á tann unga spælaran, men tað er ikki bara Rangers, sum liggur fram við. Sambært pápa Morten eru eisini feløg sum Chelsea og Manchester United áhuga í honum. Til sølu: Hugnalig sethús við vøkrum urtagarði í Kálvagerði 4, úti á Fløtum í Tórshavn Húsini: Húsini eru sera snøgg og væl røkt. Uttan: svartur timburklædningur, blá sprossa­ vindeygu og flagtak. innan: Trip Trap ljós, lútaði, massiv trægólv, lútaði ljós træloft, massivar træhurðar, hvítur uno Form køkur, góð og rúmlig skáp í sovi­ rúmum og í vaskirúmi, luftventilatiónsskipan er í húsunum. Í húsunum eru 3 sovirúm + 1 hjúnarrúm við egnum baðirúmi, stórt felags baðirúm, rúm­ ligur køkur, rúmligt vaski/fýrrúm, 2 stovur – onnur við útgongd til hátún. Húsini eru í einari hædd, 150 m², grundøkið 535 m², tey eru bygd í 1985. Pláss er inni á stykkinum til 2 bilar, klárt at gera bilskýli. UrtagarðUrin: Uttanfyri er alt gjørt av serkønum fólki, flísa­ lagdar gøtur, hugnaligir krókar, steinbed, nógvir runnar og trø, lítil grasvøllur. Økið: Húsini liggja í veðurgóðum og barnavinarligum umhvørvi úti á Fløtum. Her er stutt til barna­ garðar (í øksnagerði, við landavegin, við Velbastaðvegin), Venjingarskúlan, matvøru­ handil og bakara. Bussambandið er gott. Teinurin oman í býin tekur um 15 min. at ganga. Tað er frítt kring húsini og fríøki liggur beint frammanfyri. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Áhugað verða biðin um at seta seg í samband við Advokatvirkið ­ tlf. 312227, tlf. 225045. advokatvirkið Páll Nielsen, adv. Eyðhild skaalum, adv. sigmund Poulsen, adv. Hans Trygvi Teirin, adv. skansavegur 1 • Postsmoga 85 • FO­110 Tórshavn Tlf. 312171 • Fax 315874 • e­mail: advokat@post.olivant.fo Todi hevur frí undir HM Norska landskappingin í fótbólti liggur still, meðan HM-endaspælið í fótbólti verður spælt í Týsklandi. Hetta merkir, at Todi Jónsson ikki skal spæla dyst fyri Start fyrr enn fyrst í juli mánaði aftur. Start vann undan vikuskiftið stóran sigur í steypakappingini, og Todi var millum málskjúttarnar. Seinasti dysturin í tippuliguni var 5. juni, og næstu ferð, Start skal spæla í landskappingini, verður tann 3. juli, tá ið Tromsø kemur á vitjan. GÍ-ÍF 1-1 (0-0): Fyrsta ÍF-stigið í Sarpugerði ÍF GÍ Líta fram­ eftir Við sjey stigum í fýra teimum seinastu dystunum halda teir í ÍF seg avgjørt vera væl ávegis í royndini at sleppa úr botninum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At tað er vorðið nakað lættari at vera liðskipari hjá ÍF hesar seinastu vikurnar, tykist Høgni Zachariassen ikki at vera heilt ósamdur í. Sunnudagin gjørdist talan aftur um stig, og hóast javnleikir ikki muna so nógv, so kundi Høgni staðfesta, at gongdin nú er nakað nógv meira hugalig, enn hon hevur verið. – Úrslitini um alt landið lagaðu seg so, at vit ikki fingu nakra serliga nyttu úr javnleikinum, men tað má so vera tað. Hini úrslitini fáa vit einki gjørt við kortini, heldur hann. – Vit mugu fyrst og fremst hugsa um okkum sjálvar, og í so máta haldi eg avgjørt, at vit eru um at koma á beint. Vit hava vunnið sjey stig í fýra teimum seinastu dystunum, og innsatsurin hjá liðnum hevur verið fínur. Bæði til venjing og í dysti kennir tú á tær, at spæl­ ararnir vilja geva alt. – Og tað haldi eg eisini, at vit sóu í Gøtu. Tí var veruliga sum køld spann av vatni at fáa yvir seg, tá teir skora. Men vit fell ikki í fátt, og halda á at stríðast. At teir so kundu avgjørt hesa løtuna, er nakað annað, men eg haldi tað var positivt fyri okkum, at vit alla tíðina royndu at koma aftur. Fuglfirðingurin hjá GÍ, Áslakkur R. Petersen tóktist hava spilt spælið fyri bygdarfelagarnar, tá hann skumpaði bóltin í netið til 1-0 Mynd: Álvur